mánadagur 10. november 2014síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. november 2014 · Nr. 128
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mortan Østerø
Í tíggju kuldastigum, heilt
norðuri á 66 stigum norður,
flokkast fólk, ið hava teknað
seg til árligu oktober-mara
thonrenningina á polar sirkl
inum – snilt marknaðarført
sum 'The coolest marathon
on earth'. Millum tey gott 120
fólkini, eru Rúni Simonsen
og Henrik Kølleskov. Henrik
hevur fyri langari tíð síðani
teknað seg, og ”allarhelst
reypa á Facebook um, at
hann hevði teknað seg bein
anvegin” sigur Rúni skemt
andi.
Sjálvur teknaði Rúni seg
ikki fyrr enn í evstu løtu,
tí hann ivaðist hvørt hann
hevði heimild 'frá heima
stýrinum' sum hann málber
seg, at bara soleiðis kundi
fara heiman í eina heila viku.
Rúni hevði tó sæð okkurt
filmsbrot á netinum, sum
lýsti hesa marathonrenning
ina, og tá ið nú Henrik, sum
hann javnan rennir saman
við uppi í føroysku fjøllun
um, fór, so var hugurin av
gjørt til staðar. Rúni fór heim,
og orðaði við 'heimastýri', at
hann fór – 'Henrik fer eisini',
legði hann afturat, áðrenn
konan fekk orðið fram. So
statt var Rúni nú eisini tekn
aður til ørvitis renning í ís
kalda Grønlandi. Barnsligu
sannføringarhættirnir, 'jam
en hann fer, so fari eg eis
ini', lýsa onkursvegna væl,
hvussu Rúni og Henrik hava
borið seg í endorfinrúsinum
dagarnar eftir renningina.
Fyrireikingarnar
'Polar Bear Challenge' ella
ísbjarnaavbjóðingin,
eitur
teinurin, sum Rúni og Henrik
teknaðu seg til. Tað merkti,
at teir skulu renna eitt hálv
marathon dagin fyri teir
renna marathon. Altso skulu
teir, í vestur grønlendska
oktoberkuldanum,
sum
lovar millum fimm til tíggju
kuldastig, renna fleiri enn 63
kilometrar innan tveir dag
ar. Tað svarar til at renna av
farstøðini í Tórshavn, eftir
glerstoyttum undirlagi, til
Glyvrar inni í Eysturoynni –
í 10 kuldastigum.
– At tekna seg var ikki ser
liga drúgt. Tað var nógv verri
at finna útav hvat fyri klæðir
vit høvdu brúk fyri, og hvat
vit møguliga komu útfyri.
Kuldin, sum so, var ikki tann
størsta avbjóðingin. Heldur
var tað undirlagið, sum var
ringt at rokna út, sigur Rúni.
Tað var eisini serliga und
irlagið, sum kom at vera
avbjóðingin
hjá
teimum
báðum. Hóast teir høvdu
syrgt fyri góðari útgerð,
so fingu teir ikki veruliga
brynja seg móti ísundirlag
num.
– Tað var øðiliga ringt
at finna útav, hvussu vit
skuldu fyrireika okkum. Vit
høvdu góðar kavaskógvar
frá Salomon við píkum at
renna við, men teir nyttaðu
lítið í hálkuni. Eitt tunt lag
av kava lá á teininum, og tað
var sum eitt dansigólv, sum
onkur hevði stroytt flormelis
útyvir, sigur Rúni.
Yvirhálaði Henrik
Komnir til lítla býin Kanger
lussuaq, beint norðanfyri
polarsirkulin, verða teir inn
kvarteraðir saman við gott
170 ferðafólkunum úr 27
ymiskum londum, harav tey
flestu eru komin at renna í
kuldanum. Tá ið eg biði Rúna
greiða mær frá hvussu tað
var at renna teinin og hvussu
tað kendist at fullført bæði
eitt hálv-marathon og eitt
marathon, kemur ferð á orð
ini hjá Rúna. Tað tykist eins
og endorfin promillan fram
vegis er høg.
