týsdagur 11. november 2014síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 12. november 2014 · Nr. 129
ítróttur
Hilmar Jan Hansen
– Hóast vit ongan liðdyst
vunnu í Slovenia, so eru vit
væl nøgd við okkara fyrstu
EM-undankapping.
Veru
leikin er, at vit stóðu okkum
væl, og vit høvdu heldur ikki
væntað at vunnið nakran lið
dyst hesa fyrstu kappingina,
sigur Magnus Gaard, ið er
landsliðsvenjari saman við
Aritra Nandy.
– Ímóti Slovenia vunnu
vit tvímansleikin hjá monn
um og vóru væl við í onkrum
øðrum dysti eisini, men taptu
allíkavæl 1-4. Hinvegin høvdu
vit ongan livandi kjans ímóti
Hollandi, sum er besta liðið
í
allari
undankappingini.
Men tað var eitt vónbrot fyri
okkum, at vit skuldu tapa 0-5
í seinasta dystinum ímóti
Litava, tí har hildu vit, at vit
kundu havt ein møguleika.
Magnus vísir á, at eins og
talan var um ein sera javnan
tvímansleik hjá monnum
ímóti Slovenia, var tað tað
ímóti Litava. Tað kundi farið
báðar vegir, men hann iðrar
seg um, at tað tíverri ikki
koppaði føroyska vegin.
– Allíkavæl fingu vit víst,
at vit saktans kunnu vera við,
og um vit kunnu hava eina
menning frameftir í nøkur ár
aftrat, so kunnu vit væl vera
við og spæla ímóti enn betri
tjóðum, sigur Magnus Gaard,
ið heldur tað hava sera stór
an týdning, at føroysku bad
mintonspælararnir fáa nóg
stórar avbjóðingar.
Eitt stig longur upp
– Hetta er okkara fyrsta
kapping á hesum stiginum,
so hetta er nýtt fyri okkum,
umframt at talan jú er um
eina lítla ítróttargrein. Okk
ara størsta avbjóðing hevur
frammanundan bara verið
oyggjaleikir, har vit eisini
hava tikið okkum so nógv
fram, at vit nú fáa fleiri
heiðursmerki hvørja ferð. Tí
er tað eisini púra náttúrligt,
at vit nú flyta okkum eitt stig
longur upp, sigur hann.
Magnus Gaard er sann
førdan um, at tað út frá
einum ítróttarligum sjónar
miði er tað rætta, at Føroyar
satsa upp á EM-undankapp
ingina og kanska aðrar líkn
andi kappingar við, men at
tað so bara er ein spurningur
um at finna pengarnar, ið
skulu til, fyri fíggjarliga eis
ini at megna at lyfta uppgáv
una, tí badminton jú er ein
lítil ítróttargrein, ið kanska
ikki er so sjónsk sum aðrar
og størri eru tað.
Landsliðsvenjarin greiðir
annars frá, at hini, sum vóru
við til kappingina í Lendava
í Slovenia, ikki kendu nakað
til Føroyar frammanundan,
men at tey vóru bilsin av tí,
føroysku spælararnir avrik
aðu.
– Tá vit fortaldu teimum,
at tað búgva minni enn
50.000 fólk í Føroyum, og at
bara einir 200 íðkandi bad
mintonspælarar eru í land
inum, trúðu tey okkum ikki,
men hildu, at vit skemtaðu,
flennur hann.
hilmarjan@sosialurin.fo
badminton
Brúk fyri avbjóðingum
– Um vit kunnu hava eina menning frameftir í nøkur ár aftrat, so kunnu vit væl vera
við og spæla ímóti enn betri tjóðum, sigur annar av landsliðsvenjarunum í badminton,
Magnus Gaard, eftir at Føroyar hava verið við til sína fyrstu EM-undankapping
Størri breidd
Hóast hvørki Sigrun Smith
ella Nikolaj Gunnarstein
kunnu vera við á badmin
tonlandsliðnum, sum skal
til oyggjaleikirnar næsta
summar, eru tey allíkavæl
við til at geva landsliðsar
beiðinum størri breidd.
Næsta summar verða
oyggjaleikirnir á Jersey,
og har fara okkara bestu
bad m in ton sp æla ru m
enn einaferð at royna at
gera seg galdandi, sum
vit hava sæð tað fleiri av
teimum síðstu leikunum,
tí badminton hevur borgað
fyri fleiri heiðursmerkjum
bæði í Álandi, á Isle of
Wight og í Bermuda.
Men longu nú er greitt,
at manningin til leikirnar
á Jersey ikki verður sama
manningin, sum um viku
skiftið í Lendava í Slovenia
spældi fyrstu EM-undan
kappingina hjá føroyska
badmintonlandsliðnum
nakrantíð.
– Vit vita, at hvørki
Sigrun Smith ella Nikolaj
Gunnarstein
kunnu
vera við á landsliðnum
til oyggjaleikirnar, tí tey
búgva ikki í Føroyum.
Hinvegin kann Benjamin
Gunnarstein vera við á
liðnum, tí hann býr ið
hvussu er alt hetta árið í
Føroyum, sigur Magnus
Gaard, landsliðsvenjari.
– Men hinvegin eru
vit ikki so øgiliga bundin
av Sigrun og Nikolaj, tí
vit hava jú eisini aðrar
spælarar við somu styrki,
sum kappast við tey um
plássini annars. Hinvegin
gera tey sjálvandi sítt til, at
landsliðsarbeiðið styrknar,
tí vit fáa størri kapping um
plássini og tí eisini størri
breidd, so vit kunnu seta
landsliðið saman upp á
ymsar mátar.
Við á landsliðnum í
EM-undankappingini
vóru Brynhild Djurhuus
Carlsson,
Kristina
Eriksen, Rannvá Djurhuus
Carlsson, Sigrun Smith,
Benjamin
Gunnarstein,
Niclas Højgaard Eysturoy,
Nikolaj Gunnarstein og
Rógvi Poulsen.
hilmarjan@sosialurin.fo
Landsliðsvenjararnir báðir, Magnus Gaard og Aritra Nandy, sum stóðu á odda fyri landsliðnum í badminton, sum um vikuskiftið spældi sína fyrstu EM-undankapping nakrantíð
Mynd: Badmintonsamband Føroya