Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-10, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. november 2014síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 10. november 2014 · Nr. 128 ítróttur – Eg haldi heilt greitt, at TB fer at finnast ímillum fremstu liðini í Eik-liguni í ár. Málið fyri kappingarárið er at koma í steypa- og FM-fin­ al­una, men vit spæla ein dyst á gangin, og við tí fyri eygað vóna vit at røkka málinum, sig­ur Gudrid Nolsøe at enda. albinus@sosialurin.fo flogbóltur kvinnur Vit læra av Gudrid Hópurin: Marin Dimon, Rannvá Berg Í Heiðinum, Femja Mortensen, Rebekka Magnussen, Gudrid Nolsøe, Katrin Petersen, Gunnvør Joensen, Bojana Drulovic, Sharon Thora Holm Haynes, Sofía Maria Ferjá Rebekka Nielsen 19 ára gamla Marin Dim­ on, sum spælir við besta TB-liðnum á fimta árið og hevur spælt bæði við U18- og U19-landsliðnum, sig­ur, at tær eru glaðar fyri at hava Gudrid aftur í felagnum. – Gudrid er komin aft­ur til TB í ár, og hetta eru vit væl nøgdar við. Hon er ein leikari, ið vit all­ar kunnu læra nógv av og sum fer at hava nógv at siga fyri liðið í ár. Hon hevur nógvar roynd­ir og hetta er bara gott fyri liðið. Vit fáa góða tekn­iska venjing frá Gudr­ id, og við hjálp frá Jón Jo­ hannesen klára vit eisini at halda formin. Hetta er týdn­ing­ar­mikið fyri at náa so langt sum gjørligt sig­ur hon og heldur fram: – Gudrid er sera fok­u­ ser­að uppá flogbóltin, hon legg­ur nógva orku í hetta, og tað sær man aftur inni á vøll­inum. Vit hava fingið Katr­in Petersen á liðið hjá okkum aftur í ár, og eru vit glaðar fyri hana. Hon hevur eisini sínar roynd­ir. Hon hevur verið á ungdómslandsliðnum nakr­ar ferðir og eisini á A-lands­lið­num, Vit kunnu læra nógv frá henni eisini. Hon er ein sera góður spæl­ ari, røsk og hevur viljan at vinna. Við styrki frá Katrin og Gudrid í ár, vænti eg at vit kunnu koma langt, sig­ ur Marin. Hon staðfestir, at mál­ið er at vinna FM og steypa­ kapp­ingina. – Málið hjá øllum lið­ un­um er sjálvandi altíð at fara eftir greipuni og hetta er eisini okkara mál. Men vit fokusera uppá ein dyst at gangin. Við góðum og stuðlandi áskoðarum, ið hava nógv at siga fyri okk­ um, vóna vit at tað fer at gangast væl og at TB aft­ ur kemur at liggja ovast á stiga­talvuni, sigur Marin Dim­on at enda. albinus@sosialurin.fo Marin Dimon: Myndir: Dia Holm