hósdagur 13. november 2014síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 14. november 2014 · Nr. 130
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
stuttleikasentur
– Eg hvakk við, tá eg sá aldurspyramidurnar í
nýggja Atlasinum. Her er heilt galið, samfelagið
bløðir út og ungdómurin rýmir. Her má gerast
nakað nú, heldur Birgar Johannesen í Havn,
sum rópar varskó og hevur eina ætlan
Eirikur Lindenskov
– Vit eiga at gera nakað
nú, og býráðið má og skal
raðfesta tað fram um alt
annað!
So bersøgin er havnar
maðurin og eldsálin Birgar
Johannesen um støðuna
hjá teimum ungu í høvuðs
staðnum.
– Ungdómurin bløðir
og býurin bløðir, tí tey
ungu tíma ikki at vera her.
Tannáringarnir mangla so
at siga alt.
– Eg hvakk við, tá eg
sá Birgir Kruse greiða frá
um aldurspyramidurnar í
nýggja Atlasinum. Hatta
vísir jú, sum hann eisini
segði, at ungdómurin er
burtur.
Eg
gjørdist
so
skakkur av hasum, at eg
fekk ikki sovið, sigur Birgar
Johannesen.
Mikukvøldið í síðstu
viku skipaði Tórshavnar
kommuna
fyri
einum
borgarafundi í Skúlanum
við
Løgmannabreyt.
Birgar Johannesen var á
fundinum – sum hann ikki
er serliga fegin um.
– Har var lætt og ele
gant lopið um tannáringar
nar. Eg veit væl, at tú kanst
siga, at tey hava Margarin
fabrikk
og
Djónastovu
og so allar ítróttarmøgu
leikarnar í Gundadali. Men
tað er langt frá nóg mikið,
heldur Birgar Johannesen,
sum sjálvur hevur gjørt
eitt uppskot um at byggja
Kommunuskúlan um til
eitt stuttleikasentur við
nógvum tilboðum til tey
ungu. Hann hevur latið
gjørt eina skitsu, sum vísir,
hvussu stórur ein bygn
ingur kann vera í fimm
hæddum, sum tó ikki fyllir
meira, enn bygningurin,
sum stendur har í dag.
– Hetta er bara eitt hug
skot. Um onkur hevur eitt
betri hugskot, so er tað
fínt. Eg haldi bara, at vit
skulu raðfesta ungdómin
allarfremst, og tað skal
gerast nú, sigur Birgar
Johannesen.
– Kaikantar, ringvegir,
ellisheim,
kloakkir
og
annað kann saktans bíða
eitt ár, heldur hann.
– Vit mugu skapa ung
dóminum umstøður, so
hann trívist. Tað kann
ikki vera meiningin, at
SMS skal vera staðið hjá
ungdóminum,
heldur
hann.
– Tí skal raðfesting
nummar
eitt
vera
ungdómurin.
Vit
skulu
gera tað, sum skal til, so
ungdómurin hevur nakað
at fara til. Vit hugskotini,
vit skulu bara seta okkum
niður og finna út av,
hvat skal gerast – og so
fáa gjørta, heldur Birgar
Johannesen.
Hann vísir á, at allir býir
á okkara stødd í hinum
norðurlondunum hava slík
sentur at fara til.
–
Eg
hoyri,
hvussu
tey ungu tosa. Eg geri
mær ómak at lurta eftir
teimum, bæði mínum egnu
abbabørnum og øðrum
ungdómi. Tað ber ikki til, at
vit í 2014 ikki hava nakað at
bjóða teimum ungu.
Og so vendir Birgar
Johannesen aftur til pyra
miduna, sum Birgir Kruse
vísti á í nýggja Atlasinum.
– Eg fór heilt niður við
flagginum, tá eg sá hatta.
Men eingin ger nakað við
tað. Vit mugu spyrja tey
ungu, um tey eru nøgd,
ella ikki. Hetta má takast
upp nú, og vit mugu seta
spakan í beinanvegin. Vit
mugu bara droppa allar
aðrar
útreiðslur
í
eitt
fíggjarár, heldur Birgar
Johannesen.
Men pengar eru ikki til
endamálið, og hóast hann
hevur luftað ætlanina fyri
borgarstjóra og býráðs
limum, so er eingin áhuga.
Hinvegin er býráðið samt
um at nýta 350 milliónir
til at fylla upp havnarlagið
uttan fyri Skansan.
– Hatta dugi eg slett
ikki at síggja nakað skil í.
Havnarlagið er skralltómt
hvønn einasta dag. Tað
síggja vit. Skipini liggja har
eina løtu, so eru tey burtur
aftur. Eg dugi slett ikki at
síggja logikkin í hasum
– og tað vil eg heldur ikki
gera meg klókan uppá.
– Eg haldi bara, at vit
skulu bjarga ungdóminum
og
harvið
bjarga
samfelagnum og býnum.
Vit hava eina risaavbjóðing
fyri
framman,
heldur
Birgar Johannesen.
–
Alt
gott
um,
at
Reinsaríið nú er gjørt til
spælistað.
Slíkt
hjálpir
sjálvandi, men eitt slíkt hús
hevur sínar avmarkingar,
og tað er avmarkað til
tónleikatiltøk, vísir Birgar
Johannesen á.
Hann heldur at um
arkitektar og fólk við skili
fyri býarskipan seta seg
saman, so finna tey skjótt
eina skilagóða loysn.
– Vit kunnu bara fara
uttanlands at hyggja. Allir
býir á okkara stødd hava
eina rúgvu av tilboðum til
tey ungu.
Birgar
Johannesen
hevði ynskt sær, at tey
ungu, sum fóru uttanlands,
fóru við tí í huga, at
tey skulu flyta aftur til
Havnar, tí her er nógv at
koma heimaftur til. Men
soleiðis er tað tíverri ikki,
sigur hann.
–
Hvussu
nógvir
handlar eru í Havn, sum
til dømis selja brúkt klæði,
spyr Birgar Johannesen.
– Eg kann telja fleiri
– einar fimm, seks, sigur
hann. – Har eru fimm í
miðbýnum og ein uppi á
Sandvíkarhjalla.
–
Tað
stutta
av
tí
langa er, at vit raðfesta
ungdómin alt ov lágt.
Hann skal hava hægstu
raðfesting, hægri enn kai
kantar, ringvegir, ellisheim
og kloakkir, sigur Birgar
Johannesen, sum heldur,
at Tórshavnar kommuna
skal taka seg saman og
gera nakað nú!
eirikur@sosialurin.fo
Ungdómurin skal hava
hægstu raðfesting
– Eftirgjørdi bygningurin kemur ikki at síggja út sum myndin
vísir. Her eru nógvir møguleikar og skal hann sjálvandi
verða nógv snøggari, sigur Birgar Johannesen
Ungdómurin burtur
– Eg hvakk við, tá eg sá Birgir Kruse greiða frá um aldurspyramidurnar í
nýggja Atlasinum. Hatta vísir jú, sum hann eisini segði, at ungdómurin er burtur.
Eg gjørdist so skakkur av hasum, at eg fekk ikki sovið, sigur Birgar Johannesen