Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-11, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. november 2014síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. november 2014 · Nr. 129 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Gotfred var borin í heim á Ryggi í Mið­vági, sonur Onnu Elisabeth og Heina Joensen. Hann var giftur Dusinu f. Petersen í Sandavági og fingu tey 3 synir, Sámal Jákup, Heina og Ólavur. Gotfred fór áðrenn krígg­ ið til Danmarkar í skrædd­ aralæru. Heim­aftur­komin fór hann at seyma klædningar í kjallaranum á Ryggi og hevði hann fleiri fólk í arbeiði hesa tíðina til hann sjálv­ur bygdi sær hús og fór at handla í niðaru hæddini, tá liðugt­ seymaðir klædn­ingar komu til landið. Handilin hevði eitt breitt úrvæl frá matvørum til toyvøru, og var konan hon­um ein dygg­ur stuðul í hes­um arbeiði. Tey høvdu eisini fleiri fólk í arbeiði og har­afturat bensinstøð. Gotfred stovnaði eisini Turkihúsið í Miðvági saman við D. P. Danielsen, har fiskur varð saltaður. Arbeiðsfólkið koyr­di hann í lastini til og frá døgurða við lastbili sínum, og her skaffaði hann eisini mongum kvinnum ar­beiði. 1955 keypti P/F Gotfred Joen­sen út­róðr­arbátin Lækka­klett VA6, og í 1970 kom Vørðuklettur VA60, og her var arbeiði til nógvar hendur, til teir vórðu seldir ávika-vist í 1974 og 1976. Mann­ingarnir trivust væl umborð og vóru fleiri við øll árini. 1975 kom V. U. Hammerhaimb VA 165 í flotan hjá P/F Gotfred Joen­ sen fram til 1981 og nýggi Lækka­klettur, nýbygningur úr Pólandi kom í 1976 og varð seldur aft­ur í 1979. 1975-1976 var Gotfred borg­ meistari í Miðvági, har hann arbeiddi fyri, at umstøðurnar at hava skipini liggj­andi við bryggju í øllum veðri vóru mun­andi bøtt um við pier­in­ um, sum bleiv bygdur sam­ an við Sanda­vágsmonn­um. Hetta var eitt av hansara hjarta­mál­um. Somuleiðis var hann primus motor í at seta flaka­ virkið í Miðvági á stovn eisini saman við sandavágsmonn­ um. Hann setti nógvan pening í flakavirkið og arbeiddi sum stjóri ókeyp­is í nøkur ár fyri at fáa hetta at ganga, tí hann helt, at brúk var fyri hes­um arbeiðsplássum. Gotfred var eisini nevnd­ ar­limur í Før­oya Banka og Fiska­søluni nøkur ár. Gotfred og Dusina vóru fyri tí stóru sorg at missa sonin, Heina, og var tað teim­ um ein dyggur smeitur. Gotfredi untist at blíva 93 ár, hóast hann fekk blóðtøpp sum 60 ára gamal, megnaði hann restina av livi­tíð­ini at vera stjóri í sp/f Gotfred Joen­sen, raskur til tað síðsta. Saknurin er stórur, serliga hjá tær Dusina, synunum, abba­børnunum og oldur­ abba­børnunum. Friður verið við minninum um verfaðirin og fari eg altíð at minn­ast hendan álvar­ sama mannin við tí hjarta­ liga látrinum. Hann segði ting­ini bart út, tó við einum skálka­brosi. Sam­an við kon­ uni var Gotfred eitt satt ar­ beiðs­grev. Marna Minningarorð um vinnulívsmannin Egil Gotfred Joensen Miðvágur *føddur 25. februar 1921 – deyður 28. februar 2014