hósdagur 13. november 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 14. november 2014 · Nr. 130
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
báturin ógvuliga illa. Eisini
róðurgreiðurnar fóru, so ein
maður mátti frá árunum at
stýra, so tað gekk seinni enn
ætlað.
– Men vit róðu kapp við
ein annan bátan og tað var
øgiliga spennandi, tí eftir at
hava róð heilar 5000 kilo
metrar í 35 dagar, vóru vit
bara ein tíma frammanfyri
hin bátin.
Riggaðu ikki
væl saman
Livar sigur, at hann verður
fullkomiliga
útlúgvaður
bæði krospliga og sálarliga
av eini ferð sum hesari, so
tær fyrstu vikurnar eftir at
liggur hann bara á eini sofu
og roynir at koma fyri teg
aftur.
– Men eg hevði ikki verið
heima meiri enn eina viku,
tá ið ið telefonin ringdi, at
biðja meg koma við einum
báti sum skuldi rógva um
Indiahav úr Avstralia til
Mauritius, einar 4000 fjórð
ingar.
Tað var ein libanesari sum
fyrireikaði ferðina og sum
skuldi vera skipari. Hann var
væl kendur ítróttarmaður
og hevði verið á báðum pól
unum, umframt á Mont
Everest og fleiri øðrum av
heimsins hægstu fjøllum. Í
miðeystri hevði hann somu
støðu sum David Beckham
hevur her í vesturheiminum.
Men hetta var fyrstu ferð
hann royndi seg í havrógv
ing. Og hóast hann var ein
ótrúligur ítróttarmaður, má
eg skjótt ásanna, at sjómaður
var hann ikki.
Livar Nysted sigur, at tað
vóru nógvar ósemjur um
borð og onkuntíð var líka
við, at teir fóru til hendurs, tí
skiparin tók so nógvar skila
leysar avgerðir.
Tað endaði við, at hinir á
manningini tóku tað óvan
liga og víðgongda stigið at
seta skiparan til viks og taka
ræðið á bátinum. Men tá
hevði eisini skiparin ásanna,
at her var hann ikki á heima
vølli, tí hann góðtók tað at
vit tóku ræðið á bátinum.
– Men tá ið samanumkom,
settu vit heimsmet í at rógva
um Indiahav, sigur Livar
Nysted.
– Nei, vit riggaðu ikki væl
saman, libanesarin og eg,
endurtekur havrógvarin úr
Hvannasundi. – Men kortini
eri eg honum ógvuliga takk
samur, tí hann gav mær
møguleikan at sleppa hend
an túrin, leggur hann afturat.
Væl fyrireikaðir
Livar Nysted sigur, at tað
slepst ikki undan, at serligar
støður eru á eini slíkari ferð.
– Tú veitst, at fyrr ella
seinni kemur tú í illveður
og tú veit, at vandi er fyri, at
báturin hólvist. Men hann
kemur rættiliga skjótt aftur
á rættkjøl.
Sjálvur hevur Livar tvær
ferðir verið í báti, sum er
farin runt í illveðri mitt á
havinum. Fyrru ferð var
Livar staddur inni í húsinum
og fekk einki gjørt, tú hurðin
má undir ongum umstøðum
latast upp. Men báturin kom
uppaftur og maðurin kom
umborð aftur.
– Aðru ferð varð eg
slongdur úr bátinum. Men
vit eru í bjargingarvesti og
hava bjargingarlínu á okkum,
sum er føst í bátinum. Men
tað gekk alt sum tað skuldi.
– Vit vita, at sannlíkindini
fyri at hólvist á eini slíkari
ferð, eru rættiliga stór. Vit
eru eisini fyrireikað uppá tað
tí tað er ein partur av venj
ingini upp undir túrin, at vit
koppa bátinum at vita um alt
riggar sum tað skal.
Og tá ið tað hendir, hugs
ar tú bara um at bjarga tær
umborð aftur og tú verður
hvørki bangin ella kaldur,
hóast
umstøðurnar
eru
ógvusligar.
Teir eru eisini væl út
gjørdur við útgerð at navi
gera við og samstundis hava
bæði teir, og nógv tey flestu
av skipunum, útgerð við, sum
vísir, hvørji skip og bátar eru
í nánd.
– Og er vandi fyri saman
stoyti, víkja tey stóru skipini
fegin fyri okkum, tí vit rógva
so seint, at tað er nógv verri
hjá okkum at skifta kós,
sigur Livar Nysted.
– Vit Hava eisini altíð ein
vatntættan posa við ymsari
útgerð, eitt nú einum lítlum
vatngerara, ein fylgissveina
telefon, GPS, ara og einum
sindri av mati.
Men talan er um víð
gongdan ítrótt og Livar
Nysted sigur, at tilsamans
eru sjey mans deyðir undir
havrógving, men tað eru
nógv ár síðani, nakar doyði.
Men allir bátarnir komnir
aftur í aftur, so tað vísir,
hvussu
tryggir
teir
eru,
men menniskjanslig mistøk
kunnu sjálvsagt enda við eini
vanlukku.
Hann vísir eisini á, at
nú á døgum er samskiftis
útgerðin, og veðurtíðindini
so nógv betri og neyvari enn
tey vóru fyri fáum árum
síðani
Livar Nysted sigur, at
hann ansar eisini altíð ógvu
liga væl eftir sær sjálvum.
