týsdagur 11. november 2014síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 12. november 2014 · Nr. 129
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Gert Brovall
Søndag aften d. 26.10.2014,
blev jeg akut indlagt på hjer
teafdelingen på 8. etage, med
en stor blodprop i hjertet.
Jeg vil gerne takke af hele
mit hjerte, afdelingens læge
og sygeplejersker for meget
professionel
behandling.
Jeg er sikker på, at jeg ellers
havde været død.
Behandlingen var hur
tig og effektiv. Jeg følte mig
under hele forløbet, tryg og
i de ”bedste hænder”. Jeg
modtog kærlig omsorg og
forståelse for den alvorlige
situation jeg befandt mig i.
Tusind tusind tak for det.
I det videre forløb blev
jeg fløjet til Billund lufthavn,
med ambulance transport til
Skejby Sygehus i Danmark.
Under hele rejsen var jeg
ledsagedet af en Færørsk
læge og sygeplejerske, som
igen gav mig den bedste
behandling og omsorg.
På Skejby Sygehus har
jeg modtaget videre behand
ling. Jeg har fået 2 ballon
udvidelser og venter nu på,
at jeg bliver helt rask igen.
Akut hospitalsindlæggelse
på Landssjúkrahúsi
Jákup Mørk
Sambært giktafelagnum, so
eru vit eini 1.500 fólk her á
landi, sum hava tørv á gikta
viðgerð.
Tað var eitt risastórt
framstig, tá Pero Sore varð
settur í starv sum gikta
lækni. Síðani Elin Mørkøre
gavst, var støðan í fleiri ár,
at útlendskir vikarar vitj
aðu her heima nakrar ferðir
um árið, og tað gav ótolandi
umstøður fyri tey mongu,
sum hava tørv á hesi viðgerð.
Bíðilistarnir bara øktust, og
vikarlíknandi
setunarvið
urskiftini bóru við sær, at
sjúklingurin fyri tað nógva
fekk ein slutur fyri ein slat
ur, ístaðin fyri at hava ein
lækna, sum hevði stundir at
seta seg inn í viðurskiftini
hjá einstaka sjúklinginum.
Allir trupulleikar vórðu
sjálvandi ikki loystir, tá
giktalækni aftur var í føstum
starvi á Landssjúkrahúsin
um. Ein “trupulleiki” varð, at
nýggjur og dýrur heilivágur
nú varð útskrivaður í stórum
mongdum. Fyri okkum, sum
hava gikt, hevur talan verið
um framstig, sum hevur
givið eina munandi hægri
lívsgóðsku. Fyri landskassan
hevur vinningurin kanska
verið minni eyðsýniligur, og
øktu útreiðslurnar til heili
vág hava verið ein stórur
trupulleiki hjá bæði sjúkra
húsleiðslu og landsstýris
fólkum. Hinvegin er eingin
sum helst ivi um, at hetta
eisini gagnar samfelagnum,
tá virkisføra tíðarskeiðið hjá
heilt nógvum øktust við eini
20-30 árum. Men tá er talan
sjálvandi um annan kassa,
og tá tosa vit um fyrimunir,
sum ikki kunnu brúkast
stórvegis í suboptimerandi
hugsunarháttinum hjá ymsu
landsstýrismonnunum.
Ein annar – og munandi
størri – trupulleiki var, at tað
skjótt stóð greitt, at arbeiðs
byrðan var nógv meira, enn
tað, sum ein einsamallur ser
lækni kundi lyfta.
Ein blanding av landa
frøði og arbeiðsbyrðu bera
við sær, at Føroyar mugu
roknast sum heimsmeistar
ar, tá talan er um títtleika
av giktasjúkum. Og tað eru
longu fleiri ár síðani, at ver
andi giktalæknin gjørdi vart
við,
at
arbeiðsumstøður
nar ikki vóru nøktandi. Ein
fyribils loysn varð funnin,
tá Pero fekk møguleikan
at reka privata praksis utt
an fyri vanliga arbeiðstíð,
men sjálvandi er hetta ikki
nøkur nøktandi støða. Eina
minst fyri læknan sjálvan,
sum eisini hevði fingið fatur
á
útlendskum
serlækna,
sum
kundi
koma
aftur
at á økinum. Við tveimum
serlæknum hevði tørvur
in á privatari praksis verið
munandi minni, sjúkling
arnir høvdu fingið størri
trygd, og arbeiðstrýstið á
nú einsamalla læknan hevði
verið munandi minni.
Karsten Hansen hevur tó
eina heilt aðra loysn á trup
ulleikanum. Ikki veit eg,
um sheriffurin úr Klaksvík
hevur serstaka læknaligar
førleikar, men eftir øllum at
døma vil hann hann detail
stýra serviðgerðum innan
(ikki bara) giktasjúkur.
Tað hoyrist fyri vist, at
landsstýrismaðurin
hevur
givið boð um, at heilivágurin
av tí dýrara slagnum ikki
longur skal útskrivast. Eini
boð, sum serlæknin tó ikki
vil akta, tí hann sær tað tíbet
ur sum sína uppgávu at geva
sjúklingunum best møguligu
viðgerðina.
Og
sunnudagin
slapp
hann so aftur at oysa eina
lortaspann yvir serlækn
an. Í bestu senditíð kundi
upplýsast, hvussu nógvar
hundraðtúsundtals krónur
serlæknin fekk fyri hansara
privatu praksis. Ikki varð eitt
orð nevnt um, at Pero Sore í
áravís hevur stríðst fyri at
betra um arbeiðsumstøður
nar á Landssjúkrahúsinum,
so tað ikki er neyðugt við
privatari praksis. Ikki eitt orð
um, at serviðgerðin einans
er til, tí tað eru hundraðtals
føroyingar, sum annars vildu
livað við eini munandi lægri
lívsgóðsku. Og ikki eitt orð
um, at populistiska sam
gonguskjalið millum annað
hevur sum endamál at minka
um bítíðina til serviðgerðir.
