týsdagur 11. november 2014síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. november 2014 · Nr. 129
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hans Petur
Joensen
Frágreiðingin frá Johan Dahl
í samband við uppskot um
misálit er bygd á ósannindi.
Hon forútsetur, at játtanin
til SSL í 2013 var 147 mió kr.
Hetta er ikki rætt, tí Johan
Dahl bað Løgtingið um bert
139 mió, væl vitandi, at hetta
var umfatandi undirfígging
av SSL. Um nakar ivast í
hesum, kunnu tey hyggja
í Fíggjarlógina fyri 2013 (sí
www.fmr.fo), sundurgreinað
ætlan fyri konto 6.38.2.01, á
síðu 147. Har stendur: netto
útreiðslujáttan 2013 til SSL
er 139.046 tús.kr. Hetta hevur
Løgtingið samtykt, og hetta
stendur ikki til at vika.
Hvør húsmóður á Føroya
landi veit, at tú kann ikki
spara eitt oyra av null krón
um. Men í frágreiðingini hjá
Johan Dahl, verða sparingar
reksaðar upp, sum skulu
verða komnar til vega, av
eini játtan, sum als ikki er
játtað. Av hesum kemur ein
frágreiðing, sum er bygd á
ósannindi, og sum í besta føri
er villleiðandi.
Løgmaður, Kaj Leo Holm
Johannesen, tekur undir við
hesi villleiðandi og skeivu
frágreiðing og hetta førir til
eina óátalaða útspilling frá
Løgtingsins røðarapalli 4.
november 2014 av fyrrver
andi stjóra og av fyrrverandi
fíggjarleiðara á SSL.
Fíggjarligt óskil ella
góð fíggjarstýring
Frágreiðingin roynir at halda
fast í, at fíggjarligt óskil skal
valda á SSL, hóast hetta
als ikki er rætt. Leiðslan á
SSL var fult greið yvir støð
una langt áðrenn ársenda,
hetta aleina orsakað av góð
ari og neyvari fíggjarstýr
ing. Leiðslan visti, at tá ið
landsstýrismaðurin
nokt
aði stovninum at seta spar
ingar í verk, samstundis sum
játtanin varð skerd úr 147 til
139 mió. kr., so var avleiðing
in eitt hall, sum vit mettu
fór at vera um 4 mió. kr. Og
endin var eisini eitt hall upp
á 4 mió. kr. Tað er góð fíggj
arstýring.
At leiðslan soleiðis kláraði
at minkað um hallið, hóast
Landsstýrismaðurin
hevði
undirfíggjað stovnin við 8
mió. kom henni ikki tilgóðar,
tvørtur ímóti.
Leiðslan fær skotið í
skógvarnar, at hon skal hava
stýrt eftir einum ov høgum
rakstri, sum játtan ikki var
til. Onki er meira skeivt.
Leiðslan leggur búskett eft
ir tí aktiviteti sum er, og
við teimum inntøkum sum
koma, og soleiðis verður ein
verulig og realistisk fíggjar
stýring gjørd. Hetta er eftir
bókini og vísti seg eisini at
halda stikk við árs enda.
Tað er júst tað sama nú
verandi leiðsla á SSL ger í
2014, við tí niðurstøðu, at tað
er ikki raksturin á SSL tað er
galið við, tað er játtan sum
manglar í 2014 akkurát sum
í 2013 (sambært Hilmar Elia
sen, núverandi stjóra á SSL
í ÚF 22-08-14). Her er prógv
fyri, at rætt varð farið fram,
tað var ikki nakað galið við
rakstrinum í 2013.
Eitt annað prógv er, at
SSL má hava eykajáttan í
2014. Játtanin er grundleggj
andi tann sama í 2014 sum
í 2013, men fíggjartørvurin
er 147 mió samb. umbøn um
eykajáttan (aktivitetur og
prísstøði er tað sama sum í
2013). Sama er galdandi fyri
2015 har Parts-MVG verð
ur lyft av, við einum virði
av omanfyri 8 mió, so fígg
ingin tilsaman er 147+ mió. í
2015. Tá 2013 bert er fíggjað
við 139 mió, so er hetta um
fatandi undirfígging. Lands
stýrismaðurin er fult greiður
yvir, at SSL er undirfíggjað, tí
hann kunnar Fíggjarnevnd
ina um hetta í samb. við við
gerðina av Fíggjarlógini 2013
(sí www.logting.fo).
Tí er tað hugstoytt at lesa
í umbøn um eykajáttan (sept
2014), at VMR grundgevur
umbønina við, at gamla
leiðslan skal hava biðið um
eina ov lítla játtan til 2014
upp á 140 mió. kr., og at tað
tí er neyðugt at biðja um
eykajáttan. Hetta er skeivt,
tí leiðslan bað um 144 mió.,
men VMR skarð av hesum
talið, akkurát sum gjørt var í
2013. 144 mió. høvdu rokkið í
2014 og ongin eykakostnaður
hevði verið av eyka stjórum,
grannskoðarakanningum
o.s.fr., um hetta var játtað.
