hósdagur 13. november 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 14. november 2014 · Nr. 130
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
– Eg havi altíð lagt stóran
dent á at víst meg sum ein
mann og at vísa meg frá míni
bestu síðu.
Tað sigur kendi havrógv
arin føroyski havrógvarin,
Livar Nysted úr Hvanna
sundi.
Hann hevur róð um fleiri
heimshøv við árabáti og
hevur sett fleiri heimsmet,
sum hann fegnast um - eitt
heimsmet, hann er so karv
andi líkaglaður um.
– Hetta er ein tann harð
asti ítróttur í verðini. Viku
eftir viku situr tú vátur,
svangur og kaldur umborð
á lítlum árabáti og fær lítlan
og ongan svøvn, í mesta lagi
hálvan annan tíma ísenn. Og
hendir nakað, er langt eftir
hjálp og tú veit, at fyrr ella
seinni kemur tú í illveður
og at stórur vandi er fyri, at
báturin hólvist og tí endar á
blámnum. Tað er ómetaliga
strævið fyri kropp og sál.
– Men tað er nakað, tú
fært í blóðið og so er einki at
gera og eg ætli mær avstað
aftur, sigur hann.
Og hann sigur, at at í
øllum hann ger, er hansara
lívsáskoðan, at vísir tú teg
frá tíni bestu síðu, kemur
tað tær til góðar, kanska ikki
beinanvegin, men so seinni í
lívinum.
Segði ja fyri at fáa frið
Tað var annars av berari til
vild, at Livar Nysted yvir
høvur fór í holt við at rógva.
– Eg arbeiddi hjá Føroya
Bjór, tá ið eg varð biðin at
koma umborð Nevið Reyða
at rógva kapp. Eg sýtti, tí
eg hevði ongan áhuga fyri
kappróðuri. Men teir gingu á
meg og at endaði játtaði eg.
Men eg gjørdi teimum greitt,
at eg lovaði ikki, at eg varð
drúgvur umborð.
Livar Nysted fór umborð
á Nevið Reyða og longu tað
fyrsta kvøldið var lagnan
avgjørd, tí hann varð púra
burtur í at rógva.
Men sum tíðin gekk fór
hann at tosa um, at tað var
óluksáliga stutt bara at rógva
1000 og 1500 metrar og tí var
tað skjótt at tankin spratt
um at rógva um hav.
– Eg og nakrir við mær
samdust tískil um, at tað
kundi verið stuttligt at róð
til Hetlands.
Hetta var í 2003 og vit
vistu púra einki um havrógv
ing, so vit lupu bara í út í tað.
– Vit læntu Norðoying til
ferðina, men fyrireikingar
nar drógu út, so tað var ikki
fyrrenn í seinast í september,
at vit vóru til reiðar at fara.
– Konurnar noktaðu okk
um fara einsamallar, so vit
fingu eitt línuskip at fylgja
við okkum.
Livar Nysted sigur, at teir
komu ikki langt, tí veðrið var
ringt og teir máttu gevast.
– Vit høvdu reypað av
ferðini í miðlunum, so vit
vóru rættiliga lotir vit komu
aftur, og tað var ikki stuttligt
at fara aftur til arbeiðis, sigur
hann.
Sníktu seg avstað
– Men í 2005 gjørdu teir av at
royna einaferð afturat. Hesa
ferð vóru teir fýra mans í
einum áttamannafari.
– Av ringum royndum
reypaðu vit ikki so nógv um
ferðina hesa ferð, men sníktu
okkum mestsum avstað á
hálvari nátt.
Livar Nysted sigur, at
tann ferðin gekk munandi
betri. Teir ætlaðu at klára tað
upp á fýra dagar, men tað var
mótvindur alla tíðina, so tað
gekk ikki sum ætlað.
– Tann eina dagin hoyrdu
vit nøkur øgilig buldur og
tá ið vit kallaðu á Tórshavn
Radio, fingu vit at vita, at vit
høvdu róð okkum mitt inn í
eina skjótivenjing hjá danska
herflotanum. Danir vóru ikki
blíðir, men venjingin mátti
avlýsast, sigur Livar Nysted.
