Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-10, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. november 2014síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. november 2014 · Nr. 128 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Bjarni Djurholm Sunnudagin 9. november vóru 25 ár liðin síðani Múr­urin fall. Ímyndin av totaliterari skipan, sum sambært Eduard Sje­var­dna­ d­ze, seinasti utt­an­rík­is­ráð­ harr­an í Sovjet, bygdi á fat­ an­ina, at heimurin áhaldandi var vígvøllurin í bardaga mill­um skipanir.....bardagi, sum varð førdur í navninum hjá fólk­in­um – og aftanvert bak­ið á somu fjøld. Múrurin var úrslit av fyri­ lit­ar­leysu atferðini hjá Sovjet aft­aná seinna heimsbardaga. Total­i­tera muran varð sjón­ lig stutt aftaná krígslok í 1945, har londini í Eystur- og Mið­europa politiskt vóru sorl­að sundur, har forðað var fyri frælsum valum, har skipaður yvirgangur var móti øllum ikki-komm­un­ist­ isk­um flokkum og við­halds­ fólk­um, har áhaldandi hern­ að­arligt trýst varð á all­an regiónina, har Vest­ur­ber­lin (Berlinkreppan 1948-1949) varð blokerað, har Sovjet skipaði komm­un­ist­isku valdstøkuna í Tjekko­sla­ vak­ín­um í 1948 og vaksandi trýst­ið á Finnland sama ár. Kalda Kríggið var veruleiki. Ella sum Molotov segði: "Vit skaptu okkara sosi­al­ ist­isku (eystur)Týskland, Tjekko­slo­vakia, Póland, Ung­arn, Jugoslavia ..... at burt­ur­beina kapitalistisku skip­an­ir­nar – tað var Kalda Kríggið". At verja fólkaræðini vest­ an­fyri, tóku londini í Vest­ur­ eur­opa og USA í 1949 tí stigið at skipa NATO sum bulverk móti skipaðu politisku og hern­að­ar­ligu hóttanini frá Sov­jet. At NATO bjargaði vest­ur­lendsku fólkaræðini er eyðsýnt og eisini skjal­prógv­ að aftaná at Múrurin fall. Krígsbúskapur Í fimmtiárunum helt Sovjet fram við at trælka londini í Eyst­ur­europa, í 1953 bleiv arb­eið­ara­uppreisturin í Ber­ lin niðurbardur, sama í 1956 í Pól­landi og so november sama ár, tá sovjettiska her­ meg­in tók valdið í Ungarn. Slóðin eftir harðræðinum, valds­tøk­un­um og lygn­un­um var ræðandi. Skip­aða stríð­ ið hjá Sovjet móti vest­ur­ lendsku fólka­ræð­un­um helt fram heilt upp til 1987, tá Gor­ba­tjov megn­aði at broyta stevn­una hjá sovjett­iska komm­u­n­ista­flokk­inum burt­ ur frá at byggja sína grund­ sjón á heims­koll­velt­ingina og at hjá­ver­an í londunum, sum Sov­jet hevði ræði á, fyri ein hvønn prís skuldi vera áhald­andi, og at hesi lond­ini skuldu geva sítt ískoyti til sosialistisku heims­koll­velt­ ing­ina. At røkka endamálinum var sovjettiski búskapurin at rokna sum krígsbúskapur heilt upp til endan av átta­ ti­ár­un­um, har minst 20% av BTÚ árliga fóru til her­meg­ ina. Hent amboð At káva yvir veruliga enda­ málið hjá marxistisk-len­in­ist­ iska ræðinum hjá Sovjet var tot­alt informatiónsmonopol og einsrætting neyðugt. Komm­un­ist­isku floks­app­ ar­at­ini eystanfyri førdu beinharðan sensur. Flokk­ar­ nir gjørdu av hvørjar so­kall­ að­ar friðarkampanjur skuldu sjósetast, hvussu syst­em­ kritikarar skuldu revs­ast, hvørji tíðindafólk, gransk­ arar, friðarfólk