mánadagur 10. november 2014síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. november 2014 · Nr. 128
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kyndil hevði nakað at hevna,
tá teir fóru til Klaksvíkar
leygardagin.
Í fyrsta umfarinum hetta
kappingarárið vann Kyndil
ein trivaligan sigur á vøll
inum, men uttan fyri vøll
in gekk minni væl, tá Aga
nevndin hjá HSF dømdi
Team Klaksvík at tapa dyst
in. Ein dystur, sum tó enn
ikki er avgjørdur, tí Kyndil
hevur kært avgerðina.
Leygardagin
eydnaðist
tó at fáa tvey stig við sær úr
Klaksvík, men hesa ferð var
um reppið, at Kyndil tveitti
sigurin burtur á vøllinum.
Fyri steðgin var nevnliga
einki, sum bendi á, at nakar
spenningur yvirhøvur skuldi
vera í dystinum. Kyndil var
flúgvandi, og serliga var tað
David Edvardsen, sum gjørdi
nógv um seg.
Hetta fekk heimaliðið at
fara út í mansverju av Ed
vardsen, og so fór brádliga at
knappast millum liðini. Tað
kom somikið nær, at bert tað
eina málið var á muni, men
tá Andreas Sólsker skoraði
í seinasta Kyndils-álopinum,
var leyst og liðugt hjá teim
um grønu.
VÍF á beinari finalukós
Sigurin ber við sær, at Kyndil
enn liggur væl fyri í tí, sum
líkist einum stríði um annað
plássið í deildini.
Enn er langt eftir á mál,
men avrikini hjá VÍF benda
á, at teir so ruddiliga vilja
sleppa í FM-finaluna aftur
í ár.
Tú kundi enntá tikið til,
at nú vinna vestmenningar
eisini á StÍF, og so kann ikki
ganga galið.
Meira enn nakað annað
lið hevur StÍF nevnliga arg
að Kyndil væl og virðiliga
seinnu árini. Tá júst hesi
bæði liðini hittast, tykist
stigatalvan at hava minni at
siga, og soleiðis varð eisini
hesaferð.
StÍf var nevnliga við til
seinasta bríksl í dystinum.
Eina løtu eftir steðgin tókt
ust vertirnir annars ætla sær
avstað, men teir megnaðu
ikki at halda trýstinum, og so
vann StÍF seg aftur í dystin.
Seinastu minuttirnar stóð
heilt nógv á, og bæði liðini
høvdu sínar møguleikar at
skora, men inn fór bólturin
ikki.
Tí vóru tað heimamenn
inir, sum kundu fegnast, tá
seinasta floytið hevði ljóðað,
og tí heldur VÍF framvegis
fast um oddasessin í deildini.
Hesa ferð varð alt avgjørt á
vøllinum, men tað var um reppið,
at Kyndil tveitti trivaliga leiðslu
burtur, tá teir vitjaðu í Klaksvík
VB og VÍF vilja ikki lata havnarfeløgini sleppa
avstað, og í løtuni líkist tað einum sera tøttum
dysti um finaluplássini í bestu kvinnudeildini
Trongt
í oddinum
Jákup Mørk
Alt bendir á, at vit í vetur
koma at uppliva eina ser
stakliga spennandi kapping
hjá kvinnunum.
VB beint longu frá sær, tá
tær í fyrsta dystinum spældu
javnleik móti Kyndli, og eftir
at tær sunnudagin vunnu á
verjandi greipuvinnarunum,
man standa teimum flestu
greitt, at VB so avgjørt skal
takast í álvara.
VB vann sær eina trygga
leiðslu stutt undan steðg
inum, men tað eydnaðist
gestunum at toga seg aftur
í dystin. Bara tíggju minuttir
fyri dystarlok stóð aftur á
jøvnum, og so kókaði av álv
ara hjá altíð væl uppløgdu
áskoðarafjøldini í Vági.
Seinastu løtuna var tað
tó aftur VB, sum fór avstað.
Leiðslan bar við sær, at
Kyndil noyddist at forcera
sítt álopsspæl, og so endaði
alt við einum á pappírinum
sera tryggum sigri.
Enn er Kyndil nummar
tvey á stigatalvuni, men tað
er ikki vist, at hetta verður
standandi so leingi. VB er í
løtuni sera væl fyri, og hóast
Neistin er á oddasessinum,
so er einki, sum bendir á, at
VB ikki skal fara fram um
bæði havnarliðini næstu vik
urnar.
VÍF vaknað
Eisini í Vestmanna er hond
bóltslagið hjá kvinnunum nú
um at gerast heilt gott.
Fyrstu umførini var VÍF
alt annað enn sannførandi,
og vit sóu ábendingar um
eitt lið, sum ikki hevði orku
til at sveiggja seg í nær nám
ind tí, sum tær avrikaðu í
fjør, tá pláss í FM-finaluni
varð úrslitið.
Nú er tó vent í holuni. Lið
ið hevur vunnið fýra av sein
astu fimm dystunum, og tá
einsamalla tapið kom í Vági,
so er hetta væl saktans til at
liva við.
Tað hevur eisini broytt
stigatalvuna, har VÍF nú er
beint í hølunum á hinum
oddaliðunum. Næsti dystur
in verður í miðvikuni, tá
tær á heimavølli taka ímóti
Neistanum, og tá fæst veru
liga at vita, hvat býr í teimum
gulu í ár.
Í fyrsta umfarinum í ár tapti VÍF óvæntað móti StÍF. Sunnudagin var eingin
ivi, og VÍF er nú av álvara við í oddastríðnum í Hvonn-deildini
Mynd: Álvur Haraldsen
Vestmenningar hava tað altíð trupult móti StÍF. Soleiðis var eisini hesaferð, men
tað eydnaðist tó oddaliðnum at toga ein tepran sigur til høldar
Mynd: Álvur Haraldsen
Kyndil mundi mist
ítróttur
hondbóltur
Hvonn-deildin
d
v
-
j
-
t
+ mál
-mál
málmunur
stig
1 Neistin
7
6
-
0
-
1
220
137
83
12
2 Kyndil
7
4
-
1
-
2
186
147
39
9
3 VB
6
4
-
1
-
1
159
125
34
9
4 VÍF
7
4
-
0
-
3
193
163
30
8
5 StÍF
6
3
-
0
-
3
147
125
22
6
6 Stjørnan
7
1
-
0
-
6
122
208
-86
2
7 Søljan
6
0
-
0
-
6
63
187
-124
0
Atlantic Airways-deildin
d
v
-
j
-
t
+ mál
-mál
málmunur
stig
1 VÍF
7
6
-
0
-
1
186
152
34
12
2 H71
7
5
-
0
-
2
175
139
36
10
3 Kyndil
7
4
-
1
-
2
164
141
23
9
4 Neistin
7
3
-
1
-
3
157
176
-19
7
5 KÍF
6
2
-
0
-
4
147
156
-9
4
6 StÍF
7
2
-
0
-
5
165
180
-15
4
7 Team Klaks
7
1
-
0
-
6
158
208
-50
2