hósdagur 13. november 2014síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 14. november 2014 · Nr. 130
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Bárður
Nielsen,
Sam
bandsflokkurin, og for
maður í fíggjarnevndini
gjøgnumgekk ein part av
broytingunum, sum alt
er ríkislógartilmæli. Før
oyskir bankar eru undir
donskum eftirliti, meðan
tryggingarfeløg og pen
sjónsfeløg eru undir før
oyskum eftirliti.
Jákup
Mikkelsen,
Fólkaflokkurin, segði, at
hetta eru viðurskifti, sum
danir í stóran mun stýra,
og helt tí, at tað er skila
gott, at vit fylgja tilmæl
unum.
Kristina Háfoss, Tjóð
veldi, vísti eisini á, at
donsku
broytingarnar
eru gjørdar eftir ES-regl
um, so vit halta ikki bert
eftir dønum, men eru
eisini væl aftanfyri ES.
Hon vísti á, at ein partur
av broytingunum er, at
størri
javnstøða
mill
um kynini eigur at vera
í stjórn og nevndum. Í
løtuni eru 28 stjórar og
nevndarlimir í føroysku
peningastovnunum.
Av
teimum eru fýra kvinnur.
Aksel
Johannesen,
Javnaðarflokkurin, gjørdi
vart við, at eftir broyting
unum, so kunnu upplýs
ingar nú latast føroyskum
eftirlitsmyndugleikum,
men hann ivaðist í, um
nakað føroyskt eftirlit er
yvirhøvur.
Meðan Aksel V. Jo
hannesen helt, at vit áttu
at havt fólk í starvi í Før
oyum, sum kundu arbeitt
saman við danska fíggjar
eftirlitinum, so heldur Bill
Justinussen, Miðflokkur
in, at rættast hevði ver
ið, um vit sjálvi yvirtaka
fíggjareftirlitið.
– Um ikki í hesi sam
gonguni so haldi eg, vit
eiga at umhugsa at yvir
taka fíggjareftirlitið, segði
Bill Justinussen.
Fleiri nevndu undir
viðgerðini, at vit fram
vegis hava eina saman
blanding av fleiri stórum
feløgum. Tingfólk hugsa
fyrst og fremst um ogn
arviðurskiftini
millum
Tryggingarfelagið og Eik.
Tey hildu, at hetta er nak
að, sum eigur at verða eft
irhugt.
Hanna Jensen, Fram
sókn, tók sum heild eisini
undir við teimum broyt
ingum, sum lagt verður
upp til. Hon nevndi eis
ini, at í einum uppskoti
stendur nakað um før
leikamenning,
serliga
av grannskoðarum, sum
skulu grannskoða rokn
skapir hjá fíggjarstovn
um.
Vinnumálaráðið
arbeiðir við hesum, men
Hanna Jensen vísti á, at
lógarbroytingarnar, sum
eru til viðgerðar í dag,
koma í gildi longu 1. febr
uar næsta ár.
Kári P. Højgaard, Sjálv
stýrisflokkurin, nevndi í
síni røðu, at bonusskip
an sum partur av løn til
bankastjórar var ein av
orsøkunum
til
banka
krakkini. Hann spurdi
landsstýrismannin
við
fíggjarmálum, hví tað ikki
er ein partur av hesum
lógaruppskotunum.
Jørgen
Niclassen,
landsstýrismaður
við
fíggjarmálum, segði, at
uppskotini hava verið til
hoyringar hjá føroysku
peningastovnunum
og
teir hava onga viðmerk
ing.
Hann segði eisini, at
hetta er ein fortreyt fyri,
at
føroysku
peninga
stovnarnir – tríggir av
teimum – skulu kunnu
gerast SIFI-bankar – alt
so bankar, sum hava so
stóran samfelagstýdning,
at teir ikki kunnu fara av
knóranum.
Stóra fíggjarkreppan, sum
rakti allan heim fyri sjey ár
um síðani, var so ógvuslig, at
flestu lond hava sett og seta
tiltøk í verk, so hetta ikki
skal henda aftur.
Ikki bert rakti kreppan
privata búskapin, men hon
gjørdi eisini, at ríkis- og
landsmyndugleikar noydd
ust at brúka risaupphæddir
at bjarga bankum og fíggjar
stovnum, so øll fíggjarskip
anin ikki fór fyri bakka.
Í danska kongaríkinum
er hetta gjørt í fleiri stigum.
Bankapakki
eftir
banka
pakka eru samtyktir fyri at
sleppa undan ógvusligastu
avleiðingunum, men kortini
eru fleiri bankar og peninga
stovnar komnir so illa fyri, at
teir ikki hava orkað at halda
fram.
Í Danmark eru 12 peninga
stovnar komnir í hesa støð
una, og í Føroyum kláraði
Eik ikki skerini. Tryggingar
felagið yvirtók bankan frá
Fíggjarligum Støðufesti, sum
loftaði bankanum. Tá hetta
hendi í 2010 vóru onkrir av
bankapakkunum longu sett
ir í verk.
Stórt lógarverk
Alt lógarverkið kring banka-
og fíggjarverkið hjá okkum
er danskt. 438 lógir stýra
samlaða verkinum. Í mong
um førum er tað soleiðis, at
hetta lógarverk stýrir heilt
niður í smálutir.