o.o. skuldu bjóðast til ráðstevnur í Sov­ jet o.s.fr. Øll skipanin var gjøgnumseyðrað av komm­ un­ist­iska flokkinum í Kreml. Alt hetta vistu flestu í vesturheiminum undir Kalda Krígnum. Kortini vóru tey mong, sum lótu seg blenda av kommunistisku/ sosi­al­istisku hugsjónini og gjørd­ust hent amboð hjá komm­un­ist­isku flokkunum hand­an Múrin. Tá so Sovjet í seinnu helvt av 1970'unum setti upp SS-20 kjarnuorkurakettir í Eystureuropa, herdi henda atgerð Kalda Kríggið mun­ andi. Friðarrørslurnar vest­ an­fyri lótu seg blenda av sovjettisku propa­ganda­ ini, sum var so dygg, at rørslurnar vendu ábreiðsl­ urnar móti NATO og frælsu fólkaræðunum í Vest­ur­heim­ inum. Sum Gorbatjov síðani er endurgivin fyri at siga: "Upp­setanin av SS-20 kjarn­ orku­rak­ett­un­um var eitt ófyrigeviligt stig". Víð­ari segði Gorbatjov, at komm­un­ ista­flokkurin var sann­førd­ur um, at tá ra­kett­ir­nar vóru uppsettar, fóru frið­ar­rørsl­ ur­nar í Vest­ur­heim­in­in at virka harðliga ímóti, at Vest­ ur­heim­urin tók stig móti nýggju kjarn­orku­hótt­an­ini eyst­an­eftir – at frið­ar­rørsl­ ur­nar fóru at gera hvat tær kundu fyri at hjálpa heyk­un­ um í Kreml.... Kjarnorku fyrst Eisini er farnu árini komið und­an kavi, at Sovjet og War­szawapakt-londini í síni hern­að­ar­strategi ætlaðu at vinna kríggið móti NATO við at brúka kjarnorkuvápn við krígs­byrj­an. M.a. skuldi Eyst­ ur­týsk­land bumba Hamburg við kjarn­orku­bumb­um frá 2. krígs­degi. Andrej Gromyko hevur síð­ani váttað, at yvirordnaða sov­jet­iska hernaðarætlanin var, at kjarnorkuvápn vóru at rokna sum krígsvápn, sum bert vóru meira effektiv enn kon­ven­tio­nell vápn. Í frásagnum og skjølum, kom­in undan kavi síðani, vóru nágreiniligar ætlanir um at renna Vestureuropa yvir enda eftir fáum døgum, og at alt Vestureuropa skuldi vera fallið 14 dagar aftaná krígs­byrj­an. Leiðin var at kjarn­orku­bumba allastaðni, hern­að­ar- sum sivilmál. Danmark var sera týdn­ ing­ar­mik­ið í ætlanunum, tá donsku sundini høvdu alstór­an hernaðarliga týdn­ ing fyri Sov­jet. Tí skuldi Danmark nær­u­m teppi­ bumb­ast við kjarn­orku­ bumb­um frá fyrsta degi. Filosofiin var at skapa mest møguliga ræðslu og deyða, og at USA væntandi ikki fór at svara aftur, men ístað­in lata alt Europa upp í hend­ur­nar á Sovjet. At røkka hes­um endamáli bygdu all­ ar hernaðarvenjingar hjá Warszawa-paktini ikki á verju, men á álop við kjarn­ orku. Hertaka Vestureuropa 25 ár seinni kunnu vit við ræðslu lýta aftur á tíðina áðr­enn Múrurin fall. Søgan hev­ur prógvað, at hóttanin móti friðinum kom ikki vest­ aní­frá, sum mong tá gjørdu seg til talsfólk fyri. Tvørturímóti er í dag greitt, at áhaldandi hern­ að­ar­dubb­ing­in eystanfyri hevði sum endamál at at her­ taka Vestureuropa við øll­um neyðugum vápnum, kjarn­ orku íroknað. Tí er 9. november eitt minni um ræðuleikarnar, sum kundu rakt okkum øll og samstundis er 25-ára dag­ ur­in ein greið áminning um, at fólkaræðið og persónliga fræls­ið ikki er ein sjálvfylgja, men ein gáva, sum vit eiga at var­veita og verja av fullum hugi. Og at vit sluppu und­an ragnarokinum og