VMR tekur leiðsluna á SSL
av ræði, júst sum í 2013, og
sker játtanina av sínum
eintingum, men loypur frá
ábyrgdini av egnum gerðum.
Sparingar ella avlop
av eini tómari játtan
Tað verður sagt, at landsstýr
ismaðurin hevur skipað fyri
sparingum áljóðandi mió. 11.
Um vit siga at ongin sparing
varð framd, so hevði úrslitið
hjá SSL verið eitt hall áljóð
andi mió. 4,4 + mió. 11 = mió.
15,4. Tað vil siga at SSL er
yvirfíggjað við mió. 15,4 mió
í 2013 sambært Johan Dahl.
Øll skilja, at hetta kann ikki
passa.
Byrjunarætlan 2013 var mió.
135,2 + raðfesting uppá mió.
3,8. Í alt eru játtaðar mió. 139.
Næsti spurningur er so: er
nøkur sparing ella er bert
talan um spinn. Lat okkum
hyggja eftir fráboðaðu spar
ingunum.
Sparing í olju 3,8 mió.
Játtan til olju í 2012 var mió.
42,9 (uttan eykajáttan). Um
vit siga at øll raðfestingin
2013 fór til olju var oljujátt
anin mió. 42,9 + mió. 3,8 ella
mió. 46,7.
Oljunýtslan var í 2013 mió.
48,3.
Sostatt var eitt játtanar
hall av oljuni uppá mió. -1,6.
Eyka summartúrur
hjá Smyrli spardur
burtur mió. 1,2 - 1,5.
Øll sparing í samband við
minkandi sigling á Oyggja
leiðum er sparing í olju
nýtslu. Henda sparing er
longu greinað omanfyri. Tað
ber ikki til at spara tvær ferð
ir tað sama. So her er ikki tal
an um nakra sparing.
Játtan til hvíld
mió. 2,9.
Sum víst omanfyri fer øll
raðfesting
2013
áljóðandi
mió. 3,8 til olju. Sostatt er
ongin raðfesting til hvíld.
Og sostatt er heldur ikki her
talan um nakra sparing, tvør
urímóti.
Niðurstøða um
sparingar
Ongin reel sparing er í olju.
Ongin verulig sparing er
við minni sigling hjá Smyrli.
Ongin verulig sparing í sam
band við hvíld.
Alt er manipulatión av
tølum og teksti.
Eftirtíðin
hevur
eisini
prógvað hetta. Um hesar
mió. 10-11 vóru veruleiki í
2013 eru tær eisini tøkar í
2014. Men hvat hendir í 2014?
Játtan manglar aftur, og bið
ið verður um eykajáttan. Í
2015 verður parts-MVG lyft
av stovninum, sum sparir
uml. 8 mió. og samanbærliga
fíggingin er sostatt mió.
147+ í 2015. Fíggingin av SSL
er sostatt mió 147 fyri árini
2012, 2014 og 2015, men í 2013
er hon bert 139 mió. Altso ein
undirfígging upp á -8 mió í
2013.
400 rokningar og
aðrar mytur
At 400 rokningar skuldu
liggja óviðgjørdar er eisini
ein myta. Hesar rokningar
vóru skannaðar og skrásett
ar, og fíggjarliga avleiðingin
av teimum varð tikin við í
fíggjarstýringina. Annars var
ógjørligt at forútsiga hallið
so neyvt. Nógvar túsund
rokningar liggja óbókaðar
dag um dag á landsins stovn
um. Føroya Gjaldstova kann
gera eina uppgerð, sum dag
fyri dag vísir, hvussu nógvar
rokningar liggja óbókaðar á
landsins stovnum í ár, og so
fæst sjón fyri søgn, at hetta
er onki óvanligt á landsins
stovnum (og tá skal takast
hædd fyri, at henda bert um
fatar skrásettar rokningar
og ikki møguligar rokningar,
sum
liggja
óskrásettar).
Hetta er onki óvanligt.
At lønir fyri 5 mánaðir
ikki eru bókaðar og hanga í
tí óvissa. Hetta er ikki rætt.
Lønir á SSL vóru skrásettar
og avstemmaðar, kontrol
eraðar, ávístar, leysgivnar
og bókaðar í lønarskipanini,
áðrenn ein króna varð út
goldin sum løn. Tá visti
leiðslan upp á oyra, hvussu
nógv skuldi gjaldast í lønum,
og
fíggjarstýringin
bleiv
dagførd alt fyri eitt. Annars
hevði tað verið ógjørligt at
ført so neyva fíggjarstýring
og kunna forútsagt, hvat úr
slitið bleiv.
