Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-13, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. november 2014síða 7

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Fríggjadagur 14. november 2014 · Nr. 130 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 so nógvan pening aftur, sigur Livar Nysted. Játtaði alt fyri eitt Livar Nysted sigur, at hann var so vónbrotin eftir , at hann mestsum stakk av til skips við einum norskum línu­báti. At hann hevði víst seg frá síni bestu síðu á miseydnaðu ferðini, kom honum sann­ iliga til góðar nú, tí av teim­ um 14 monnunum sum vóru við, var hann tann einasti, sum var biðin aftur at koma umborð á ein bát at rógva um hav. – Ímeðan eg var við norska línubátinum, ringdi Leven Brown, sum var skipari á miseydnaðu ferðini um Atlantshav, til mín og bjóð­aði mær við at manna ein bát, sum skuldi rógva um Norðuratlantshav úr New York til Scilly oyggjar. – Eg játtaði alt fyri eitt og ferðin skuldi vera á sumri 2010, sigur Livar Nysted. Umstøðurnar umborð vóru vánaligar, tí báturin var til tvey fólk, men vit vóru fýra mans við. Tað merkti, at vit sluppu ikki altíð undir tak, hóast tað var illveður, so tað var ikki tespuligt. Livar Nysted sigur, at hend­an ferðin fekk eina ringa byrjan. – Fyrstu ferð vit royndu, gekk sjálvstýrarin fyri, so vit máttu venda aftur. Aðru ferð, máttu vit aftur venda aftur, tí tá varð ein maður sjúkur. – Eg var av álvara farin at stúra fyri at eisini hendan ferðin skuldi miseydnast. Men eftir ein heilan mánað í New York, sluppu vit loksins avstað, og tá gekk ómetaliga væl, tí tað eydnaðist at taka heimsmetið at rógva um Atlantshav. Metið var annars 114 ára gamalt og var upp á 55 dagar og sjey tímar, men vit kláraðu tað upp á 43 dagar og 21 tímar. – Einir 60 bátar høvdu roynt at taka metið, men vit vóru so teir fyrstu at klára tað, so tað var øgiliga stutt­ ligt, sigur Livar. Á hesi ferðini settu teir eis­ini eitt annað heimsmet og tað var at rógva heilar 118 fjórðingar í eitt samdøgur og tað er longsta strekkið nakar havrógvari hevur róð í eitt samdøgur. Aftur í 2012 var boð eftir Livar Nysted at vera við einum báti, sum tíðliga í 2013 skuldi rógva úr Gran Kanaria til Barbados, tað var ferðin sum miseydnaðist í 2009. Ætlanin var at seta metið, sum var góðar 33 dagar, men báturin riggaði illa og tað gekk ikki, tí teir høvdu 35 dagar um ferðina. – Báturin var nýggjur og barna­sjúkurnar vóru nógvar. Vit høvdu tveir kjølar við og teir brotnaðu og tí rullaði HAVRÓGVING Leingist illa Áki Bertholdsen Viðhvørt leingist eg rættt­ iliga illa heim, tá ið eg liggi á havinum í árá­báti, onku­ staðni ímill­um lond. Livar Nysted er ikki bangin fyri at viðganga, at heimlongsul ger vart við seg viðhvørt á ferðum tvørtur um hav – Eg havi onkuntíð spurt mínar bátsfelagir um teir ikki leingjast eftir kon­uni, men teir gera seg harðar og svara blankt nei, tí tað vilja teir ikki við­ganga. – Eg veit ikki um tað passar, men eg leingist illa viðhvørt. Tað er ikki ein beinleiðis trupulleiki, tað er sum at fara til skips, sigur Livar Nysted. Men hann sigur, at heima eru tey púra trygg við tað, at hann fer avstað. – Eg havi tosað nógv um havrógving, so tey heima vita nógv um tað. Og bát­arnir eru rættiliga tryggir, hólvast teir, venda teir sjálvir aftur á rætt­kjøl og hóast teir fyllast við vatni, søkka teir ikki. Høvdu tey heima ampa av tí, hevði eg ikki kunnað farið, sigur Livar Nysted. Hinvegin staðfestir hann, at havrógving er ein dýrur ítróttur og at tað er ringt at fáa fígging. – Eg fái fíggjarligan stuð­ul ymsastaðni frá, men eg havi eisini verið noyddur at selja motor­ súkklur og enntá havi eg selt ein Mykinesmálning fyri at hava ráð til at fara. – Hvør ferðin kostar kanska einar 300.000 krónur, serliga tá ið mist arbeiðsløn er tald uppí, ferðing og annað er talt við. – Men um tað so hevði kostað eina millión, hevði tað heldur ikki forða mær at farið. Málningar og motorsúkklur ber til at fáa aftur, men skal eg rógva um heimshøv, skal tað vera nú, sigur Livar Nysted. aki@sosialurin.fo – Tað er ringt at forklára, hvat tað er, sum er so fanfastiskt við havrógving. Men nakrar av mínum bestu løtum, havi eg, tá ið eg siti einsamallur við árarnar mitt á havinum undir stjørnuklárum himmli, sigur Livar Nysted, heimskendur havrógvari úr Hvannasundi ...framhald á síðu 8 Tilsamans hevur Livar Nysted róð 20.000 kilometrar tvørtur um heimshøv. Tað er sum av Norðpólinum suður á Suðurpólin og eg havi sagt við konuna, at nú mangli eg bara at rógva norðuraftur, heldur hann skemtiliga fyri. Tilsamans hevur hann verið á havinum í 159 dagar og hann hevur tikið eini 3,5 milliónir áratøk. At rógva tvørtur um eitt hav, er ómetaliga orkukrevjandi, tí hevur kosturin stóran týdning. Livar Nysted sigur, at tað mesta teir eta eru serligar blandingar av turrfóður, sum er rokað við proteinum. Men hann nevnir, at á ferðini um Indiahav, høvdu 2000 sjoklátaplátur og teir ótu einar 12, ótu 12 sjokolátaplátur í part um dagin. Hann sigur, at teir hava roknað út, at teir eta so nógvar kaloriur um dagin, at tað svarar til einar 15 burgarar. Men kortini tapa teir seg og Livar sigur, at tað er ikki óvanligt, at teir tapa eitt pund um dagin. 12 sjokoláta­ plátur um dagin Tikið 3,5 milliónir áratøk