Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-10, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. november 2014síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 10. november 2014 · Nr. 128 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Polarmarathon rennarnir 2014: Føroysku umboðini(Marathon) Bestu tíðirnar Rúni Simonsen, 23. pláss 04:27:00 Menn Norbert Zeppitz, Eysturríki 03:30:00 Henrik Kølleskov, 41. pláss 04:46:00 Kvinnur Debby Urkins, Belgia 04:11:00  *Polar Bear Challenge (hálvmarathon og marathon) 201w4 Føroysku umboðini Bestu tíðirnar Rúni Simonsen, 10. pláss 06:41:00 Menn Rengui Cai, Kina 05:41:00 Henrik Kølleskov, 17. pláss 06:59:00 Kvinnur Saskia Plaucheur, Frakland 06:39:00 Skjótastu Polarmarathon rennarnir nakrantíð Skjótastu (vanl.) marathon rennararnir:  Menn Andre Shaw, Ongland 02:57:00 Menn Dennis Kimetto, Kenya 02:02:00 Kvinnur Marianne Delconym, Danmark 03:41:00 Kvinnur Paula Radcliffe, Stóra Bretland 02:15:00 • Polar Circle Marathon, er eitt sokallað ‘adventure race’, sum verður hildið um heystið í vesturpartinum av Grønlandi. • At tiltakið verður fyriskipað um heysti við polarsirkulin merkir, at runnið verður í heilt oman í 10 kuldastigum. • Luttakararnir kunnu velja at renna antin eitt hálvmarathon, allan marathonteinin ella at taka av ísbja­rnaavbjóðingini, sum er bæði hálvmarathon og eitt marathon yvir tveir dagar. • Ásetti teinurin førir rennararnir yvir tríggjar kilometrar-tjúkkan innlandsís, frostmýru og gjøgnum jøklar í fjarskotna grønlendska landslagnum. • Á hvørjum ári eru fleiri enn 100 fólk, sum teknað seg til afturvendandi polarrenningina. • ‘Polar Circle Marathon’ varð hildið fyrstu ferð í 2001 við steðgum. Síðani 2008 hevur hetta tiltakið verði fastur táttur á hvørjum heysti. • Til ber at tekna seg umvegis danska ferðafelagið Albatros Travel. Runnið saman seinastu árini Rúni Simonsen starvast sum mask­in­maður á boripalli í Nor­egi og Henrik Kølleskov er ROV pilotur í Angola. Av tí sama, so hava teir góðar treyt­ir at fara undir at íðka renn­ing í fjøllunum. Teir hava tó ongantíð luttikið í renning av sama slag, sum hendan avbjóðingin í Grøn­ landi er. – Tað er ikki vanligt, at vit fara undir serligar túrar, sum hend­an. Hetta er fyrstu ferð at vit royna nakað líknandi, sig­ur Rúni. Henrik og Rúni eru tó ikki óroyndir at renna undir øðr­ vísi umstøðum. Seinastu ár­ ini hava teir verið nógv uppi í føroysku fjøllunum. – Vit hava runnið rætti­ liga nógv í fjøllinum í Før­ oy­um seinastu tvey árini, og tað er kanska tað, sum hevur tendr­að okkum. Bæði upp á fjalla­toppar og eftir gøtum, sum eru at finna ymsastaðni. Í Føroyum eru so góðar um­ støð­ur at sleppa upp í fjøllini – man kann renna 500 metr­ ar, og so er man longu uppi í fjøllunum, og hevur eina flotta náttúru framan fyri sær. Tað virkar sum um, at fleiri og fleiri føroyingar eru til gongu í fjøllunum, og vit hava so hugsað at kombinera hesi bæði. Niðan í flottu nátt­ úr­una at renna, sigur Rúni. Rúni og Henrik hava fing­ið tað fyri, at teir verða koyrd­ir í bili ella bussi ymsa­ staðni, og so renna teir leið­ ina heimaftur, tvørtur um fjøll­ini. Sambært Rúna eru um­støðurnar heilt góðar í Før­oy­um at renna í føroysku fjøll­un­um. – Ein túrur sum Henrik og eg gjørdu fyri góðum mán­aða síðani, var tá ið vit vórðu koyrdir til Leynar, og so runnu vit til Kirkjubøar. Tað er ein teinur upp á góð­ ar 31 kilometrar, og har er – so at siga – gøta allan veg­ in. Hetta er eisini eitt nógv størri upplivilsi, enn at renna eft­ir vegnum inni í býn­um. Buss­ar, bilar, fólk og larm­ur verður skift út við fugla­ung­ ar, seyð og friðsælu, sigur Rúni. At byrja við kendist tað sum um og Rúni og Hen­rik vóru teir einastu, ið runnu uppi í fjøllunum upp á hendan mátan. Men so við og við, var tað eins og teir høvdu uppdagað ein sub­kul­ tur í Føroyum.