Tá ið teir høvdu róð í seks
dagar, vóru teir komu heilt
undir land í Hetlandi. Men tá
kom óveður á teir og eitt skip
hjá vaktar- og bjargingartæn
astan í Hetlandi kom til teir
og mælti teimum staðiliga
frá at halda fram. Tey boðini
aktaðu teir og góvust.
– Vit vóru kaldir og illa
fyri, men tað var eitt ógvu
liga stórt vónbrot at noyðast
at
gevast
beint
áðrenn
málstrikuna,
sigur
Livar
Nysted.
Aftur eitt vónbrot
Men hendan ferðin vakti
dreymin um at rógva um eitt
av heimshøvunuum aftur til
lívs, tí miseydnaðu hetlends
ferðirnar høvru hóast alt víst
honum, at tað var kanska
ikki heilt ómøguligt.
Livar sigur, at hinir ristu
bara við høvdinum, men líka
legði hann í og fór at kanna
málið.
Tískil setti hann seg í
samband við ein havrógvara,
sum leitaði eftir manning
at rógva um Atlantshav, úr
Gran Kanaria til Barbados.
Livar Nysted slapp ígjøgn
um nálareygað og varð ein av
teimum 14 monnunum, sum
vóru við at manna bátin á
ferðini.
Men tað gekk ikki sum
ætlað!
– Teir fyrstu dagarnar
gekk ómetaliga væl, tí vit
róðu 1000 fjórðingar upp á
10 dagar og tað hevði ongin
klárað áður.
– Men so mistu vit róðrið.
Vit rendu á okkurt, sum fleyt
í sjónum, ella er ein hvalur
komin undir róðrið og hevur
skrætt tað av, vit høvdu sæð,
at bóghvítuhvalir vóru tætt
við.
– Við ongum róðuri er
ómøguligt at rógva og eftir
at hava baksast eitt heilt
samdøgur í ringum sjógvi,
og stórari aldu, máttu vit
ásanna, at einki var at gera
og skiparin gjørdi tí av at
gevast.
Livar Nysted sigur, at
hann var ótrúliga harmur
um at teir máttu gevast, tí
hann hevið vant í mánaðir
og brúkt nógvan pening upp
á ferðina, og hann dylir ikki
fyri, at hann græt, tá ið hann
ringdi heim at fortelja kon
una tað.
– Summir bátsfelagir vóru
eisini illa fyri og onkrir vóru
bangnir. Men eg royndi at
vísa meg sum ein mann og
at kempa víðari fyri at fáa
tað at eydnast. Samstundis
royndi eg at eggja mínum
bátsfeløgum til at kyra og at
ugga teir og vera við tí góða
orðinum.
Tá ið skiparin hevði tikið
avgerðina um at gevast,
vórðu teir tiknir umborð á
eitt russiskt farmaskip. Tá
ið teir komu at skipinum,
brotnaði báturin so illa, at
stórt hol kom á so at sjógvur
streymaði í hann.
Men 10 mánaðir seinni
varð hann funnin aftur og tá
fleyt hann framvegis og var
rikin um Atlantshavið. So
báturin kláraði tað, men ikki
manningin.
– Hetta vísir, at bátarnir
eru rættiliga góðir og tryggir,
sigur Livar Nysted.
– Men hetta var eitt ógvu
liga stórt vónbrot. Tá trúði
eg, at mín tíð sum havrógvari
var liðug, longu áðrenn hon
ordiliga varð byrjað, tí eg sá
meg ikki føran fyri at reisa
HAVRÓGVING
Eg havi roynt
at víst meg
sum ein mann
Eg havi verið heilt tætt við at geva skarvin yvir. Tað sigur kendi
havrógvarin, Livar Nysted í Hvannasundi. Men tað gjørdi hann ikki og
síðani hevur hann havt bæði stórar sigrar og stór vónbrot. Eg havi altíð
lagt dent á at vísa meg frá míni bestu síðu, sigur kendi havrógvarin
Tá ið ordiliga eri í
kolakjallaranum, hyggi
eg at føroyska flagginum