Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-11, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. november 2014síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. november 2014 · Nr. 129 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 varskógvaraskipan Kendir varskógvarar Edward Snowden Edward Snowden hevði varnast, at amerikanska fregnartænastan NSA goymdi persónligar upplýsingar um øll, sum ferðast á alnetinum. Tíðindafólkini Glenn Greenwald og Laura Poitras hjálptu Snowden at gera almenningin varugan við upplýsingarnar, sum NSA átti um tey. Amerikanska passið hjá Snowden varð strikað, og upp til 30 ára fongsulsrevsing bíðar honum í heimlandinum. Hann hevur, síðani 23. juni 2013, verið undir friðskjóli í Russlandi. Julian Assange Í 2006 var avstralski Julian Assange, ein av stovnarunum handan WikiLeaks portalinum, sum skuldi hýsa viðkvæmar upplýsingum um ivasamt ella óregluligt virksemi. WikiLeaks portalurin tryggjaði einstaklingum dulnevni aftur fyri viðkvæmu upplýsingarnar, fyri síðani at almannakunngera hesar. Í 2010 varð eftirlitið við WikiLeaks, og serliga Julian Assange, hert, í kjalarvørrinum av almannakunngerðini av amerikanskum hernaðarskjølum og sjónbondum. Assange hevur síðani 2012 verið undir politiskum friðskjóli á sendistovuni hjá Ekvador í London. Chelsea Manning (Bradly Manning) Fødd sum maður, Bradly Manning, nú Chelsea Manning, varð dømd 35 ára fongsulsrevsing í Amerika, eftir at hon hevði latið varskógvartænastuni, WikiLeaks, sjónbond og skjøl úr amerikanska herinum. Sjónbondini og skjølini vístu millum annað, at amerikanskir hermenn høvdu dripið og løstað bæði tíðindafólk og sivil-fólk í Afganistan. Starvsmannafelagið ynskir varskógvara­skipan – Eg vóni, at Løgtingið tekur undir við uppskotinum um varskógvaraskipan. Sum nú er, eru okkara limir ikki nóg væl vardir, sigur Selma Ellingsgaard, sum tó vísir á, at ideelt var ein slík skipan óneyðug í einum tryggum arbeiðsumhvørvi Mortan Østerø Selma Ellingsgaard er for­ kvinna í Starvs­manna­ felag­num; fakfelagið fyri teir út­við 2.400 limirnir, ið ar­beiða innan almenna geiran í Føroyum. Skuldi ein ein av limunum sæð eitt­ hvørt ivasamt ella ólógligt virksemi á sínum arbeiðs­ plássi, er viðkomandi ikki lógar­tryggjað vernd fyri persón­ligum avleiðingum, sum møguliga standast av ein­ari fráboðan um ivasamt ella ólógligt virksemi. – Okkara limir hava sum starvsfólk eina loyalitets­ skyldu yvir fyri arbeiðs­ gev­aranum, men tú hevur sjálv­andi eisini eina upp­ lýsingar­skyldu, tá ið tað snýr seg um óreglusemi. Man hevur eina skyldu at boða frá, um man sær, at okkurt ikki er, sum tað eigur at vera, ella kann vera ólógligt. Tó viðgongur hon, at tað kann vera trupult at boða frá óreglusemi, tá ið fjøl­ miðlar­nar hava víst á, at fólk kunnu bøta við starvinum fyri at varskógva. – Fólk eru bangin fyri at tað fær avleiðingar, sum so merkir, at fólk aftra seg við at boða frá, og tað er ikki gott nokk. Nú eru vit ógvul­ iga fá fólk, sum eru bú­sett í Føroyum. Man kann ímynda sær eina deild við fimm fólkum, har okkurt óreglu­ semi fer fram, og onkur boðar frá tí. Tá verður tað lætt hjá starvs­fólkunum, óansæð dul­nevnda fráboðan, at finna fram til varskógvaran, sigur