Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-10, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. november 2014síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 10. november 2014 · Nr. 128 U m vikuskiftið hevði FSF og feløgini eftirmetingarfund fyri kappingarárið 2014. Tað vóru fáar, fyri ikki at siga ongar, viðmekringar til kappingarárið 2014. Tað er sæð fyrr, at feløg hava hug at ilskast um alt, sum FSF ger. Tað er lætt at geva teimum skyldina fyri nógv, men leisturin í løtuni merkir, at um tú hartar FSF, so hartar tú teg sjálvan. Kappingarnevndin ger nevniliga tað, at hon leggur kappingina út til feløgini, sum síðani sjálvi taka støðu til hvussu kappingin skal leggjast til rættis. Hetta er í stóran mun í tí andanum, sum Fótbóltssambandi eigur at virka undir. FSF er feløgini og feløgini eru FSF. Tíbetur bleiv ársins kapping avgreidd uttan at veðrið fekk ein avgerandi leiklut. Hóast tað, so er eitt ynski um at fyribyrgja hesum trupulleikaum í framtíðini. Tað verður gjørt við at flyta kappingina fram, soleiðis at fyrstu dystirnir verða spældir longu í mars tíðliga í mars mánaði. Sostatt sleppa vit undan at spæla avgerandi dystir seinast í oktober mánaði. Er veðrið ringt í mars mánaði, so eru nógvir møgulekar at fáa spælt dystirnar í leypi av árinum. Tann møguleikan hevur tú ikki móti endanum av kappingarárinum. Eitt afturvendandi kjak er, at vit skulu venda kappingini, soleiðis at ein vinnari verður funnin longu í juni. Venjarafelagið hevur fyrr í ár samlað allar venjararnar í Effo-deildini og sett hol á kjakið. Tí hevði FSF bjóðað teimum við á eftirmetingarfundin at gera eina framløgu. Soleiðis kunnu partarnir nú gera sær eina gjølla meting av um tað er vert at halda fast í tí hugskotinum. Vónandi gongur tað eins væl at leggja kappingarárið 2015 til rættis. Rokleysur eftir­ metingar­ fudur Ítróttar klumman Tróndur Arge ítróttur ítróttartoymið Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Jákup Mørk Álvur Haraldsen André Olsen Teitur Joensen Pætur E. Jensen ítróttur