– Eg rógvi altíð í handsk
um, tað eru tað ikki allir
sum gera, men oyðileggur
tú hendurnar, grøðir einki
aftur, tí hendurnar fáa ikki
frið, táið tú skalt rógva 12
tímar um samdøgurið. Ein
onnur avbjóðing, er at vit eru
altíð vátir um beinini og tað
er sera ringt fyri føturnar.
Og fyri ikki um at tala,
verður man sárur um aftur
partin av at sita og rógva
viku eftir viku.
– Eg havi verið ógvuliga
sárur um afturpartin, sigur
Livar Nysted.
Hví?
Livar sigur, at hann verður
ofta spurdur, hví hann ger
hetta.
– Tað er einki einfalt svar
og tað er eisini ringt at for
klára. Men tað er stuttligt
og tað er spennandi. Eg elski
at rógva og eg elski at vera á
havinum og í sjálvari náttúr
uni. Bara tú rættir hondina
niður, verður tú vátur.
– Nakrar av mínum bestu
løtum, havi eg, tá ið eg siti
einsamallur við árarnar mitt
á havinum undir stjørnuklár
um himmli og á havinum er
himmalin nógvar ferðir klár
ari enn hann er á landi, har
so nógv ljós annars órógvar.
– Hetta er ein heilt serlig
avbjóðing og eitt heilt serligt
ævintýr. Og hetta er ein
ógvuliga víðgongdur ítróttur,
sum ógvuliga fá íðka og tað
ger tað ikki minni spennandi.
Íborna trongdin eftir at yvir
liva er serliga sterk á eini
ferð, sum hesari, tí tú veitst,
at tú mást klára teg sjálvan,
eisini tá ið tú kemur í neyð.
– Alt hetta ger havrógving
serliga
hugtakandi,
sigur
Livar Nysted.
Men
hann
staðfestir
samstundis, at eitt, sum er
ógvuliga týdningarmikið hjá
honum at hava við á slíkum
ferðum, er tað føroyska
flaggið.
– Eg MÁ hava Merkið við.
Á eini ferð tvørtur um hav
í árabáti, slepst ikki undan
svørtum løtum. Men tá ið eg
ordiliga eri í ringum lag, ella
ordiliga í kolakjallaranum,
hyggi eg at føroyska flagg
inum. Tað er ordiliga góð
terapi, sigur Livar Nysted.
aki@sosialurin.fo
Áki Bertholdsen
Havrógingin hjá Livar
Nysted
hevur
higartil
givið honum fimm heims
met.
Eitt heimsmet er fyri
at hava róð um tvey
heimshøv í sama árið.
Annars hevur hann
met fyri at vera tann
havrógvarin, sum hevur
longst í eitt samdøgur, tá
ið teir róðu 118 fjórðingar
í 24 tímar.
Samstundis
hevði
hann heimsmet í at rógva
skjótast
um
Indiahav,
men tað metið er síðani
tikið aftur.
Livar
hevur
eisini
metið í at rógva skjótast
um Atlantshav, tá ið teir
róðu 43 samdøgur og 21
tímar.
– Eg standi eisini fyri
at hava metið sum tann
fyrsti ið hevur róð um
eitt heimshav sjálvur triði
á báti.
Tað hevur ongin gjørt
fyrr, tí antin hava teir
verið tveir, fýra, ella fleiri.
– Men tað er eitt met,
eg ikki leggi petti í. Eg
kundi akkurát tað sama
staðið í metbókini hjá
Guinnes fyri at vera tann
fyrsti, sum hevur róð um
eitt heimshav í føroyskari
húgvu.
Men
Livar
leggur
afturat, at onkuntíð skal
lítið til at ein metroynd
fer í vaskið.
Táið vit tóku metið um
um
Norðuratlantshav,
fekk ein av manningini
bruna í stórutá. Vit høvdu
eitt sindur av útgerð
til fyrstuhjálp við, men
doyvingarevni høvdu vit
ikki. Men tað var skilligt,
at okkurt mátti gera, tí
hann kundi verða so sjúk
ur, at tað var neyðugt at
fáa hjálp og so fór ferðin
fyri skeyti.
So skiparin tók neglina
á stórutá við ongari doyv
ing. Tað var ógvuliga
pínufult, men tveir dagar
seinni var hann sum fisk
urin so ferðin kundi halda
fram
– Eg havi onkuntíð
hugsað um, at tað hevði
verið undarligt at mist
heimsmetið av eini stóru
tá, sigur Livar Nysted.
Hendan myndin vísir tey høv, Livar hevur róð um
HAVRÓGVING
Livar fimm
heimsmet
Ikki fingið nokk
Hóast Livar hevur róð um fleiri heimshøv og sett
fleiri heimsmet, er hann ikki mettur av havrógving
enn.
Hann hevur ein dreym at rógva einsamallur um
Atlantshav og skiparin hjá honum á flestu ferðunum,
Leven Brown, og hann hava eisini ein dreym um at
rógva útnyrðingsleiðina ímillum Kaktovik í Alaska og
Ný Foundland, tað er ein teinur á 3.500 fjórðingar.
Eg kundi akkurát tað sama staðið í metbókini
fyri at vera tann fyrsti, sum hevur róð um
eitt heimshav í føroyskari húgvu