týsdagur 11. november 2014síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 12. november 2014 · Nr. 129
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
heilsa
Vilmund Jacobsen
Umleið 3.500 danir fáa á hvørjum ári
hjartasteðg uttan fyri sjúkrahúsini.
Av hesum yvirliva bert fá, um
eingin hjálp er til steðar, sum kann
geva lívbjargandi fyrstuhjálp, til
sjúkrabilur kemur. Men, við skjótari
og effektivari fyrstuhjálp kunnu
møguleikarnir at yvirliva veksa við
upp móti 60 prosentum.
Møguleikin fyri, at tú gerst
vitni til ein hjartasteðg - á arbeiðs
plássinum, í frítíðini ella heima við
hús - er lítil, men slíkt kann henda
fyri øll. Fær onkur hjartasteðg og
fólk, ið eru hjá, duga fyrstuhjálp,
kunnu mannalív bjargast.
Ikki nýggj offur
Er talan um vanlukku, er høvuðs
punktini í fyrstuhjálp at skapa
tryggleika, at meta um støðuna hjá
tí rakta og at senda boð eftir hjálp.
Áðrenn sjálv fyrstuhjálpin byrjar,
eigur tú at syrgja fyri, at vanlukkan
- tá talan er um ferðsluvanlukku -
ikki verður størri. Ferðslan á leiðini
skal steðgast, motorurin á bilinum
sløkkjast, eins og alt el skal brótast
av. Tað kann gerast neyðugt at flyta
tann rakta, soleiðis at viðkomandi í
so máta er í tryggleika.
Mest avgerandi undir slíkum
umstøðum er, at tey, sum royna
at hjálpa tí rakta, ikki sjálvi gerast
nýggj offur.
Grundleggjandi
prinsippini
við fyrstu hjálp eru at syrgja fyri,
at luftrásin er opin (A-airway), at
viðkomandi andar (B-Breathing)
og at kanna blóðrensl og hjarta
(C-Circulation).
Uttan ilt doyggja heilakyknurnar
eftir fáum minuttum. Við fyrstuhjálp
tryggjar tú, at andaleiðirnar eru
opnar, at luftskifti er í lungunum,
og at blóðrenslið virkar, soleiðis at
ilt streymar runt í kroppinum.
Fyrimunirnir
við
ABC-prin
sippinum eru, at tað altíð er sami
systematiski háttur sum verður
brúktur til kanning av einum
skaddum persóni. Tað er avgerandi,
at raðfylgjan er røtt, tá andaleiðin
er ein fyritreyt fyri, at hin rakti
kann anda - ella fær luft í lunguni,
og andadrátturin er aftur ein
fyritreyt fyri blóðrenslinum.
Einfaldar atgerðir
Ofta hendir tað, at einfaldar atgerðir
at lata upp andaleiðina viðføra,
at hin rakti sjálvur byrjar aftur at
anda. Eitt nú kann tann, ið raktur
er, hava eitt hvørt í munninum,
sum hevur sett seg fast. Tá kanst tú
boyggja høvdið spakuliga aftur yvir
og taka lutin úr munninum.
Fólk, sum eru fallin í óvit,
kunnu ikki sjálvi halda andaleiðina
opna, tí ofta fellur tungan aftur
móti gómanum og leggur seg fyri
andaleiðina. Eitt lyft undir kjálka
beinið og høvdið bent spakuliga
aftur yvir kann í slíkum løtum vera
lívbjargandi. Hetta letur samstundis
upp fyri møguleikanum at blæsa
luft niður í lunguni, um viðkomandi
ikki fær andað sjálv/-ur.
Er illgruni hinvegin um, at høvd
ella ryggur hava fingið skaða, er
skilagott bara at lyfta høkuna fram
og ikki boyggja høvdið aftur yvir.
Tá gert tú ikki støðuna verri, um
ryggmergurin kann vera skaddur
av tí, at hálsgeisli møguliga er brot
in.
Ring 112
Ert tú vitni til eina vanlukku ella
sær, at onkur gerst akut sjúkur,
eigur tú í fyrsta lagi at rópa eftir
hjálp - ella at senda boð eftir hjálp.
Eru boð ikki send eftir hjálp, áðrenn
bjargingin byrjar, kanst tú gerast
fangaður í einar støðu, har tíðin
gongur, og har lívbjargandi hjálpin
ikki kemur fram, áðrenn ov seint
er.
Í slíkari støðu eigur tú at ringja
112 og upplýsa, hvat er hent, hvar
hendingin er, hvussu mong eru
skadd, og hvaðani tú ringir. Í fleiri
førum
kann
alarmsentralurin
hjálpa tær við ráðum í ítøkiligu støð
uni. Er talan um hjartasteðg, kann
alarmsentralurin ofta vegleiða um,
hvussu tú best viðger tann rakta
og siga tær, hvar nærmasti hjarta
startari (AED) er.
Fleiri og fleiri staðir eru settir
upp hjartastartarar, sum kunnu
skilgreina hjartarútmina og geva
stoyt, sum setir hjartað í gongd
aftur, tá talan er um hjartasteðg.
kelda: sundhed.dk
Uttan ilt doyggja heilakyknurnar eftir fáum minuttum. Við fyrstuhjálp
tryggjar tú, at andaleiðirnar eru opnar, at luftskifti er í lungunum, og
at blóðrenslið virkar, soleiðis at ilt streymar runt í kroppinum
FEITT ELLA IKKI FEITT
Matvøruhandlar bólnað av vørum, sum eru “light”, soltnar ella hava eitt lágt innihald av feitti. Men, er nú tað feittfátaka altíð tað
besta? Etur tú knekkbreyð við lítlum feitti, er nøgdin av kolhydratum ofta himmalhøg. Tað merkir, at tú gjarna fært nógva orku, men
lítla mettu. Við at eta minni feitt, gerast vit klænri og liva longri, halda vit. Men, hóast alt hetta, veksa tølini av teimum, sum viga ov
nógv - og so kunnu vit spyrja, hví hetta er so? Á heimasíðuni www.helse.dk kunnu greinar lesast um hesi evni.
Fyrstahjálp kann bjarga mannalívi
Umleið 3.500 danir fáa á hvørjum ári hjartasteðg uttan fyri sjúkrahúsini. Av hesum yvirliva bert fá, um eingin hjálp er til steðar, sum kann geva lívbjargandi fyrstuhjálp