Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-10, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. november 2014síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 10. november 2014 · Nr. 128 undir fýra eygum Frændum tað besta, men okk­ara ymiskleiki er eisini vorð­in ein størri avbjóðing við tíðini. Hvat hava Frændur lagt eftir seg? – Vit hava eitt savn av sang­ um við hugburði til lívið, bæði í Føroyum og úti í heimi. Vit hava lagt í eldin til tjóð­ar­skaparstríðið, og vit hava sungið um sosialan órætt. Vit hava sett orð á dreym­ar og vónir um ein betri og friðar­ligari heim, og vit hava altíð havt fokus á kær­leikan, sum er størstur av øllum. Hvat kunnu Frændur gera afturat? – Vit kunnu savna fólk við okk­ara tónleiki og skapa eina góða felagskenslu. Vit kunnu við tónleiki blanda okk­um upp í kjakið og seta orð á okk­ara støðu sum fólk í Føroyum og tjóð í heiminum. Vit hava fram­vegis nógv upp á hjart­að, og avbjóðingin er altíð at finna samstarvið og glóð­ina, sum kann dríva verk­ið frameftir. Tú hevur tilvitað valt tónleikin sum grundarlag í tínum lívi. Hví hevur tú gjørt tað? – Tónleikur hevur altíð verið partur av mínari tilveru, og eg livi sum tónleikari. Tað gev­ur mær góða meining at leggja orku í tónleikin, og tá mein­ingin við lívinum er at liva eitt meiningsfult lív, so er tað upplagt fyri meg, at eg spæli og skrivi tónleik. Hvussu er at verða so virkin tónleikari, sum tú ert? – Tað er bæði spennandi og strævið at spæla so nógv og so ofta, sum eg geri. Tá tað gongur væl, er tað fan­tast­ iskt, og tú merkir veruliga, at tú hevur gjørt mun, hevur skapt góðan stemning, fing­ ið fólk og fyrireikarar í gott lag og ert væl nøgdur sjálvur. Men tað kann verða strævið at seta seg upp til at spæla, at performa, smílast og vera glaður, hóast tú ikki altíð ert tað. Eitt hugtak er »fake it ‘til you make it«. Tað kann onkun­tíð vera tungt at koma í gongd, at finna orkuna til at spæla nógvar av somu sang­unum umaftur, men so má man lata sum um. Ein dupult­ur ginn og tonic kann vera góður til at koma í gongd við, og í allarflestu før­um endar tað eisini væl. Fólk lurta ella fara upp at dansa, og eg verði tikin við av steminginum. Eg eri eisini eyð­mjúkur um mína tilveru sum tónleikari og eri fegin um at verða biðin um at koma at spæla til bæði størri og smærri tiltøk. Onkur kvøld kann eg kenna meg ótrygg­an, røddin er kanska rust­að ella eym, og eg kann stúra fyri framførsluni, men á ein ella annan hátt gongur tað altíð, so ella so. Hvørjar eru tær bestu løturnar við tónleikaframførslum? – Tað er, tá sambandið við áhoyrararnar er sterkt, og tón­leikurin hevur ávirkan á fólk – tá hjørtuni tala sam­an í tónleikinum. Hesar løtur­ nar, tá ið fólk finna ein linna í tónleikinum, hóast tað bert er eina løtu, har tey sláa seg leysan, njóta løtuna og eru glað. Eg seti stóran prís á tær løturnar, tá ið eg merki at tón­leikurin ger mun og gleðir fólk. Tá kennist tað gott at vera tónleikari og spæla sínar sangir fyri fólki. Hvat drívur teg, tá tað kemur til tónleik? – Tað er eitt brennandi ynski um at skapa og at gera mun. Skriva sangir, sum geva meining fyri onnur menniskju. Framføra sangirnar og merkja samspælið við fólk gjøgnum tónleikin. Tað er mín motivatión. Tað drívur verkið. UM Eyðun Nolsøe Eyðun Nolsøe er 48 ára gamal. Hann er ættaður úr Klaksvík og býr nú í Froðba. Hann er tónleikari burturav. Eyðun hevur øll árini verið partur av Frændum, har hann hevur verið ein av trimum høvuðsmonnum í bólkinum. Hann hevur eisini givið tónleik út sum solistur, saman við Terja Rasmussen og í øðrum samanhangum. Millum kendastu sangir, hann hevur skrivað, eru 80’ini, Brot og vandasker, Dansa, Hvítar flykrur, Hvønn dag og Mítt land. Eyðun hevur verið føroyameistari í talvi. Hvør bók hevur ávirkað teg serliga nógv? – Ein bók, sum hevur ávirkað meg nógv og lagt seg djúpt, er bókin Tanker Fra En Kannibal, sum spanski heimsspekingurin Fernando Savater hevur skrivað. Bókin er skrivað til sonin og snýr seg um etikk og moral og um meiningina við lívinum. Savater er ein sera klókur maður, og eg havi eisini latið hesa bókina víðari til onnur, tí eg meti hana so høgt. Hvør er besti lutur, tú eigur? – Tað má verða mín spanska gittar. Eg keypti hana í Newcastle á einum jólatúri við Norrønu. Gittarin kostaði nakað nógv, so eg at mátti brúka bæði mítt kort og tað hjá Terja fyri at fáa goldið hana. Men eg eri eisini góður við mín spanska darling, og hon verður við til 30 ára konsertina hjá Frændum í Klaksvík leygarkvøldið. Eyðun Nolsøe hevur spælt til óteljandi tiltøk við túsund­stals áhoyarum, har alt gongur upp í eina hægri eind, men hann spælir eisini á smáum støðum fyri fáum fólkum við hvørt. – Eg forvænti ikki, at tað altíð eru nógv fólk og lurta tá eg spæli, sigur hann. – Summi kvøld kenni eg meg sum eina veruliga poppstjørnu við stórum áhoyrara­fjøldum, sum skrála við til sangirnar og biðja um autograf aftaná. Onnur kvøld spæli eg fyri fáum fólkum, sum nóg illa leggja merki til mín, og tað er tilfar til sunna refleksión hjá mær. – Tað er eingin orsøk at fjala út yvir, at tað eru dagar, har framførslurnar kennast sum eitt hart ar­ beiði. Við hvørt taki eg ein G-dur, og so fer »80’ini« enn einaferð avstað, og eg skoyti eftir klokkuni og gleði meg til klokkan hálvg­um fýra, tá ið eg kann fara heim. – Men sum eg havi nevnt nakrar ferð, so enda flestu av teimum tungu kvøld­unum eisini væl, og eg kann í øllum førum siga, at eg eri tilvitað eyðmjúkur um og takksamur fyri at sleppa út spæla og gera tað, sum mær so væl. Eg royni at halda dagsformin og verða væl fyri kropsliga, tí tað er gott fyri alt – eisini rødd­ina og framførslurnar. eydun@sosialurin.fo Tey tungu kvøldini enda eisini væl – Tær góður løturnar sum tónleikari eru tær, tá ið fólk finna ein linna í tónleik­ inum, hóast tað bert er eina løtu, har tey kunnu sláa seg leys, njóta løtuna og vera glað, sigur Eyðun Nolsøe Mynd: Eydbii myndir