Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-11, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. november 2014síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 15. oktober 2014 · Nr. 117 ummæli vit eiga at geva út eitt atlas á før­ oyskum, var tað ikki fyri tilfarið um Føroyar. Sum heild eru føroysku týðing­ ar­nar á góðari leið. Mær dámar betur at stava Evropa við u heldur enn v, og tað sama sigi eg um Avstralia, men eg boyggi meg fyri yvir­maktini. Eg undrist eitt nú á týðingina Osiania, sum eg helt kundi verið ein russisk babuskja og ikki ein heimspartur. Ein framúr lærubók Tað stendur annars øgiliga nógv í hesum nýggja atlassinum, men tað er eisini nógv, sum ikki stendur í. Tey vanligu kortini eru eyðkend, og tey eru á tremur við upplýsingum. Hesi kortini eru hinvegin ikki so nógv í tali, sum tú kanska hevði roknað við, tí í atlassinum er eis­ini hópur av øðrum kortum, talv­um, diagrammum, grafum og stabba­ myndum. Og tað boðar frá, at hetta atlassið fyrst og fremst er ein lærubók til skúlabrúks og at síggja til ein framúr lærubók. Her eru møguleikar hjá næm­ ingum í framhaldsdeild fólka­ skúl­ans og teimum í mið­náms­ skúl­unum at gera seg kunnugan við teir arbeiðshættir, sum verða brúktir í frágreiðandi landafrøði. Næmingarnir kunnu læra at lesa ymisk kort, máta frástøður, meta um støddir, gera samanberingar, síggja gongdir og rák, eygleiða hvar fólk og vinnulív støðast og kanska hví. Sum nakað forkunnugt kunnu næmingarnir læra seg at lesa býarkort við gøtunøvnum og áhugaverdum støðum at fara til, og tað er gott at duga, tá ið tú fert at ferðast. Til ber t.d. at læra næmingarnar sam­bandið millum lutfall og neyv­ leika, og at tosa um ymisk sløg av niðurfellingum á kortini. Eg billi mær inn, at nógv av hesum noyðist lærarin at greiða næmingunum frá og loyva teimum at royna seg við í tímunum. Eitt annað verður at greiða næm­ ingunum frá, at norður og suður og eystur og vestur ikki bara eru heraðshorn, men eisini siga okkum okkurt um útbreiðslu av ávísum politiskum og landafrøðiligum viður­skiftum. Tað er undrunarvert, at fátækraváðin er størri sunnast í bæði Føroyum (s. 46) og Italia (s. 93), hví tað nú man vera. Eg sigi fyri meg, nú eg blaði í hesum fína atlassinum, at eg eri næstan farin at leingjast aftur í skúla. Tað hevur tó sítt at siga, at hetta atlassið fyrst og fremst er ein lærubók. Nógv av tilfarinum eru dømi, sum verða brúkt um ein­ stakt evni ella fyribrigdi á einum ávísum stað. Dømi um okkurt annað verður so víst á øðrum stað. Hetta ger, at talan er ikki um eitt av teimum stóru og meira víðfevndu atlassunum, sum taka næstan alt við. Kortini skalt tú vera óvanliga krevjandi, um tú ikki fært okkurt ella rættiliga nógv við í hesum nýggja atlassinum, eisini um tú ert vanligur brúkari. Við so nógvum upplýsingum tøkum, sum her í hesum atlassinum, stingur seg tó upp spurningurin, um næmingarnir eisini fara at læra kritiska støðutakan til upp­ lýsingar. Eitt nú hvussu tað ávirk­ ar samfelagið, at fólk flyta so nógv úr og til Føroyar. Vit vita, at nógva fráflytingin avlagar fólka­ tals­pyramiduna, men hon ger iva­ leyst eisini, at t.d. arbeiðsloysið í Føroyum er minni, enn tað annars hevði verið. Hesum rósa politikarar sær ofta av, men gloyma at siga