Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-11, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. november 2014síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 12. november 2014 · Nr. 129 ítróttur fótbóltur fingið hann, sigur Jákup argur á málinum – 19 ár seinni. Jákup er í dag við lands­ liðnum sum málmansvenjari. Hann sigur, at tað eru nógvar broytingarnar hendar síðani Føroyar seinast spældi móti Grikkalandi. – Tað var ikki so væl skip­ að, sum tað er í dag. Eg haldi, at nógv broyttist undir Allan Simonsen. Tá bleiv alt meiri pro­fessionelt, sigur mál­ mans­venjarin hjá lands­lið­ num. Knøini vilja ikki meir 44 ára gamli Jákup Mikkelsen valdi eftir kappingarenda í ár at gevast sum fót­bólts­ spæl­ari. Yrkisleiðin hevur bjóð­að upp á eina ferð í fót­ bólts­heiminum, sum byrjaði í Klaksvík við KÍ, og umvegis Herfølge(DK), Molde(NO), Partick Thistle(SKO), B36 og KÍ aftur, endaði í Fuglafirði við ÍF. Hóast tað hevur verið langt frá toppinum sum dan­ marks­meistari við Herfølge til botnstríðini við KÍ í 2009 og ÍF í ár, so hevur hugurin at spæla fótbólt ongantíð bilað. – Hugurin at spæla er fram­vegis til staðar. Hevði eg kunna spælt í nøkur ár aftur­ at, so hevði eg gjørt tað, men knøini vilja ikki meir, sigur Jákup Mikkelsen eitt sindur hugtungur á málinum. Jákup býr og arbeiðir í Klaksvík, og koyrir fýra ferðir um vikuna til venjing í Fugla­firði. Tað hevur heldur ikki tikið mótið frá mál­verj­ anum. – Eg tími líka væl at venja og spæla enn. Einki er so deiligt, sum at gera eina bjarging í fullari long og fáa fingarnar á bóltin, sigur Jákup Mikkelsen, sum hev­ ur fingið tilboð um at verða hjálpar­venjari hjá ÍF til kom­ andi kappingarár. – Eg havi ikki tikið støðu til tað enn. Eg veit ikki um eg skal verða hjálparvenjari, ella um eg skal fara at gera meiri við málmansvenjing, men tað verður eitt av teim­ um, sigur nú fyrrverandi mál­verjin. Jákup Mikkelsen náddi at spæla 73 landsdystir. Bara Óli Johannesen og Fróði Benjaminsen hava spælt fleiri landsdystir enn mál­ verjin. Yrkisleiðis á landsliðnum byrjaði longu í 1988. Fyrsti dysturin var í 1995 og stutt fyri aldarskiftið vann hann plássið frá Jens Martin Knudsen millum stengurnar. Mál­verjin setti heimsmet, tá hann 16. august 2012, sum 42 ára gamal, stóð í mál fyri før­ oyska landsliðnum í ein­um FIFA skrásettum venj­ingar­ dysti móti Íslandi. Jákup Mikkelsen hevur spælt sín seinasta dyst, men hann hevur ikki givið sítt seinasta íkast til føroyskan fótbólt. Fyrsta uppgávan verður at greiða Gunnari Nielsen frá hvussu tað kann verða, at spæla landsdyst móti Grikkalandi í einum »heksa ketli«. trondur@sosialurin.fo Hvørja ferð eg fór eftir bóltinum, so spýttu áskoðararnir eftir mær Fakta: Navn: Jákup Nolsøe Mikkelsen Føddur: 14. august 1970 (44 ár) Yrkisleið Landsdystir: 73 1994 KÍ 1995 - 2001 Herfølge (DK) 2001 - 2003 Molde (NOR) 2003 - 2004 Partick Thistle (SKO) 2004 KÍ 2005 - 2007 B36 2008 - 2009 KÍ 2010 - 2014 ÍF Fríggjadagin 14. november, kl. 19.45 Undankappingardystur - Stadio Georgios Karaiskakis, Piraeus grikkaland vs føroyar Jákup Mikkelsen hevur spælt sín seinasta dyst, men hann hevur ikki givið sítt seinasta íkast til føroyskan fótbólt. Fyrsta uppgávan verður at greiða Gunnari Nielsen frá hvussu tað kann verða, at spæla landsdyst móti Grikkalandi í einum »heksa ketli«. Hesaferð á Stadio Georgios Karaiskakis í Piraeus