týsdagur 11. november 2014síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 12. november 2014 · Nr. 129
sum hava ábyrgdina av
mistøkum ella vanstýring
sleppa snikkaleys og flyta
ábyrgdina oman á onkran
longri niðri í skipanini – sum
eitt nú ein landsstýrismaður
kann isolera ein stovn, í hes
um førinum SSL – og seta
ábyrgdina á leiðsluna har.
Eftir viðferðina, sum Hans
Petur kennir seg hava fingið
frá
Vinnumálaráðnum,
vildi hann mett, at ein var
skógvaraskipan ikki hevði
virkað fyri arbeiðstakaran,
um hon lá undir embætis
verkinum.
Álitið
á,
at
embætisverkið tænir fólk
inum og kann virka óheft
frá sínum landsstýrismanni
er horvið hjá Hans Peturi.
– Embætisverkið hevur í
hesum førinum treytaleyst
vart sín landsstýrismann.
Tað tykist eins og tað hevði
havt ov stórar fylgjur fyri
embætisverkið, um lands
stýrismaðurin hevði átikið
sær ábyrgdina fyri fíggjar
liga óskilið í Strandferðsluni.
So høvdu bæði landsstýris
maður og aðalstjóri heft fyri
málið og kanska onnur við.
Tá er tað lættari, fyri ikki at
siga kostnaðarminni, at flyta
ábyrgdina og próvbyrðuna
longur oman í skipanina.
Varskógvaraskipan
neyðug
– Um tey, sum hava ábyrgd
ina sleppa snikkaleys, meðan
onnur verða ofra, so riggar
skipanin ikki. Tí má ein
varskógvaraskipan loysast
frá
embætisverkinum,
tí
tað kann koma fyri, at tey
verja seg sjálvi. Sum nú er,
so sleppa tey máttmiklu
onkursvegna
at
pallseta
veruleikan í fjølmiðlunum
í nógv størri mun enn tann
einstaki
hevur
resursir
til. Tað verður skaptur ein
politiskt-fjølmiðlaskaptur
»veruleiki«, sum sleppur at
standa uttan mótsvar, tí al
mennu starvsfólkini tora
ikki at geva eitt mótsvar og
siga sannleikan.
Hóast nógvan mótgang í
seinastuni, hevur hann eisini
merkt nógvan stuðul frá
fólki og politikarum fyri at
hava átalað Vinnumálaráðið.
Hann metir føroyingar vera
ógvuliga solidariskir. Men
vanbýti millum rættindini
hjá arbeiðstakara og -gevara,
setir, sambært Hans Petur
Joensen,
føroyska
fólka
ræðið og talufrælsið í vanda.
Hann hevði ikki talað at, um
hann var komin í støðuna
aftur, uttan at hann hevði
lógartryggjaða vernd.
–
Mínar
royndir
við
Whistleblow vísa, at onki
rættvísi er til, um tað er
myndugleikin, sum hevur
gjørt nakað skeivt. Eg bleiv
sjálvur ofraður og gjørdur
til syndabukk og útspiltur
við navns nevni av landsins
hægstu
frá
Løgtingsins
røðarapalli. Tað vil eg ikki
ynskja nøkrum øðrum al
ment settum, tí hesi eru vil
korini í Føroyum í dag.
– Um eg visti hvørja við
ferð og hvørjar avleiðingar
mín varskógvan fekk, so
hevði eg ikki boðað frá. Men
var ein slík varskógvara
skipan, so hevði eg avgjørt
gjørt tað aftur. Veruleikin er,
at alt ov nógv aftra seg við
at úttala seg, og kanska eis
ini hava fingið munnkurvar
frá sínum arbeiðsgevarum,
sigur Hans Petur og vísir
til málið um sparingarnar á
Eysturoyar Ellis- og Røktar
heimi,
har
starvsfólkini
fingu áminning, at einans
stjórin kundi úttala seg
vegna stovnin, tó at einki
varð nevnt um teirra grund
lógartryggjaða rætt at úttala
seg um stovnin.
mortan@sosialurin.fo
varskógvaraskipan
Føroysk
varskógvara-mál
Hvat er
'whistle-blowing'?
Søla av ótollaðum vørum
Í grannskoðarayrki sínum kom Sveinur Tróndarson í 1992 fram
á sølu av ótollaðum vørum í S/Pf N. Niclasen, sum Jørgen
Niclasen tá var stjóri á. Fleiri enn 20 ár seinni starvaðist Sveinur
sum tíðindaleiðari á portal.fo og hevði fingið innlit í gamla
málið. Trupulleikin var, at Sveinur hevði tagnarskyldu um teir
upplýsingarnar, sum hann ikki hevði fingið innlit í. Tá ið høvuðs
persónurin í søguni um sølu av ótollaðum vørum var sitandi
fíggjarmálaráðharrin, Jørgen Niclasen, fekk málið sjálvsagt drúgva
umrøðu í fjølmiðlunum. Nú eru starvsfólk úr Kringvarpinum og
Sveinur Tróndarson sjálvur stevnd av fíggjarmálaráðharranum.
