Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-10, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. november 2014síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. november 2014 · Nr. 128 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Pætur Albinus Nú er aftur lív í flogbóltinum á Tvøroyri, har fremsta kvinnu­liðið so mangan hevur spælt við í oddanum og givið trúgvu heimaáskoðarunum okk­urt at fegnast um. So­ leið­is hevur tó ikki verið sein­astu árini, tí eftir at fleiri pro­fil­ar fluttu av landinum og aðra­staðni í Føroyum, so hev­ur verið heldur soltið við góð­um úrslitum. Men nú tykist vend vera komin í. Legendan í før­oysk­ um kvinnuflogbólti, Gudrid Nols­øe, spælir nú aftur við TB. Hon er leikandi venjari. Aft­ur­at sær í hópin hevur hon eisini fingið fyrrverandi før­oyska landsliðsleikaran, Katr­ina Petersen, og eru tær báðar umgirdar av ein­ um ungum ættarliði av góð­ um leikarum. TB hev­ur hesi seinastu fáu árini nevni­liga havt nógvar gent­ur á bæði U17- og U19-kvinnu­lands­lið­ un­um, og eru tær nú um at verða vaksnar til at gera seg gald­andi í bestu deildini. Hjartað í TB Seinasta kappingarár spældi Gudrid Nolsøe við Mjøln­ir. Umstøðurnar í fe­ lag­num tá gjørdu, at hon valdi at fara til Klaksvíkar at spæla flogbólt, men nú er hon vend heimaftur at end­ur­reisa flogbóltsfelagið í heim­býnum. Tað var tá ið kapp­ingarárið í fjør var hálv­runn­ið, at boð vóru eftir henni. – TB stóð uttan venjara og tað er ikki lætt at finna ein flogbóltsvenjara, ið skal ferð­ast ímillum ella búgva í suðri. Tá ið felagið vendi sær til mín, hugsaði eg, at TB flog­bóltur hevur givið mær sera nógv gott í lívinum, og hví ikki geva nakað aftur. Ungu evnaríku leikararnir høvdu stóran tørv á at fáa ró og stabilitet á og rundan um liðið, og hetta metti eg, at eg kundi geva teimum, sigur Gudr­id Nolsøe, sum metir tað vera best fyri seg, at hon aft­ur er á Tvøroyri og spælir. – Eg eri glað fyri at eg kundi vera felagnum til gang og aftur fekk sett míni merki á liðið, sum vit bara arb­eiða víðari við hetta kapp­ing­ar­ árið. Sum øllum kunnugt, so skal ein úr suðri brúka nógva tíð upp á at ferðast við Smyrli, og við familju og arbeiði á Tvøroyri, er tað mest praktist at spæla við TB. Eg vildi meir enn fegin vera ein partur av TB flog­ bólti aftur – tað er jú her, at hjart­að liggur, sigur hon. Onga útbúgving Á vøllinum kenna vit Gudr­ id Nolsøe sum eina leið­ ara­typu, og tað er helst tí eisini nærliggjandi, at hon er venjari. Hóast hon hevur verið venjari í Meist­ara­ deildini í fýra ár, t.e. ár­ini 2003, 2004, 2010 og 2013, so hev­ur hon onga venj­ara­út­ búgving. – Eg hevði hugsað mær at fingið venjaraútbúgving inn­an flogbólt, men av tí at eg noyðist av landinum fyri at fáa hetta, er tað ikki so lætt við arbeiði, fam­ilju og nógvum øðr­um verk­ætl­an­ um í lok­al­sam­fe­lag­num, sig­ ur Gudrid, sum hevði ynskt sær, at flogbóltssam­band­ið legði seg eftir at fáa fleiri útbúnar venjarar. – Tað hevði verið ynskiligt og kanska lættari, um flog­ bólts­sam­band­ið eggjaði til og skapti sam­band við slíkar út­búgv­ing­ar, soleiðis at vit fingu fleiri útbúnar før­oysk­ ar flogbóltsvenjarar. Tað meti eg hevði verið við til at betr­að støðið í føroyskum flog­bólti nógv, sigur hon. Nevndin er við Tað, at