allan sannleikan. So her ræður um at vera varin. Annars er umfatandi navnaskrá, so sum tað eigur í einum atlassi sum hesum. Eisini er hentur landa­ frøðiligur orðalisti, men eg helt meg tó varnast onkur landafrøðilig hugtøk, sum ikki eru tikin við í listan. Føroyar eiga sín ruddiliga part Føroyar eiga sum vituligt er sín ruddiliga part í atlassinum, 34 blað­ síður. Rói Højgaard á Føroya Dátu­ savni hevur teknað nýtt føroya­kort til hesa útgávuna, og harum­framt eru eisini nógvar upp­lýsingar á evniskortum, sum fleiri ikki hava verið at sæð á prenti áður. Tá talan er um føroyakortini havi eg ikki nógv at fýlast á, men tað undrar meg, at nógv fyribrigdi, sum eg hevði væntað vóru merkt av á kort­ unum, eru ikki við. Í eitt nú Hvalba fáa vit at vita, at har eru viti, kirkja og fornminni. Í onkrari aðrari bygd er bygdarsavn, vallaraheim ella kamp­ingpláss. Men skúlar verða ikki nevndir, ikki ítróttavallir, bygda- og samkomuhús, bókasøvn, vinnu­virki ella stovnar. Sjáldan ella ið hvussu er ikki altíð. Eg kundi hugs­að mær eina frágreiðing um hetta. Eisini undrit eg á, hví flog­vøll­ urin í Vágum at døma eftir tekn­lýs­ ingunum á bls. 6 ikki er av­merktur sum meginflogvøllur, men bara sum lítil flogvøllur. Í mínum hugaheimi er hann, sjálvt um hann enn er tann einasti, okkara megin­flogvøllur. Vit fáa nógv at vita um íbúgva­ viðurskifti, eitt sindur um okkara handil við útheimin, men eg sakni upplýsingar um okkara høv­uðs­ vinnu, fiskileiðir o.a. Og hví er okkara samskiftiskaðal, SHEFA- kaðalin, ikki at síggja á kortunum? Hinvegin eru nógvir spennandi upplýsingar at arbeiða við, og iva­ leyst fáa næmingar okkurt at hugsa um, tá ið teir t.d. fara at samanbera og síggja, at samband er millum áseyðatal og lendið, sum sæst á eini lendislýsing fyri alt landið. Og undir partinum um norðurlond á bls. 50 ber til at síggja yvirlit yvir allar oljuleitiboringar í føroyskum øki. Soleiðis sum atlassið er skip­að ber væl til fleiri staðnis at sam­an­ bera føroysk viðurskifti við viður­ skiftini í øðrum londum, og harvið fáa vit eisini eina fatan av, at vit eru til í heimshøpi. Eg havi annars ofta ynskt mær eitt meira fullfíggjað savn við upp­ lýsingum um Føroyar, so kanska áttu tey á Námi og Birgir Kruse, rit­stjóri, nú stóra arbeiðið við atlassinum er av, at umhugsa at tikið gamla Trap, bindið um Føroyar frá 1968, fram aftur og dagført tað. Tað hevði heilt vist verið fongur. Gott at hvessa sær vitið við Eg havi nakrar ferðir í hesum ummæli nevnt, at tú kanst loyva tær at ivast í, um vit hava brúk fyri einum føroyskum heimsatlassi. Eru tey útlendsku ikki líka góð, sum tað føroyska? Vit kundu eisini sagt tað øvugt, at her hava vit eitt føroyskt atlas, sum er líka gott og flott sum tey útlendsku. Men hvat so við internetinum? Er prentaða bókin ikki burturoldað? Her havi eg hug at svara tvørt­ ur­ímóti. Júst hetta nýggja prentaða atlassið er kærkomið, nú vit øll eru um at vera rakt av talgilda minnisloysinum. Vit sláa alt upp á netinum, og ongum nýtist at vita og minnast nakað longur. Tí er tað gott, at vit einaferð enn fáa høvi at vera burtur í onkrum, sum hevur tyngd og ikki sodnast ov lætt. At vit her fáa borið eitt verk fult av vitan, sum hvessir forvitnið og vitið, og í hesum føri enntá eitt vælaverk.