mánadagur 10. november 2014síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 10. november 2014 · Nr. 128
ítróttur
hondbóltur
Jákup Mørk
Kyndil hevur vundið burtur
úr Team Klaksvík, og VÍF
vant burtur Neistanum. Men
Neistin vann móti H71, sum
vann sín dyst móti Kyndli,
og Team Klaksvík vann móti
StÍF, sum vann móti VÍF.
Stabilitetur hevur so ikki
verið lyklaorðið fyrstu um
førini av Atlantic Airways-
deildini í ár.
Seinasta vetur vórðu vit
vitni til eina kapping, har
tað leingi vóru bæði fýra og
fimm lið við í kapprenningini
um tey bæði plássini í FM-
finaluni, og skal metast eft
ir fyrstu umførunum nú í
heyst, so eru útlit fyri minst
líka spennandi kapping.
Sensatión á Skála
Tvey sera óvæntað úrslit
vóru at síggja um vikuskiftið.
Mest óvæntað var tað á
Skála, har Team Klaksvík
streyk avstað við øllum stig
unum.
Klaksvíkingar vóru alt
annað
enn
sannførandi
fyrsta umfarið, tá teir fingu
bank frá Kyndli. Móti KÍF var
tó nær við, at teir fingu stig
frá sær, og hesa ferð eydn
aðist so, hóast tað stóð heilt
nógv á móti StÍF.
Allan dystin á tamb leikaði
sera javnt á, og hóast gestir
nir hvødu vunnið sær eina
lítla leiðslu gjøgnum seinna
hálvleik, so var um reppið,
at alt fór fyri skeyti seinastu
lítlu
løtuna.
Men
bæði
Kjartan Johansen og Sveinur
Justinussen misnýttu, tá teir
høvdu møguleika frá brots
sparksblettinum, og so kundu
gestirnir fegnast um fyrsta
sigurin á vøllinum í ár.
Kyndil viknað
Heldur ikki í Hoyvík gekk
eftir bókini, tá Kyndil vitjaði.
Kyndil byrjaði annars árið við
buldur og brak, men í løtuni
mugu teir vera Hørð Fannar
Sigtórsson fyriuttan, og hetta
tykist merkjast bæði væl og
virðiliga.
Hoyvíkingar stríddust í
sínum lag, og hóast teir ikki
veruliga fingu glið á spælið.
Fyri tað mesta var tað Kyndil,
sum hevði nevið framman
fyri, og teir grønu vóru eisini
á odda, tá seks minuttir rest
aðu á talvuni.
Men júst sum tað hendi,
tá Kyndil spældi grannaupp
gerð í miðvikuni, so steðgaði
aftur upp hesaferð. Kyndil
skoraði einki mál seinastu
minuttirnar,
meðan
H71
fekk tvey av slagnum, og tað
var akkurát nóg mikið til at
tryggja vertunum sigurin.
Neistin á odda
Nýtt oddalið í Atlantic Air
ways-deildini er Neistin, sum
við sigrinum á KÍF tók seg
upp á fimm stig.
Fyrstu trý korterini á
Hálsi var talan um serstakliga
javna uppgerð, men teir bláu
tykjast vera væl fyri krops
liga, og tá kollfirðingar eina
løtu slakaðu nakað, vórðu teir
skjótt revsaðir.
Neistin helt muninum
helt fram til seinastu min
uttirnar. Tá skutu gestirnir
fýra mál á rað, men hóast tað
soleiðis bert gjørdist tað eina
málið á muni, so var týdning
urin mest av øllum kosmet
iskur, tí stig fyri ómakin fekk
KÍF ikki.
Fyrstu umførini av manskappingini í hondbólti benda á, at vit
aftur í vetur hava eina kapping, har tað er trupult at peika
á greiðar favorittar, og har øll kunnu vinna á øllum
Víðopin
kapping
Greiðir
stórsigrar
Tað var mest sum givið
upp á forhond, og hvørki
Søljan ella Stjørnan kundu
á nakran hátt nerta mót
støðuna, tá spælt varð um
vikuskiftið.
Søljan vitjaði í Havn,
har Neistin vann 41-11. Bara
trý mál skutu gestirnir
fyri steðgin, og tað sigur
tað mesta av søguni um,
hvussu stórur munurin
var.
Sama skil var í Klaks
vík, har Kyndil vitjaði hjá
Stjørnuni. Har var mun
urin ikki heilt so stórur,
men vertirnir fingu bara
fimm mál undan steðg
inum, og so var einasti
spurningurin,
hvussu
stórur sigurin hjá gestun
um skuldi verða.
Kyndil og Neistin vunnu tryggar
sigrar, tá tær í gjár spældu móti
teimum báðum niðastu liðunum
Besta kvinnudeildin
d
v
-
j
-
t
+ mál
-mál
málmunur
stig
1 Kyndil
4
3
-
1
-
0
114
87
27
7
2 Neistin
4
3
-
0
-
1
137
79
58
6
3 StÍF
3
2
-
0
-
1
76
57
19
4
4 VB
2
1
-
1
-
0
56
32
24
3
5 VÍF
3
1
-
0
-
2
80
79
1
2
6 Stjørnan
3
0
-
0
-
3
53
109
-56
0
7 Søljan
3
0
-
0
-
3
31
104
-73
0
Atlantic Airways-deildin
d
v
-
j
-
t
+ mál
-mál
málmunur
stig
1 Kyndil
4
2
-
1
-
1
98
76
22
5
2 Neistin
4
2
-
1
-
1
89
101
-12
5
3 VÍF
3
2
-
0
-
1
77
59
18
4
4 KÍF
3
2
-
0
-
1
86
83
3
4
5 H71
3
1
-
0
-
2
65
70
-5
2
6 StÍF
4
1
-
0
-
3
98
109
-11
2
7 Team Klaks
3
1
-
0
-
2
80
95
-15
2