týsdagur 11. november 2014síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. november 2014 · Nr. 129
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ummæli
Nýtt føroyskt atlas til heim og skúla
Nú verður stuttligt
at seta út í kortið
Erhard Jacobsen
Tað hevur ljóðað leingi, at tað fór
at koma eitt nýtt atlas at avloysa
tað fyrsta føroyska heimsatlassið,
sum Føroya Skúlabókagrunnur
gav út í 1993. Nógv hevur verið
gjørt til tess at halda grýtuni í
kók, so at tað ikki skuldi vera kalt,
ið varð lagt uppúr. Og fólk hava
bíðað spent. Gitt hevur verið hvat
mundi fara at standa í atlassinum,
og um vit nú enn einaferð fóru at
síggja Burgundarhólm, Grønhøvda
oyggjar ella Høvdastað í einum før
oyskum atlassi. Men tolin trívst,
og nú nýggja atlassið umsíðir er
komið, kunnu tey flestu, eisini tey
óttafullu, ekkaleys fara til trogið, tí
lítil vandi skuldi verið fyri, at tú fert
at fáa ilt av matinum, sum settur er
á borðið.
Hetta nýggja atlassið, Atlas til
heim og skúla, sum Nám gevur
út, er sera snotiligt fyri ikki at
siga stásiligt og heilt øðrvísi enn
tað fyrra, sum bara var slakar 100
blaðsíður. Hetta atlassið er størri,
næstan 250 blaðsíður, prentið er
fyrsta floks, og tað eru eisini nógv
fleiri upplýsingar í tí. Atlassið er
serliga ætlað skúlunum, so at næm
ingar kunnu læra seg landafrøðilig
hugtøk og háttalag og læra at lesa
og skilja kort. Men onnur kunnu
sjálvandi eisini brúka atlassið.
Saman við atlassinum fer Nám
at geva út eitt nýtt heimskort at
seta á veggin, og nýtt laminerað
føroyakort, sum fer at tola at verða
nógv brúkt.
Landafrøði er gomul frøði
Landafrøði er elligomul. Líka frá
fyrndini royndu fólk at ímynda
sær, hvussu heimurin sá út, og sum
oftast var tað tá meira hugflog
enn heimur. Á hesum øki vóru tað
tó gomlu grikkarnir, sum aftur
einaferð gjørdust fyrimynd. Teir
granskaðu, teknaðu kort og stað
settu og staðfestu støð og landsløg
á ein hátt, ið minnir um nútímans
staðfesting við longdar- og breidd
arstigum. Millum teir kendu landa
frøðingarnar frá hesi tíðini er eitt
nú Ptolemæus (uml. 100 til uml.
170), sum gav út landalæruverk.
Landafrøðin fekk eitt afturstig í
miðøldini, serliga í eldru miðøldini,
tá ið alt skuldi trýstast í ein átrún
aðarligan karm, og royndir vórðu tá
gjørdar at fáa sett Eden urtagarðin
og Paradís á landakortið. Komedian
hjá Dante (1265-1321) er ein kend og
enn hugtakandi frásøgn um júst
hesa heimsmyndina. Til alla lukku
tóku arabar við, har sum grikkar
sleptu, og teir mentu og varðveittu
fornu vitanina um eisini landalæru
til eina nýggjari tíð.
Landafrøðin hevur ment seg
munandi í nýggjari og kanska
serliga í okkara tíð. Fyrsta stóra
frambrotið at kortleggja heimin
kom
við
rannsóknarferðunum,
sum byrja í 1400-talinum. Nú fara
lærdir náttúrufrøðingar at máta og
granska, mátiamboðini eru betri, og
vit fáa eina meiri nútímans fatan av
fyribrigdum í náttúru og landslagi.
Og tað gongur skjótt framá, og
tað er neyvan ov nógv avgjørt at
tosa um eina kollvelting í landa
frøðini hesi seinastu árini í okkara
tíð. Nú kortleggja vit heimin við
nýggjari tøkni. Vit máta hann við
radara og ekkoloddi, og vit taka
myndir úr loftinum við flogførum
og frá fylgisveinum, ja, heilt niður í
minsta smálut. Við kunningartøkni,
t.d. GIS, ber til at goyma, greina og
endurgeva landafrøðilig fyribrigdi
av øllum sløgum sum talgildar upp
lýsingar. Ja, nú er tað næstan eitt
spæl at gera landakort.
Sumt av hesum er greidliga um
røtt í hesum nýggja atlassinum.
Vit, sum onkuntíð hava fyri
neyðini at kaga í eitt kort, kunnu
fegnast um heimskortið hjá Google,
sum roynir at savna alt, vit vita um
lond og støð, so at vit skjótt kunnu
finna ein bý, ein veg, ein stovn, ja,
enntá okkara egnu hús, tí lutfallið
á hesum kortinum kann broytast
í eini handavending. Tá ber til at
síggja heildina ella fara djúpari
niður í kortið og skoða neyvari alt
eftir tørvi. Nakað tað sama kanst tú
royna á heimasíðuni kortal.fo.
Vit villast heldur ikki so nógv
longur, hvørki til gongu ella í bili,
tí nýggi elektroniski vegvísarin,
GPS’arin, kennir stað og veg, og
hann fer ikki skeivur.