Tunnilsmálið
Løgtingið hevði givið Landsstýrismanninum í Innlendismálum,
Kára P. Højgaard, fulla heimild at fara undir kostnaðarmestu
verkætlanina í Føroya søgu – Skálafjarðartunnilin. Við síni
heimild, gjørdi Innlendismálaráðharrin eina loyniliga avtalu við
Copenhagen Infrastructure Partners – CIP. Tá ið almenningurin
varð kunnaður um avtaluna, varð sett fram krav, at hon skuldi
viðgerast í Løgtinginum. Trupulleikin her var, at avtalan var loynilig
– tingfólkini skuldu altso undirskriva ein sáttmála, uttan at kenna
innihaldið, fyri kostnaðarmestu verkætlanina í føroyskari søgu.
Ein dulnevnd fráboðan úr Innlendismálaráðnum varð í hesum
sambandi send fjølmiðlunum; landsstýrismaðurin varð koyrdur frá
og avtalan varð strikað.
Sparitiltøk á Eysturoyar
Ellis- og Røktarheimi
Fíggjarlógin fyri 2013 hevði ásett nógvar sparingar, sum komu
at raka almannaverki. Á Eysturoyar Ellis- og Røktarheimi
raktu sparingar so meint, at skuldi játtanin halda, so noyddist
búfólki at klára seg við at liggja longri í seingini, bíða longri
eftir at sleppa á vesi og í bað umframt at fáa verri mat. Tað
fekk starvsfólkini á stovninum at lata fjølmiðlunum skrivi, við
ásettu spariætlanunum. Stovnsleiðararnir fingu síðani at vita
frá leiðsluni í almannaverkinum, at tey høvdu ikki rætt at úttala
seg vegna stovnin – við øðrum orðum fingu tey eina munnkurv.
Tá ið fjølmiðlarnir róðu fram uppundir máli, endaði tað við, at
Landsstýriskvinnan í Almannamálum, Annika Olsen, bað um
eykajáttan til almannaverki. Harafturat vórðu stjórin í Almanna
verkinum og leiðarin á Eldradeplinum søgd úr starvi.
Strandferðslumálið
Í 2012 vórðu settar 147 milliónir krónur av til raksturin av Strand
faraskipum Landsins. Í 2013 varð avgjørt, at játtanin skuldi minkað
niður í 139 milliónir krónur, í tráð við lækkandi oljuprísir. Sambært
fyrrverandi fíggjarstjóranum í SSL, Hans Petur Joensen, var hetta
ein ov ógvuslig sparing, sum merkti, at játtanin ikki fór at halda.
Tá ið leiðslan í Vinnumálaráðnum, sum varðar av SSL, ikki vildi
lurta, fór Hans Petur uttanum leiðsluna og boðaði frá fíggjarliga
óskilinum. Í kjalarvørrinum av hesum, vórðu stjórin og Hans Petur
Joensen sjálvur sagdir úr starvi. Í farnu viku fall misálitið, sum and
støðan reisti móti landsstýrismannium í Vinnumálum, Johan Dahl.
Amerikanski borgararættindaaktivisturin, Ralph Nader, verður
roknaður sum tann fyrsti at nýta hugtaki 'whistle-blowing' í
dagsins merking. Honum dámdi einki orð sum 'informantur',
'njósnari' ella 'smettari' vegna neiliga tónan á teimum. Sostatt
kom hann fram á 'whistle-blower', ella, á føroyskum ein
'varskógvari'.
Ein varskógvari í dagsins týdningi, skal í stuttum skiljast sum
ein einstaklingur, sum boðar frá óreglusemi á einum starvsplássi.
Tá ið ein persónur merkir til, at okkurt ikki ruggar rætt á einum
starvsplássi, og boðar frá hesum, kann viðkomandi ikki altíð
vera fullvís/ur í, at leiðslan ella avvarðandi myndugleiki taka
fráboðanina til eftirtektar. Í summum førum, kann tað enntá føra
persónligar avleiðingar við sær.
Sostatt hevur kjak tikið seg upp, hvørt ein verndarskipan
skal setast í verk. Aðalmálið hjá einari slíkar varskógvara
verndarskipan, hevði verið at tryggja starvsfólkum dulnevni og
løgfrøðiliga vernd fyri persónligum avleiðingum.
Meir á síðu 12
Tilgjørd mynd
Sum nú er, er eingin ítøkiligur
myngugleiki, sum tann einstaki, ið
verður tilvitaður um óreglusemi, kann
trygt venda sær til. Tískil er tað upp til
ein sjálvan, hvørt ein setir seg sjálvan
í vanda fyri persónligum avleiðingum,
sum ein varskógvan kann hava
Tilvitan
Her ruggar ikki rætt.
Eg átti at gjørt okkurt.
megi
Kann eg broyta
støðuna?
trygd
Skal eg vera tann
sum fráboðar?
stuðul
Frá hvørjum kann
eg leita mær stuðul?
Hvønn vendi eg mær til?
Eg sigi okkurt.
Eg tigi.