At bókingar fara fram ein
dag upp á 7 mió. verður eisini
ført fram sum illgrunasamt.
Men hetta er onki óvanligt.
Um t.d. mánaðarlønir og ein
tungoljurokning verða bók
aðar sama dag, so er upp
hæddin longu yvir 7 mió.
Fleiri slík dømi eru og tað er
onki óvanligt í tí.
At mió. skulu verða á
muni mánað fyri mánað og
rapportering
ófullfíggjað.
Tað er eisini normalt á SSL,
ein stovnur sum hevur stór
ar rokningar fyri dokkingar
og olju, sum hevur ymiskan
rakstur til høgtíðir/vetur/
summar og sum ávísar tíðir
hevur stóran kostnað til av
loysing í samband við feriu
o.a. Soleiðis er framvegis
tann dag í dag, her er onki
broytt. Dømi um hetta sæst
alment í landsroknskapinum
(www.gjaldstovan.fo) mánað
fyri mánað: http://fg-lksx.
gov.fo/lks/gl10.pl?ar=2014&g
rein=06&hovuds=38201&kpl
an=50168&listi=mnd&malso
ki=38&niv=stkto&rd=fld
Fíggjarstýringin av einum
stovni sum SSL er ein stór
avbjóðing, og tað er líkt til
at myndugleikin als ikki fat
ar, hvat henda snýr seg um.
Talan er ikki um eina tæn
astu ella skrivstovu, sum
hevur javnan kostnað mánað
fyri mánað. SSL hevur mió. í
verkætlanum, sum hædd
skal verða tikið fyri, longu
áðrenn tær eru settar í verk.
Og tá ið rokningin fyri slíkar
verkætlanir verður endaliga
bókað, tá er ov seint at taka
hædd fyri teimum í fíggj
arstýringini. Tí má fíggjar
stýringin taka hædd fyri dis
poneringum og har hjálpur
eitt vanligt bókhald ikki. Tí
er umráðandi at allir postar,
bæði bókaðir og disponer
aðir, verða tiknir við og verða
dagførdir. Her prógvar úrslit
ið, sum leiðsla fórútsegði, eis
ini bleiv tað úrslitið, sum var
nátt. Hetta merkir at fíggjar
stýringin á SSL bar í mál og
lukkaðist til fulnar í 2013.
Veruliga orsøkin til
hallið á SSL 2013
• Orsøkin til hallið er sera
einføld og skyldast fyrst
og fremst tí, at stovn
urin tilvitað av lands
stýrismanninum var
umfatandi undirfíggjað
ur, hetta longu áðrenn
rakstrarárið byrjaði.
• Somuleiðis, at landsstýr
ismaðurin noktaði stovn
inum at seta neyðugar
sparingar í verk ella at
hækka ferðaseðlaprísir.
• At landstýrismaðurin
helt fast í, alt árið 2013
(og heilt fram til eftir
hansara frágreiðing
er skrivað), at játtaðar
vóru 147 mió og noktaði
at viðganga, at veruliga
játtanin bert var 139 mió.,
sum var tað, sum Løg
tingið samtykti.
• At landstýrismaðurin
av somu grund gjørdi
tað ógjørligt at søkja um
eykajáttan, tí tað bar ikki
til at vísa á meirnýtslu í
mun til eina játtan upp á
147 mió.
• At fráboðanir frá
leiðsluni um hall og
manglandi fígging blivu
ignoreraðar.
• At fráboðanir í RGS
(Roknskapargóðkenn
ingarskipanin) blivu
váttaðar av VMR, men
ongi atlit vóru tikin til
at gera nakað við hetta
halli.
• At landsstýrismaðurin
reisti málið á samgongu
fundi og kunnaði um,
at SSL fór at hava hall í
2013, men at hann onki
fór gera við tað.
Landstýrsmaðurin í Vinnu
málum hevur í beráddum
huga undirfíggjað SSL í 2013
og hevur noktað fyri neyð
ugum sparingum og, væl
vitandi um tørvin, noktað
fyri at søkja um eykajáttan,
so stovnurin fekk eitt hall í
2013 upp á 4 mió. Hetta hó
ast leiðslan á SSL av øllum
alvi, í meira enn eitt ár vísti
á trupulleikan. Hetta er eitt
eindømi í søguni hjá játtan
arskipanini og við RGS og
kann ikki samanlíknast við
nøkur onnur mál, har hall
hava verið staðfest, sum
Landsstýrismaðurin/Jógvan
Páll Lassen vísa á.
11-11-2014
Svar til frágreiðingina frá Johan Dahl,
almannakunngjørd á IN.fo 04-11-2014
kjak
Tíðindaportalurin hjá Miðlahúsinum ...fyrst og fremst!
www.in.fo