hósdagur 13. november 2014síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 14. november 2014 · Nr. 130
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
– Hví ikki taka skúlan niður
og byggja ein glaskendan
bygning í staðin og gera hann
til eitt stuttleikasentur?
Tað
er
uppskot,
sum
Birgar Johannesen er komin
við herfyri.
– Lat meg fyrst tríva í
myndina omanfyri. Eftir
gjørdi bygningurin kemur
ikki at síggja út sum myndin
vísir. Her eru nógvir møgu
leikar og skal hann sjálvandi
verða nógv snøggari, sigur
Birgar Johannesen.
Hann skjýtur upp, at
fyri at varðveita minnið um
kommunuskúlan, skal eyð
kendi skjøldurin við eyð
kendu myndini av tí gamla
manninum við børnunum
á knøunum sjálvandi varð
veitast, og um tilber eisini
aulan.
– Myndin er bert fyri at
vísa, hvat verkætlanin snýr
seg um, sigur hann. Og Birgar
Johannesen heldur fram:
– Nógv verður tosað um,
hvat skal henda við komm
unuskúlanum, ið nú stendur
og ræðir okkum øll. Nevnt
hevur verið mentunarhús,
parkeringshús, lestraríbúðir,
listabumba, viðalund og hvat
veit eg.
Mítt uppskot er:
– Hví ikki taka skúlan
niður og byggja ein glas
kendan bygning í staðin
og gera hann til eitt stutt
leikasentur? Er tað nakað,
sum ungdómurin – og tey
tilkomnu við – skríggja eftir,
so er tað »okkurt at fara til«.
At miðbýurin er sovnaður
síggja vit øll, tí má okkurt
henda. Eitt stuttleikasentur
hevði verið hjartatátturin í
býnum.
Verður
skúlagarðurin
tikin við í verkætlanina, hava
vit ein bygning, har hvør
hæddin er 3000 fermetrar.
Verður ein slíkur bygningur
í fimm hæddum – bygning
urin sum nú stendur uppi
er 4 – ja, tá er talan um 15000
fermetrar til allan hugsandi
aktivitet,
sigur
Birgar
Johannesen.
– Fyri at fáa nakað av
uttandura aktiviteti kunnu
vit hugsað okkum havan hjá
frk. Cohr, realskúlagarðin
og Grasagarð lagt saman. Í
hesum sambandi hugsi eg
mær realskúlasethúsini og
»fyribils skúlarnar« tiknar
burtur, heldur hann.
Hvat kundi hetta nýggja
stuttleikasentur havt á dags
skránni?
– Fyrst og fremst ein par
keringskjallara. Í veghæddini
tveir hyljar, ein lítilan og ein
størri.
Har skuldi borið til at
siglt við smábátum so sum
sluppungum,
speedbátum
og róðrarbátum. Og har
kundi man so gjørt smáar
oyggjar úti í og siglt millum
»útoyggjar« og fastlandið. Í
minna hylinum kundi verið
»wipe out« og aðrar kapp
ingar, har vatn er á høvuðs
breddanum, ja, eitt sokallað
vatnland.
Á 2. hædd – heldur Birgar
Johannesen – kundi eitt nú
verið gocars, skoytibreyt,
bowling, Squash breyt, paint
ball, mini golf, bara fyri at
nevna okkurt úr rúgvuni.
Og onkur hæddin kundi
burturav verið fyri børnini:
Fjarstýrdir modelbilar og
bátar. Og hví ikki flyta fiska
akvariið av Argjum og heim í
stuttleikasentrið?
– Sentrið kundi eisini hýst
einum býarsavni, musikk
skúla o.ø., heldur hann.
Í
veghæddini
hevði
verið so upplagt við eini
kaffistovu,
so
foreldur
kunnu
sita
og
eygleiða
spælandi børnini.
Kafeteria á øðrum hædd
um vildi eisini verið natúr
ligur liður í hesum projekt
inum.
– Á ovastu hædd verður
bygningurin eitt satt pano
rama við heildarmynd yvir
alla Havnina.
– Og her verður sjálvandi
hugsað um eina heilt serliga
eftirspurda matstovu, heldur
Birgar Johannesen.
Hann vísir á, at hetta,
sum hann her hevur hugsað
um og nevnt, er eitt hugskot,
sum onnur eisini kunnu lofta
og umhugsa.
– Økið, vit her tosa um, er
so mikið dýrabært, at neyð
ugt er at vit øll taka okkum
saman at skapa eitt virkið og
livandi býarumhvørvi. Tað
skal fyrst og fremst verða
eitt stað til gleði og gagn fyri
tey sum her búgva, men eis
ini nakað, ið dregur fólk í
hópatali til Havnar, heldur
hann.
– Um vit lata hesa verk
ætlan fáa byr í seglini, ivist
eg onga løtu í, at lív kemur
aftur í býin og at trivnaðurin
millum tey ungu fer at
eksplodera,
sigur
Birgar
Johannesen.
– Vónandi spyrst eitt sak
ligt og spennandi orðaskifti
burturúr hesum hugskoti,
sigur Birgar Johannesen.
Á økinum, har Kommunuskúlin stendur, ber til at byggja
ein 3.000 fermetrar stóran bygning í fimm hæddum
– tilsamans 15.000 fermetrar, sigur Birgar Johannesen
stuttleikasentur
Gerið Kommunu
skúlan til eitt
stuttleika
sentur
Tilvildarligar myndir frá Trocadero
stuttleikasentrinum í London
– Ungdómurin bløðir
og býurin bløðir, tí tey
ungu tíma ikki at vera
her. Tannáringarnir
mangla so at siga alt,
sigur Birgar Johannesen
Mynd: Álvur Haraldsen