tað nú aftur hevur eydn­ast TB at samansjóva eitt sterkt lið, er í stóran mun nevnd­ini at takka, heldur Gudr­id. Hon kennir eisini á sær, at tvørafólk vísa liðnum stór­an áhuga í ár. Í fyrsta lagi vísir hon á, at fyri­tøk­ur, stórar sum lítlar, hava verið ógvu­liga jaligar og stuðl­að lið­num á ymiskan hátt. Har­um­framt hevur nevnd­in eisini syrgt fyri, at trivn­að­ur­in er góður. – Nevndin ger eitt stórt arb­eiði fyri at hópurin hev­ ur og fær alt, ið hann hevur tørv á. Eitt nú fyri at eg sum leikandi venjari kann hug­ savna meg um at koma í krops­liga venjing saman við lið­num, hava vit fingið Jón Jo­hannesen at standa fyri hesum partinum. Hann hev­ ur nógvar roynd­ir innan fót­ bólt og und­ir­vís­ing, og hann hevur nógv at geva okk­um sum flog­bólts­leik­ar­ar. Hetta hava vit verið ómetaliga glað fyri, sigur Gudrid. Sum ítróttarfólk í Suð­ur­ oynni fer nógv tíð við at sigla um Trongisvágsfjørð, og í tí sam­bandi hevur nevndin út­ veg­að hópinum bilar til láns til tess at gera ferðina smid­ lig­ari. Vil hava ungar fram Gudrid sigur seg vera til­vit­ aða um, at teir heilt ungu leik­ar­ar­nir skulu slúsast inn á lið­ið. Hon vísir á, at tríggjar 16 ára gamlar eru fastur part­ ur av hópinum. Tær eru Sha­ ron Holm, Sofía Maria Ferjá og Rebekka Nielsen. – Eisini hava vit fleiri 14 ára gamlar, sum venja við besta liðnum og sita á beinkinum til dystir og síggja hvussu tað gongur fyri seg og hvat skal til fyri at spæla í meistaradeildini, sigr hon. Hon heldur, at góða ungdómsarbeiðið í nógv ár hevur kastað góð úrslit av sær í ungdómsdeildini, men at ungdómurin ikki hevur sligið til í bestu deildini. – Nevnd og venjaratoymi eru tilvitað um hetta og arbeiða við at fáa ein felagsleist viðv. venjingum í felagnum. Vit vita ikki við vissu hví støðan er soleiðis, men ein orsøk kann vera, at ungdómurin flytur av oynni í lestrarørindum aloftast tá ið tey eru 19 ár. Hetta setir krøv til felagið um at vit sum venjarar mugu skunda undir at leikarar vera búnir at leika við bestu deildini tá ið tær eru 16 ára gamlar. Hetta hevur verið forsømt í fleiri ár og er ein av orsøkunum til at TB-kvinnurnar ikki hava verið ímillum fremstu liðini í kappingini, sigur Gudrid. Vilja í finalurnar Sum ein liður í strembanini eftir at røkka tindunum aftur, hevði TB til hetta kappingarárið útvegað sær styrk úr Serbia. Talan var um 24 ára gomlu Bojanu Drulovic, sum var so óheppin at slíta hælsinuna bara tvær vikur eftir at hon kom higar. – Tað er ein sera óheppin støða fyri báðar partar, men eg haldi at okkara egnu evna­ ríku TB-leikarar hava tik­ið enn størri ábyrgd við harð­ ari og miðvísari venjing fyri at fáa TB aftur á toppin í før­ oyskum flogbólti. Mín hug­ sjón er, at tær lokalu kreft­ir­ nar eru tær mest umráðandi á einum liði og í einum felag, held­ur Gudrid og setir sær høg mál við hesum TB-lið­ num. kvinnur flogbóltur – Eg vildi meir enn fegin vera ein partur av TB flogbólti aftur – tað er jú her, at hjartað liggur, sigur veteranurin í føroyskum kvinnuflogbólti, Gudrid Nolsøe, sum nú aftur er í barndómsfelagnum og hevur sett sær stór mál. - Málið fyri kappingarárið er at koma í steypa- og FM-finaluna, men vit spæla ein dyst á gangin, og við tí fyri eygað vóna vit at røkka málinum, sigur hon. Nú er aftur lív í TB flogbólti