Nei – heldur kundi lands
stýrismaðurin
errin
siga,
at hann nú hevði sett eina
kanning í verk, har enda
málið er at geva landsstýr
ismanninum møguleika at
stýra talið av serviðgerðum.
Heilt erligt! Hvussu man
Karsten Hansen ætla sær
at stýra hesum. Skal hann
kanska gjøgnumganga sjúkl
ingajournalir og soleiðis gera
av, hvør hevur tørv á viðgerð,
tá bíðilistin á Landssjúkra
húsinum er ov langur. Vil
hann detailstýra sjálvandi
viðgerðini, so hann kann
medisinera sjúklingarnar og
kanska eisini gera av, hvussu
nógva tíð læknin skal brúka
til einstaka sjúklingin. Ella
hevur hann kanska onkran
gudgivnan framferðarhátt,
sum enn ikki er runnin til
hugs hjá nøkrum av øllum
heimsins reumatologum?
Ein deildarleiðari segði á
sinni um Landssjúkrahúsið,
at hetta var eitt sjúkt hús. Eg
havi ikki førleikar at meta
um rættleikan í hesi útsøgn.
Men tað er í øllum førum
sjúkutekin, tá ein lands
stýrismaður ferð eftir ferð
púrasta ósmæðin neyðtekur
ta servitan og –kunnleika,
sum hann er settur at tæna.
Eyðfinn Magnussen
Í Sosialinum 3. november
hevur Áki Bertholsen ein
forvitnisliga
grein
um
haruveiðu.
Greinin byggir á ein fyri
lestur, sum eg havi havt
um hetta evnið og á eina
telefonsamrøðu, sum Áki
Bertholsen hevði við meg
aftaná á fyrilesturin.
Tíðan verri hevur ein
keðilig villa sníkt seg inn í
greinina, har eg verið siter
aður fyri at siga:
“....Lívfrøðingurin held
ur, at tað hevði verið for
svarligt at skotið harur í
januar, februar og kanska í
mars eisini”.
Men hetta haldi eg ikki.
Eg haldi, at veiðitíðin, har
loyvt er at skjóta haru, skal
vera verandi, sum hon er
nú, t.v.s. frá 2. november til
31. desember, sum er einar
60 dagar um árið.
Veiðitíðin verið
skiftandi gjøgnum
tíðirnar
Haran kom til Føroyar í
1855. Síðani tá hevur tíð
arskeið, har loyvt hevur
verið at skjóta haru verið
eitt sindur ymiskt. Fyrsta
lógarásetingin um haru
skjóting í Føroyum er frá
1881. Tá var loyvt at skjóta
haru í tíðarskeiðinum frá
1. oktober til 14. februar; til
samans 136 dagar um árið. Í
1928 varð tíðarskeiðið stytt
til 91 dagar; frá 1. november
til 31 januar. Í 1945 varð lóg
in aftur broytt, so tú kundi
skjóta 60 dagar um árið,
og hetta er tað, sum hevur
verið galdandi síðani, und
antikið árið 1969, tú skjótast
kundi 30 dagar um árið; frá
3. november til 3. desember,
men hetta var bert galdandi
hetta eina árið.
Kanska tolir haran
størri veiðitrýst
Tað kann vera, at føroyski
harustovnurin hevði tolað,
at veiðitíðin varð longd eitt
sindur, kanska einar tvær
vikur, uttan hetta hevði
skatt stovnin. Men trupul
leikin í dag er, at vit vita so
lítið um føroysku haruna.
Eingin almenn skráseting
hevur verið av, hvussu
nógv hara verður skotin
Í Føroyum. Teir, ið skjóta
haru, hava ikki skyldu at
boða frá, hvussu nógv teir
hava fingið, hvussu ofta
teir hava skotið ella hvussu
nógvir mans hava verið
við. Tí vita vit heldur ikki,
hvussu nógvar harur árliga
hava verið skotnar Føroy
um gjøgnum tíðina, ella
hvussu stór royndin hevur
verið. Tað hevur tí heldur
ikki verið møguligt, at gjørt
eina nágreinilig kanning
av, hvussu stórur føroyski
harustovnurin er.
Øll hendan vitanin um
føroysku haruna er neyðug,
um vit ætla at leingja um
veiðitíðina eftir haru. So
leingi sum vit ikki hava
hesa vitanina, haldi eg, at
veiðitíðin skal vera verandi,
sum hon er nú, t.v.s. frá 2.
november til 31. desember.
Vit kunnu bara (ill)gita um motivið, nú landsstýrismaðurin vil
oysa lortaspannir yvir serlæknan innan giktasjúkur. Mest av øllum
líkist hetta eini óhugnaligari valdsgreði, har landsstýrismaðurin
vil detailstýra serviðgerðum innan sjúkrahúsverkið
Lortaspann frá Karsten
Best er, at
veiðitíðin
eftir haru
verður sum
hon er
kjak
Tíðarskeiðið, har loyvt hevur verið
at skjóta harur í Føroyum
okt
nov
des
jan
feb
sep
1881
1928
1945
1954
1969
1970
1972
1988
1. okt - 14. feb
136 dagar
1. nov - 31. jan
1. nov - 31. des
3 nov. - 31. des
3. nov - 3. des
3. nov - 20. des
3. nov - 31. des
2. nov - 31. des
59 dagar
58 dagar
47 dagar
30 dagar
58 dagar
60 dagar
91 dagar
© Eyðfinn Magnussen