Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-10, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. november 2014síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. november 2014 · Nr. 128 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Tað var boðskapurin frá feløgunum, nú kappingarárið 2015 skal leggjast til rættis. Eisini var uppskot um, at dómarin skal hava fleiri møguleikar velja millum revsingar, tá talan er um reytt kort Byrja fyrr og enda fyrr Mynd: Álvur Haraldsen Tróndur Arge Leygardagin hevði FSF sam­an við feløgunum eft­ ir­met­ing­ar­fund av kapp­ ing­ar­árinum 2014. Flestu f­e­løg­ini vóru umboðaði á fund­in­um, sum vardi stóran part av leygardegnum. Mill­ um málini, ið vóru frammi var eftirmeting av kapp­ ing­ar­árinum 2014, leggja til rættis kappingarárið 2015, leikabann, umframt at millum annað deild spæl­ara­ loyvi ikki verða loyvd í fram­ tíð­ini. Fáar viðmerkingar til 2014 Hóast tað er eitt stórt putli­ spæl at leggja eitt kapp­ing­ ar­ár til rættis, so vóru fáar við­merk­ingar í sambandi við farna kappingarár. Fundurin gekk væl. Kapp­ing­ar­árið 2014 er lagt í tøtt­um samstarvið við fe­ løg­ini og niðurstøðan er, at kappingarárið hevur eydn­ast væl. Tað er tó eitt ynski um, at kappingarárið í fram­tíðini endar áðrenn lands­liðs­um­ far­ið í oktober, sigur Jákup Mart­in Joensen, formaður í kappingarnevndini hjá Fót­ bólts­sam­bandinum. Størsta málið í samband við at leggja kappingarárið 2015 til rættis er, at feløgini ynskja at stytta kappingina og at hon skal enda fyrr. -– Tað tykist vera semja um, at kappingarárið skal enda fyrr, men av tí at dystartalið er tað sama, so mugu vit eisini byrja fyrr. Tað merkir, at kapp­ing­ in má byrja tíðliga í mars mánaði komandi ár. Tað er landsliðsumfar í sept­ember og í oktober. Í báð­um førum er talan um dup­ult­um­far og tað órógvar lands­kapp­ing­ ina. Tað fáa vit ikki gjørt nak­ að við, men tað er nakað vit mugu fyrihalda okkum til, sig­ur Jákup Martin Joensen. Eitt annað elemtemt, sum kann koma at órógva kapp­ ing­ina 2015 er lutakastið til U21 undankappingina. Lutakastið til U21 und­ an­kapp­ing­ina er í feburar. Fell­ur tað lutakastið ikki til okk­ara fyrimun, so hava vit onkr­ar trupulleikar, men vit hava ein ætlan um hvussu vit takla tað, sigur Jákup Mart­in Joensen, formaður í kapp­ing­ar­nevndini. Kapp­ingarnevndin legði fram tvey uppskot til lands­ kapp­ing komandi ár, men hvørki bleiv viðtikið á fund­ in­um. Feløgini ynskja at byrja kappingarárið longu heilt tíðliga í mars mánaði. Tað uppskotið er nú farið út til feløgini, sum skulu verða við til at góðtaka hvussu kapp­ing­arárið skal síggja út. B36 ynskir broytingar um leikbann Eitt av málunum, ið bleiv tik­ið upp var leikbann, sum spælarar fáa fyri tað í nevnist hevnisøka. Málið hev­ur sín uppruna í fjór sein­asta leikumfari, tá Hørð­ ur Askham, miðverji hjá B36, bleiv útvístur fyri at sparka Hall Hansson, mið­ vall­ara hjá Víkingi, meðan bólt­ur­in ikki var í spæl. Sjón­bandamyndirnar vísa, at tal­an er um bleytt spark, sum Víkinga spælari ikki fær mein av. Alíkavæl fær Hørð­ ur Askham tríggjar dystir leik­bann. Her ynskir B36 og fe­løgini, at talan skal verða um fleiri møgleikar at geva lin­ari leikbann í samband við hevn­i­søku. – Feløgini hava møguleika at koma við uppskotum og eitt av uppskotunum var, at vit skulu eftir hyggja hvussu vit geva leikbann til tað ymsu revsingarnar. Tað var semja millum feløgini, at vit skulu hyggja upp á tað aft­ur. Tað taka vit sjálvandi til eftirtektar, sigur Jákup Mart­in Joensen. Ransin N. Djurhuus, dóm­ ari, heldur tó ikki at tað er neyðugt við fleiri møgu­ leikum at krossa av í dóm­ ara­frá­greiðingini. Tað meti eg ikki. Vit hava nokk av møguleikaum at krossa av innanfyri tað sum vit skulu døma um sam­bært dómaralógini, sig­ ur Ransin N. Djurhuus við ítróttartíðindini hjá Kring­ varp­inum. Heldur saknar hann sam­ svar til millum dóm­ara­frá­ greið­ing og revsingar frá kapp­ing­ar­nevndini, tó uttan at nevna dømu um hvar hetta ikki hevur samsvara. Onnur evni Sum skilst, so vóru tvey onn­ ur evni á fundinum, at FIFA hev­ur hert reglugerðina við flytingarvindeygum og deild­um spælararloyvi. Tað merkir millum annað, at flytingarvindeygu eisini koma at umfata lægru deild­ ir­nar hjá teimum vaksnu. Eitt annað mál er, at tað verð­u­r ikki longur loyvi at hava deilt spælaraloyvi. Hetta er tá ein spælari í sama kapp­ing­arárið umboðar tvey feløg í senn. Hetta kann verða ein ungur spælari, sum umboðar eitt felag í vaksna­mannafótbólti, men av øðr­um orsøkum spælir ung­dómsfótbólt í øðrum felagi. Hetta er ikki óvanlig fyri smærri feløgini, sum ikki hava lið í øllum deildum. So er spurningurin um hetta kann koma at hava eina keði­ liga ávirkan fyri ávísar spæl­ ar­ar og ávís feløg? trondur@sosialurin.fo fótbóltur Venda kappingini á høvdið? Tað hevur fyrr verið upp á tal, at føroyskur fótbóltur skal venda kappingini á, soleiðis at FM vinnarin verður funnin um summari. Hetta fyri at umganga at avgerandi dystir verða spælir í ringum veðrið í oktober. Til eftirmetingar­fund­in hesa ferð var Venj­ar­felagið boðið við. Her hevði Áki Johansen, næstformaður, eina framløgu um fyrimunir og vansar við at broyta kappingina. Hugskotið kemur, eftir at onkur venjari nevndi ringa veðrið rundan um avgerandi dystirnar. Tann bóltin tóku vit til okkum og kallaðu allar Effo-venjararnar inn til fund hjá venjarafelagnum, greiðir Áki Johansen og heldur fram. Tað var skjót at onnur kjakevni eisini komu fram. Hvussu nógv lið skulu verða í bestu deildini og hvat kunnu vit gera til fram fyri føroyskum fótbólti, sigur Áki Johansen. Fótbóltssambandið visti um fundin og bjóðaði venjarafelganum at gera eina framløgu á eftirmetingarfundinum. Áki vísir á, at kjakið eisini tekur støðið í hvussu grannalondini hjá okkum gera. Nakrir av spurningunum, sum skulu svarast eru hvat vit gera við eina summarferiu um vit venda kappingini á. Føroysku feløgini klára seg eisini betri og betri í Evropa og tað setur somuleiðis krøv til kappingina. – Nú hava vit kasta nakrar bóltar í luftina og fingið eitt kjak í gongd, sigur Áki Johansen at enda.