– Eg hugdi afturum meg
allatíðina, sigur Rúni skemt
andi, tá ið eg spyrji hvørt
Henrik og hann høvdu dyst
ast um ta betru tíðina.
Hetta var fyrstu ferð yv
irhøvur, at Rúni rann mara
thon-teinin, men eitt sindur
av álvara liggur aftanfyri
skemti. Hann ætlaði sær eina
góða tíð.
– Tað lá líkasum í hugan
um, at eg skuldi vera framm
an fyri Henrik, tá ið vit
stóðu við byrjunarlinjuna,
men komnir hálvanveg, so
vórðu allar ætlanir sleptar.
Nú snúði tað seg bara um
at koma ígjøgnum. Eg møtti
sum so ongantíð nøkrum
veggi, men tað var ógvuliga
drúgt at renna á einum
óvandum undirlagi, sigur
Rúni.
Rúni kom eisini á mál
góðar 20 minuttir áðrenn
Henrik, sum rakk til eitt sam
anlagt 10. pláss fyri tey, sum
runnu bæði hálv-marathon
og marathon.
– Henrik man hava ver
ið frammanfyri meg, tá ið
vit vórðu komnir út á ísin –
hvussu eg so endaði framm
anfyri hann havi eg slettis
ikki ansa eftir. Tá hugsaði
eg ikki um nakað annað enn
at renna. Gav mær ikki far
um nakað annað, hóast eg
royndi at minna meg sjálvan
um, at hyggja væl eftir vøkru
náttúruni.
– Komin á 39 kilometur
markið, er ein tung, ísklødd
brekka fyri framan, og ork
an og ferðin byrja at ganga
undan hjá mær. Tá kemur
ein kvinna rennandi fram
við, sum gevur mær eina
innspræning av vilja at halda
áfram. Eg royni so at elta
hana allan vegin á mál. Ikki
fyrr enn eg eri komin á mál
varnist eg, at Henrik ikki er
nær við, og at eg havi fingið
eina tíð, sum eg kann vera
vælnøgdur við, sigur Rúni.
Komnir á mál
– Beint eftir, at vit komu á
mál, haldi eg ikki, at tað var
gingið upp fyri okkum, at vit
høvdu fullført hetta. Tá ið eg
kom á mál, so fekk eg hesar
medaljurnar og okkurt at
drekka og eta beinanvegin.
Man hevði jú eisini sveitta
og byrjar at blíva kaldur, so
eg skundaði mær inn í bað,
og fór so og legði meg undir
dýnuna og bíðaði.
– Henrik og eg búðu á
sama kamari, og tá ið hann
kom eitt sindur seinni, ball
aði hann seg eisini undir sína
dýnu. Ikki fyrr enn tá byrja
vit at práta upp í saman
og roksa. Man var bara so
glaður at hava klárað hettar
her. Man fær ein sovorðan
endorfinrús – eg merkti til
tað í fleiri dagar aftaná. Man
hevði gingið og glett seg í
fleiri mánaðar upp til hettar,
og nú hevði man fullført tað.
Dagarnar eftir var eg fleiri
ferðir og endurlivdi renning
ina í myndum, haldi eg, sigur
Rúni.
41 ára gamli Rúni Simonsen og 49 ára gamli Henrik Kølleskov eru fyri kortum afturkomnir av
einari uttanlandsferð, har teir runnu marathon. Einki er nýtt í, at føroyingar renna teir 42,195
kilometrarnar – Facebook er á tremur marathon rennarum. Rúni og Henrik valdu tó at renna
ásettu kilometrarnar undir heilt øðrvísi umstøðum enn griksku forskriftirnar upprunaliga ætlaðu.
Teir hava – í froststigum – luttikið í sonevnda 'Polar Circle Marathon' uppi í Grønlandi.
”The coolest
marathon
on earth”