ræðu­ leik­un­um kunnu vit m.a. takka Reagan, Gorbatjov, Sje­vardnadze og seinni eis­ ini Jeltsin fyri. Menn sum kendu søgunnar vitjanartíð, tóku av henni og bjargaðu heim­in­um. Alternativið til hes­ar menn er ræðandi. Kristianna Winther Poulsen tingkvinna Tað er dýrt at búgva í Før­oy­ um, og prísurin á mat­vørum er ein tungur út­reiðslu­postur hjá nógvum hús­ar­hald­um. Í fleiri lond­um er MVG-takst­ urin á ger­and­is­mat­vør­um lægri enn á øðrum vør­um og tænastum, meðan vit í Føroyum, júst sum í Dan­m­ ark, hava 25 prosent í MVG á øllum vørum, eisini mat­ vørum. Eg spurdi fíggj­ar­mála­ ráð­harr­an, um tað ikki ber til at lækka ella at taka burtur MVG-takstin á ger­ and­is­mat­vørum í Føroyum, so at útreiðslurnar til dag­ liga húsarhaldið lækka, tí at lægri matvøruprísir høvdu verið kærkomnir hjá nógvum. Tíverri svaraði fíggj­ar­mála­ráð­harrin nei; sam­bært hon­um er hetta púr­asta ógjørligt. Matvørur lægri MVG Avvísandi svarið hjá fígg jarmálaráðharranum undr­ar meg, tí tá ið hetta ber til aðra­staðni, eigur tað eisini at bera til í Føroyum. Fleiri lond í Europa gera mun á MVG-takstunum, ser­ liga tá ið talan er um mat­ vørur. Summi lond hava sama lága MVG-takst fyri allar matvørur, meðan onn­ ur lond gera mun á, hvat slag av matvørum tal­an er um. Onkustaðni hava neyðsynjar-matvørur lág­an MVG-takst, meðan mar­g­ læt­is-matvørur hava høgan MVG-takst, og aðrastaðni er lágur MVG-takstur á heilsugóðum vørum. Nevn­ ast kann, at í Írlandi og í Ong­ landi er einki MVG á van­lig­ um matvørum. Umframt lægri MVG á ger­and­is­matvørum hava nógv lond lægri MVG á heilsu­góð­um vør­um. Nógv heilsu­starvs­fólk mæla til júst hetta, tí at rætt­ur og sunn­ur kostur er fyri­byrgj­ andi fyri sjúkur so sum krabbamein, hjarta-æðra­ sjúk­ur og diabetes. At hava betri ráð til at eta rætt­an kost hevur tí stóran týdn­ing fyri heilsuna hjá tí ein­staka menniskjanum, sam­stund­is sum hetta kemur sam­fe­lag­ num til góðar við, at útreiðsl­ ur til heilsuverkið lækka. Undanførslur Fíggj­ar­málaráðharrin hevði nógv­ar undanførslur, tá hann í løgtinginum púra burt­ur­vísti møguleikanum at lækka MVG á ger­and­is­ mat­vør­um og á heilsugóðum mat­vør­um. Tað er ov ringt at um­sita. Tað er ov dýrt fyri lands­kass­an. Tað ber ikki til at semj­ast um, hvørjar mat­ vør­ur eru sunnar og hvørjar eru ósunnar, vóru nakrar av hes­um undanførslum. Tað hevði verið meira áhugavert, um fíggj­ar­mála­ ráð­harr­in í svari sínum hevði gjørt sær eins stóran ómak við at hyggja at tí, sum ber til, heldur enn einans at hyggja at tí, sum ikki ber til. Nú eigur fíggja­r­mála­ ráð­harr­in saman við sínum aðal­ráði og øðrum góðum fólki at gera eitt størri út­ grein­ing­ar­arbeiði, so at vit kunnu fáa fleiri og sakligari upp­lýs­ing­ar um møguleikar at brúka MVG-takst til at fáa bíl­ig­ari gerandismatvørur í før­oyska samfelagnum. Ein slík lækking røkkur út í øll heim­ini og kemur ikki bara teim­um fáu til góðar. – ein áminning 25-ára dagin fyri, at Múrurin fall Marxist-leninisman, Berlinmúrurin og friðarrørslurnar MVG - eitt amboð at lætta um í gerandisdegnum