Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-10, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. november 2014síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 10. november 2014 · Nr. 128 ítróttur Pætur Albinus Føroyska bad­min­ton­lands­ lið­ið hevur um vikuskiftið lut­tik­ið í EM-undankapping fyri lið, sum varð spæld í Lendava, Slovenia. Tey, sum umboðaðu føroyska lands­ lið­ið, vóru Benjamin Gunn­ ar­stein, Nikolaj Gunnarstein, Nicl­as H. Eysturoy, Rógvi Pou­lsen, Sigrun Smith, Rann­ vá D. Carlsson, Brynhild D. Carls­son og Kristina Eriksen. Landsliðið var savn­að til fyrireikingar í Keyp­manna­ havn í síðstu viku, áðrenn leið­in gekk til Slovenia, har fyrsti dystur varð spældur fríggja­dagin í síðstu viku. Fingu ein dyst Fyrsti dystur var ímóti verts­ tjóð­ini, Slovenia. Byrjað varð við blandaðum tvímansleiki, har Niclas H. Eysturoy og Sigr­un Smith taptu 7-21, 19- 21 ímóti Luka Petric og Tina Kodric. Eftir hetta var ein­ mans­leik­ur hjá monnum á skránni, har Benjamin Gunn­ar­stein mátti lúta 7-21, 6-21 ímóti Alen Roj. Í ein­ mans­leiki hjá kvinnum mátti Rann­vá D. Carlsson eisini líða stórtap – 12-21, 6-21 ímóti Kaja Stankovic. Leikast skuldi best út av fimm dystum, so við støðuna 3-0 til Slovenia var dysturin avgjørdur. Men allir fimm dyst­ir­nir skuldu spælast. Ben­ja­min Gunnarstein fekk ein skaða at dragast við, og tí vóru tað Niclas H. Eysturoy og Nikolaj Gunnarstein, sum myndaðu føroyska tví­mans­ leiki. Teir báðir gjørdu ikki mat­ari enn at vinna 2-1 við sett­úr­slitunum 21-15, 15-21, 24-22 ímóti Miha Horvat og Iztok Utrosa. Fimti og seinasti dystur var tvímansleikur hjá kvinn­ um, har Rannvá D. Carlsson og Sigrun Smith taptu 10-21, 11-21 ímóti Nika Koncut og Ana Marija Setina. Holland ov sterkt Holland telist millum fræg­ astu badmintontjóðir í Evr­ opa, og var tað tískil ikki hiss­ini mótstøða, ið bíðaðu før­oy­ingum leygardagin. Eitt tap var væntandi, so hetta var møguleiki at seta tey minni royndu, Rógva Poulsen og Kristinu Erik­ sen, í spæl. Tey spældu bland­aðan tvímansleik og taptu tvær ferðir 8-21. Søg­ an var tann sama í øllum lið­dyst­inum – Sigrun Smith megn­aði at fáa 15 stig í eina settinum, men annars vóru sigrarnir hjá Hollandi stór­ sigr­ar og Holland vann sum vænt­að dystin 5-0. Allarseinasti dysturin var ímóti Litava, og eisini her gjørd­ist talan um 0-5-tap. Í hes­um dystinum eydnaðist tað at fáa fleiri stig enn ímóti Hollandi, men undan ein­um 0-5-tapi slapst tó ikki. Brøðurnir Gunnarstein fingu tó eitt sett í tví­mans­ leik­inum, og førdi hetta til, at Før­oy­ar vunnu sær trý sett í kapp­ingini. Taptu settini vóru 29 í tali. albinus@sosialurin.fo badminton Badminton: Tað var eitt satt ódnarveður, sum føroyska badmintonlandsliðið rendi seg í við EM- kapping í Slovenia um vikuskiftið. Borðtennis: Veteranurin, Peter H. Niclasen, vann um vikuskiftið 2. GP-umfar í borðtennis. Badmintonlandsliðið fekk elddóp Tróndur Arge Grand Prix-kapping var í borðtennis í høllini í Trong­isvági leygardagin. Tal­an var um 2. kapping í røð­ini av seks. Eftir at tað ein­ans vóru 21 leikarar við í ársins fyrstu kapping, so var luttakaratalið nakað hægri hesaferð, nú 36 leik­ ar­ar møttu upp við batti í hond í Trongisvági. Í A-bólkinum var hørð kapp­ing um plássini, har Pætur Albinus í fyrstu kappingini vann á Peteri og tók sigurin í A-bólkinum. Í kappingini leyg­ar­dagin hittust júst hes­ir leikarar í síðsta um­ fari í kappingini, og støð­ an var tá, at teir báð­ir høvdu vunnið allar dyst­ ir­nar og at hesin dysturin skuldi avgera hvør streyk av­stað við gullinum. Peter lat tó ongan iva vera í hes­um dystinum, tí hann vann greitt 3-0. Triðja GP-umfar verð­ ur í høllini í skúlanum við Løg­mannabreyt í Hoyvík næsta leygardagin. Bólkavinnarar: A: Peter H. Niclasen, Tór B: Anna Mikkjalsdóttir, TBF C: Mikal Tummasarson, TBF D: Rói Hjaltason, Tór E: Victoria Hjelm Debes, Royn F: Heini Ludvig Hermansen, TBF Peter aftur á tindinum