týsdagur 11. november 2014síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. november 2014 · Nr. 129
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
fótbóltur
Grikkaland 1995:
Tróndur Arge
– Keypmannahavn
Jákup Mikkelsen er 25 ára
gamal, tá hann spælir sín
fyrsta
altjóða
landsdyst.
Hann fær ikki eina mjúka
byrjan, tí griksku áskoðar
arnir spýta í andlitið á før
oyska málverjanum hvørja
ferð hann skal eftir bóltinum
aftanfyri málið.
Áskoðararnir
hanga
á
trygdarnetinum,
sum
er
aftanfyri málið. Teir koma
tætt upp á Jákup Mikkelsen,
tá hann skal eftir bóltin.
Millum illbønirnar hoyrist
eisini hvussu áskoðararnir
spýta. Tað er ikki ein hóttan.
Teir spýta veruliga eftir
klaksvíkinginum.
– Eg føldi hvussu teir
spýttu á meg, so eg mátti
fara venda høvdið hinvegin,
tá eg fór eftir bóltinum,
greiðir Jákup Mikkelsen frá,
meðan hann hevur besta
huga at rista við høvdinum
og smílast eitt sindur eftir
hendingini.
Í dag er hendingin bara
enn ein røvarasøga, sum
fyrrverandi landsliðspælarin
kann fortelja víðari. Men
tann dagin á Theodoros
Vardinogiannis leikvøllinum
á Kreta var tað álvara.
– Eg minnist, at bæði eg og
Allan Mørkøre gjørdu vart
við okkum til dómaran, men
eg haldi ikki hann kundi gera
so nógv, sigur 44 ára gamli
Jákup Mikkelsen, sum í dag
er málmansvenjari hjá før
oyska landsliðnum.
Stóð sterkur í
mótganginum
Vit skulu 19 ár aftur í tíðina
fyri at finna hendingina á
Theodoros Vardinogiannis
leikvøllinum á Kreta. Jákup
Mikkelsen hevur í nakrar
mánaðir spælt fast í donsku
superliguni, har hann spælir
við Herfølge.
Hann eltir fysta plássið
millum
stengurnar,
sum
Jens Martin Kundsen hevur
sitið tungt á síðani søguliga
sigurin í Landskrona móti
Eysturríki. Tað mutlar í
fjølmiðlunum, at hesa ferð
fer klaksvíkingurin at fáa
møguleikan.
Kappingin
í
Føroyum er enda nakað
áðrenn hendan landsdystin
í november, meðan Jákup er
í gongd í donsku kappingini.
Tí velur Allan Simonsen at
geva Jákupi møguleikan í
einum dysti við krevjandi
umstøðum. Ein »heksa ketil«
kallar málverjin stemningin
kring dystin móti Grikka
landi. 9850 villir grikkar eru
á leikvøllinum og teir eru
ikki gestablíðir, men tað
bara styrkir málverjan, sum
spældi væl.
– Mær dámar altíð væl, tá
áskoðararnir hjá hinum eru
eftir mær. Tá blívi eg sterkari
og vil vísa teimum. Tað gjørdi
eg hendan dagin og eg haldi
vit spældu væl, sigur Jákup
Mikkelsen um fyrsta tíman
av dystinum, greiðir Jákup
Mikkelsen frá.
Tíverri heldur føroyska
liðið ikki stand allan seinna
hálvleik, tí tá dysturin er ein
tíma gamal, so kemur hol á.
– Eg fari eftir einum bólti
og fái fingrarnar á hann,
men hann endar hjá einum
av teimum, ið skorar. Hevði
eg ikki nortið við bóltin, so
hevði okkara høgri bakkur
Kappingin í Føroyum er enda nakað áðrenn hendan
landsdystin í november, meðan Jákup Mikkelsen er í
gongd í donsku kappingini við Herfølge. Tí velur Allan
Simonsen at geva Jákupi møguleikan móti Grikkalandi
Tað var ikki hissini elddópur, ið Jákup Mikkelsen fekk sum føroyskur landsliðsmálverji á
Kreta í 1995 móti Grikkalandi. – Hvørja ferð eg fór eftir bóltinum, so spýttu áskoðararnir
eftir mær, greiðir Jákup Mikkelsen frá, sum nú 19 ár seinni aftur skal til Grikkalands
EM'96 undankapping
Mikudag 15. november 1995
Grikkaland - Føroyar 5-0 (0-0)
1-0 Alexios Alexandris, 59
2-0 Themistoklis Nikolaidis, 62
3-0 Nikos Machias, 66
4-0 Georgios Donis, 76
5-0 Vassilios Tsiartas
Dómari: Mitko Mitrev (Bulgaria)
Leikvøllur: Theodoros Vardinogiannis
Áskoðarar: 9850
Føroyar: Jákup Mikkelsen – Jan Dam, Óli Johannesen, Tummas Eli Hansen
– Jens Kristian Hansen, Øssur Hansen(Harley Bertholdsen, 89.min), Allan
Mørkøre, Magni Janskor, Henning Janskor – Kári Reynheim(Julian Johnsson,
55.min) og Jan Allan Muller(John Petersen, 83.min)
Á bonkinum uttan at koma inn: Jens Martin Kundsen og Janus Rasmussen
Venjari: Allan Simonsen
Kelda: faroesoccer.com
Spýttu
á Jákup
Mikkelsen