Selma, sum metir, at ser­lig atlit skulu takast, tá ið ein slík skipan skal smíðast. Men av tí, at eingin skipan er, har ein kann dulnevnt boða frá slíkum óreglusemi, so torir Selma Ellingsgaard ikki at gáa um hvussu nógv fólk møguliga aftra seg við at boða frá. – Varskógvarar merkja, í ver­andi støðu, ov stórar av­ leið­ingar, tá ið teir boða frá, um vit taka tey dømini, sum vit kenna úr fjølmiðlunum. Her er tað komi fram, at fólk missa starvi hjá sær, tá ið tey hava boðað frá óreglusemi. Tað er ómetaliga keðiligt, at tað skal fáa so álvarsamar avleiðingar, at fólk boða frá, sigur hon. Selma vónar, at Løg­tingið tekur undir við var­skógvar­ skipanini, men vísir á, at eitt gott og trygt arbeiðs­ um­hvørvi hevur størsta týdn­ingin fyri trivnaðin hjá starvs­fólkunum og einum virðiligum samskifti arbeiðs­ gev­ara og arbeiðstakara ímillum. – Arbeiðsumhvørvi eigur at vera sett í fokus. Tað skal tryggjast, at álit og opinleiki á er arbeiðsplássinum. Eitt opið og gott samskifti átti at valdað á arbeiðsplássinum, sum gjørdi eina var­skógvara­ skipan óneyðuga. Selma Ellingsgaard er for­kvinna í Starvs­manna­felag­num Uppskot um varskógvaraskipan Mortan Østerø 6. november bar Kristina Háfoss Løgtinginum upp­ skot til samtyktar um at seta í verk varskógvara­ skipan í Føroyum. Í upp­ skotinum verður ført fram, at tørvur er á skipan, sum tryggjar, at starvsfólk í almenna geiranum kunnu fráboða óreglusemi, uttan at tað fær persónligar av­ leiðingar. Eftir ætlan, skal hendan skipanin setast í verk í 2015. Kristina Háfoss førir fram, at av tí, at almenni geirin røkir grundleggjandi upp­gávur vegna alt Føroya fólk, er tað eisini av alstórum týdningi, at starvsfólkini kunnu kenna seg trygg við at fráboða møgu­ligt óreglusemi innan tað almenna. – Søgan vísir tíverri, at persónligu avleiðingarnar kunnu gerast ógvusligar, um starvsfólk velur at var­ skógva alment um óreglu­ semi ella viðurskifti, ið ikki eru samsvarandi lóggávu. Hetta ger, at nógv starvs­fólk vilja velja frá at var­skógva um óreglusemi í fram­tíðini. Hetta um stig ikki verða tikin til at skipa eina veruliga var­skógvara­ skipan, ið bæði tryggjar, at óreglusemi verður frá­ boðað, og verjir tann, ið frá­boðar óreglusemið, sigur Kristina Háfoss í upp­skotinum. Men ein varskógvara­ skipan noyðist eisini at hava vegleiðingar, tí tað kann hugsast, at fløkja kemst í lóg­gáv­uni um tagnar- og frá­boðanar­ skyldu. Tað kann grugga við spurningum sum, nær eitt mál kann metast so­ mikið álvarsamt, at tagnar­ skyldan kann víkja fyri at frá­boða óreglusemi. Tá er tað týdningarmikið at hava ein uttanveltaðan stovn, sum kann viðgera mál og ivamál, soleiðis at tann einstaki ikki setir sínar starvs­møguleikar ella starvs­felagar í vanda uttan orsøk. – Starvsfólk vilja tí ofta koma í eina tvístøðu. Hetta ger tað enn meira neyðugt at seta í verk eina vælskipaða var­skógvara­ skipan, so starvsfólk ikki ivast í, hvørji rættindi og møguleikar tey hava, tá ræður um at gera vart við óreglusemi, sigur Kristina Háfoss, og vísir á, at tað mugu vera greiðar leið­ reglur og manna­gongdir fyri hvør kann fráboða hvat ella hvønn á hvønn hátt, og hvussu hesar fráboð­anir­nar verða goymdar. mortan@sosialurin.fo Kristina Háfoss