Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. november 2014síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. november 2014 · Nr. 129 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hevði ikki var­skógvað aftur uttan vernd Mortan Østerø So skjótt eg spyrji Hans Petur Joensen nærri um sína varskógvan í samband við undir­fíggingina av Strand­ ferðsluni, ger hann greitt, at hann úttalar seg ikki sum fyrr­verandi fíggjarstjóri á Strand­faraskipum Landsins. Hann hevur nevniliga fram­ vegis loyalitetsskyldu mót­ vegis SSL sum starvsfólk. Tað merkist týðiliga, at orða­streymurin frá honum er væl­umhugsaður. Hann hevur goldið høgan prís fyri at boða frá um tær óneyðugu sparingar­nar, sum sperdu SSL fíggjarliga. Speiðið tykist óneyðuga eyðsæð, at Hans Petur nú liggur til last fyri fíggjar­ligu trupulleikarnar á Strand­ferðsluni, sum hann upp­runaliga sjálvur boðaði frá. – Eg hevði ikki gjørt tað aftur, um eg hevði havt ta vitan­ina, sum eg nú havi og vil heldur ikki ráða nøkrum til at boða frá óreglusemi. Hans Petur Joensen er bú­settur í Suðuroy, men eftir at hava mist starvið hjá sær sum fíggjarstjóri í Strand­faraskipum Landsins, dugir hann illa at síggja eina framtíð hjá sær har. Tað kemur fram í kjalarvørrinum av misálitinum, ið varð reist móti Johan Dahl, Vinnu­ mála­ráð­harra, sum bjóðaði eitt hvast orðaskifti móti fyrr­verandi leiðsluni í Strand­fara­skipum Landsins. – Eg fekk nógvar ákoyr­ ingar fyri mínar førleikar sum fíggjarstjóri, og onkurs­ vegna gjørdur til synda­ bukk fyri óheimilaðu meir­nýtsluna hjá Strand­ ferðsl­uni orsaka av til­vitaðu undirfíggingini frá myndu­ leik­ans síðu. Niðurgerðin av mær merkir allarhelst, at eg havi avmarkaðar starvs­ møguleikar – av sama slag – í framtíðini. Men í orðaskift­ inum í Løgtinginum kunnu politikarar ikki ábyrgdast fyri sínar útsagnir, og sostatt kann eg ikki eingong stevna nakran fyri ærumeiðing, sigur Hans Petur. Má vera leys av embætisverkinum Frágreiðingin, sum Johan Dahl hevði handað sínum floks­feløgum fyri at vissa hesar um at fella mis­álit­ inum segði tað beint øvuta av tí, sum Hans Petur Joensen annars hevði ført fram. Fyrrverandi fíggjarstjórin hevði víst á, at sparitiltøk máttu setast í verk fyri at halda seg innan fyri játtanar­ karmin. Frá­greiðingin hjá Johan Dahl beinleiðis stað­ festi, hinvegin, at fyrrverandi fíggjarstjórin, Hans Petur Joensen og fyrrverandi stjórin, Bogi Mortensen, vórðu koyrdir úr starvi, tí at har valdaði ov nógv fíggjar­ ligt óskil og vantandi spari­ til­tøk. Onkursvegna kann tað tulkast sum orð móti orði. – Makt-elitan í Føroyum er total og fer at gera alt fyri at verja seg sjálva. Tey varskógvaraskipan – Tað er avgjørt tørvur á einari varskógvaraskipan í Føroyum. Í núverandi støðu eru tað tey, sum eru í hægra stiginum innan almenna hierarkiið, sum eru nógv betri vard enn starvsfólkini á einum arbeiðsplássi. Altso verður myndugleikin betri vardur enn stovnurin. Tá ið tað so verður orð í móti orði er greitt, hvør stendur við yvirlutan, sigur fyrrverandi fíggjarstjórin á Strandfaraskipum Landsins, sum boðaði frá undirfíggingini av Strandfaraskipum Landsins