Eftir
fíggjarkreppuna
stóru eru so nógvar lógir og
reglur gjørdar, at tað krevur
bæði orku og dugnasemi av
peningastovnunum yvirhøv
ur at fylgja við og yvirhalda
alt. Harumframt hava pen
ingastovnarnir sjálvir goldið
stórar
peningaupphæddir
inn til bankapakkarnar.
Nú skulu átta broytingar
gerast í hesum mongu lógum
í Føroyum. Lógirnar hava
verið galdandi í Danmark
síðani 1. januar.
– Tað vil siga, at vit eru
aftanfyri Danmark í hesum
máli, men vit eru eisini aft
anfyri ES, tí har er hetta
komið, áðrenn tað kom til
Danmarkar, segði Kristina
Háfoss, Tjóðveldi.
Landsstýrismaðurin við
fíggjarmálum, Jørgen Niclas
sen, Fólkaflokkurin, segði, at
landsstýrið hevur havt sam
ráðingar við donsku fíggjar
myndugleikarnar.
– Teir siga, at tey í Dan
mark hava valt at seta allar
hesar broytingar í verk, so
hvørt tær eru klárar, men
vit hava valt at gera hetta
í pakkum. Og tað halda
donsku myndugleikarnir er
skilagott, segði Jørgen Nicl
assen.
Innihald
Bara broytingarnar í fyrsta
lógaruppskotinum
eru
ómetaliga umfatandi. Hon
snýr seg nógv um altjóða
handil, men hon fer eisini inn
á, hvussu peningastovnar
skulu gera, um teir velja at
læna pening ella seta trygd
fyri feløg, sum nevndarlimir
í
peningastovninum
eru
partar av ella eiga.
Lógin áleggur eisini bank
um og fíggjarstovnum eina
munandi skerpaða fráboð
anarskyldu til myndugleik
arnar.
IT-fyritøkur, sum pen
ingastovnarnir eiga ella sum
arbeiða fyri peningastovnar,
skulu eftir broytingunum
altíð lata fíggjareftirlitinum
upplýsingar, sum eftirlitið
krevur. Hetta verður gjørt, so
eftirlitið kann gerast skjótt
og rætt verður sagt.
Við øðrum orðum verður
ikki longur neyðugt hjá fíggj
areftirlitinum at fara via ein
dómara fyri at fáa hesar upp
lýsingar.
Lógin er so umfatandi, at
hon gevur fíggjareftirlitin
um rætt at fara inn í bankar
og fíggjarstovnar uttan at
taka atlit til grein 72 í grund
lógini um “boligens ukræn
kelighed”.
Upplýsingar til før
oyskar myndugleikar
Bæði í kreppuni í 1992 og nú
Eik fór hevur verið funn
ist hvassliga at, at føroyskir
myndugleikar ikki hava fing
ið upplýsingar frá donsku
eftirlitsmyndugleikunum
um, hvussu støðan er hjá
føroysku fíggjarstovnunum.
Hetta verður nú broytt.
Nú kunnu donsku mynd
ugleikarnir lata upplýsingar
til føroysku eftirlitini, um
okkurt kemur fram, sum rak
ar føroysku stovnarnar.
Í løtuni er bert Trygg
ingareftirlitið í Føroyum.
Tryggingareftirlitið
hevur
eftirlit við tryggingarfeløg
unum, men eisini við Real
inum, sum veitir lán til skip.
Lógin er tó soleiðis orðað, at
hon eisini fevnir um møgulig
onnur eftirlit, sum verða sett
á stovn á hesum øki.
Fleiri aðrar broytingar
eru. Millum annað skal alt
samskifti nú verða talgilt og
í ávísum førum verður kravt,
at fyritøkurnar skulu ansa
eftir, at kynsjavnstøða er í
leiðsluni. Hetta er galdandi,
tó við undantøkum.
Ein onnur broyting er, at
føroyska
brúkaraumboðið
nú eisini kann arbeiða við
málum, sum hava sín upp
runa hjá fíggjarstovnum.
Talan er tó bert um mál, sum
kunnu hava revsing við sær.
Lógin
sigur
eisini,
at
fíggjareftirlitið og brúkara
umboðsmaðurin skulu lata
hvønn annan vita, hvørji mál
verða kannað.
Grannskoðan
Grannskoðanin av peninga
stovnum verður eisini sett
undir skerpað eftirlit.
Nú verður tað soleiðis, at
grannskoðarar skulu góð
kennast til at grannskoða
fíggjarstovnarnar av fíggjar
eftirlitinum. Fíggjareftirlitið
fær eisini heimild at taka
slíkar góðkenningar aftur
frá grannskoðarunum. Eis
ini verður eitt krav til eftir
útbúgving.
Fleiri aðrar broytingar
eru eisini við í lógarpakkan
um. Samlað er talan um tær
lógarbroytingar, sum eru
gjørdar í Danmark áðrenn 1.
januar í ár.
Nú hava broytingarnar
fingið 1. viðgerð í tinginum
og málið er beint í fíggjar
nevndina. Nevndin fer so at
arbeiða víðari við lógarpakk
anum, áðrenn hann kemur
aftur í Løgtingið.
Átta lógaruppskot um fíggjarligt virksemi skulu forða
fyri, at peningastovnarnir aftur enda í óføri
Framsøgufólk
tóku undir við
pakkanum
Stórur lógarpakki
um fíggjarligt virksemi
sendur í fíggjarnevndina