Og verðin er ikki tann sama, tí nú
ganga tey flestu við øllum hesum á
fartelefonini.
Tá so er, kunnu vit av sonnum
spyrja, um vit hava brúk fyri einum
prentaðum kortasavni ella korta
bók, sum atlassið jú er.
Hvussu føroyskir
skulu vit vera?
Nú er eitt atlas sum nevnt eitt savn
av landakortum. Politisk kort vísa,
hvar londini liggja, landamørk,
høvuðsstaðin og størru býirnar í
teimum ymsu londunum. So hava
vit topografisku kortini, sum eru
staðlýsingar, í atlassinum nevnd
hæddarkort, sum vísa eitt nú, hvar
høvini eru, áir og vøtn og hæddir í
landslagnum ella dýpið í sjónum,
alt lýst við ymiskum litum. Vanligt
er at leggja tey politisku kortini og
hæddarkortini saman, og tá fáa vit
ofta eina meiri fjøltáttaða mynd,
har til dømis vegir, staðarnøvn og
serlig støð eru avmerkt. Umframt
eru eisini í hesum atlassinum út
breiðslukort, sum vísa útbreiðsl
una og nøgdina av ávisum landa
frøðiligum fyribrigdum – bæði
nátúrligum og menniskjagjørdum.
Onnur t.d. veðurfrøðilig viðurskifti
kunnu verða lýst við sonevndum
javnlinjukortum.
Alt hetta kann vera við til at
lýsa støð, lond og heimspartar,
sjálvandi treytað av, at tú dugir
at lesa upplýsingarnar á teimum
ymsu kortunum.
Júst tað politiska ger, at atlas
ofta byrja við og gera mest burtur
úr heimlandinum, og tað kann
verða tað fyrsta, sum talar fyri, at
vit eisini fáa eitt føroyskt atlas, sum
setir Føroyar í miðdepilin. Tá skal
atlassið staðfesta, at vit eru til, og at
vit vilja vinna á t.d. danskleikanum
í Føroyum, sum Jørgen-Frantz Ja
cobsen skrivaði um í 1920’unum, ella
í dag á enskleikanum. Og tá so er, er
sjálvandi lagt upp til orrustu. Serliga
vit føroyingar eru ofta ósamdir um,
hvussu føroyskir vit skulu vera, og
hvør skal hava rætt at avgera, hvat
føroyskt er. Summi óttast, at vit
avbyrgja okkum landafrøðiliga og
málsliga, onnur at vit herma ov
nógv eftir tí útlendska.
Alt gjørt sambært
viðtøkunum
Hetta nýggja atlassið til heim
og skúla er ein týðing av enska
atlassinum Collins Student World
Atlas, sum kenda skotska forlagið
HarperCollins Publishers gevur
út. Hetta forlagið er kent fyri sínar
atlasútgávur ikki minst tað stóra
The Times Comprehensive Atlas of
the World, sum júst er komið í 14.
útgávu. Føroyska týðingin av Collins
Student World Atlas er sjálvandi
lagað til føroyska landafrøðiliga
veruleikan. Tað er Erla Olsen, sum
hevur týtt verkið til føroyskt. Nógv
fólk og stovnar hava veitt fakliga
vegleiðing og latið tilfar, umframt
at landafrøðiligur fylgibólkur hev
ur luttikið í arbeiðnum. So hetta
skuldi borgað fyri góðsku.
Tá talan er um týðingar og staðar
nøvn hevur ritstjórnin á Námi gjørt
tað einasta rætta at venda sær til
Staðarnavnanevndina og Málráðið
við ivamálum. Tað er greitt, um vit
samanbera við atlassið, sum kom út
í 1993, at hesaferð hevur ritstjórnin
tó verið meira hóvsom, og nógv av
tí, sum fólk stúrdu fyri og søgdu seg
vita fór at standa í hesum nýggja
atlassinum, er als ikki tikið við.
Landanøvn eru týdd við føroysk
ari stavseting, onkur staðarnøvn
eru eisini umskrivað, harumframt
eru nøvn á teimum stóru høvunum
og nøkrum sundum týdd og nøvn á
einstøkum firðum og býum. At ikki
alt er týtt kann gera tað eitt sindur
fløkjasligt viðhvørt. Vit síggja hópin
av staðarnøvnum, sum eru stavað
við øðrum stavraði enn tí føroyska,
og heilt ørkymlandi verður tað,
tá ið vit renna okkum í t.d. heitini
Luksemborg og Luxembourg lið um
lið á sama korti. Men soleiðis eigur
tað at vera sambært viðtøkunum
fyri slíkum arbeiði sum hesum, siga
ritstjórarnir.
Hetta, at ikki alt og bara ein
lítil partur av øllum nøvnunum og
heitum eru týdd, kann fáa teg at
spyrja, hvussu eyðsýnt tað er, at
– Eg havi nakrar ferðir í hesum ummæli nevnt, at tú kanst loyva tær at ivast í, um vit hava brúk fyri einum
føroyskum heimsatlassi. Eru tey útlendsku ikki líka góð, sum tað føroyska? Vit kundu eisini sagt tað øvugt, at
her hava vit eitt føroyskt atlas, sum er líka gott og flott sum tey útlendsku, skrivar Erhard Jacobsen
Myndir: úr nýggja atlassinum