hósdagur 13. november 2014síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 14. november 2014 · Nr. 130
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
V
it hava sitið og blaðað í atlas
inum seinastu dagarnar saman
við børnunum, sum eru 11 og 17.
Okkum dámar sera væl bygnaðin
og ymsu kortini, ikki minst tí at
fremstu síðurnar við frágreiðingum
um ymsu sløgini av kortum gevur
eina góða fatan av, hvat kortini og
talvurnar kunnu brúkast til.
Nýggja heimsatlasið hevur fleiri
nýggj kort av Føroyum, sum Føroya
Dátusavn hevur teknað. Hini kortini
eru øll frá kenda kortútgevaranum
Collins í hegnisligari týðing hjá Erlu
Olsen. Tað er ein fragd at blaða seg
út í heim við útgangsstøði í Før
oyum. Fyrst til okkara nærmastu
grannar í útnorði, síðani til hini
Norðurlondini, Evropa og víðari
heilt til Ný Sælands, sum liggur
hinumegin jørðina frá okkum.
Á baksíðuni stendur, at Atlas
til heim og skúla hvessir forvitnið.
Hesum eri eg samd í, vildi eisini
sagt, at tað hvessir vitið.
Meira enn eitt atlas
Umframt øll vanligu kortini, polit
isk, hæddar, o.s.fr., sum eru bulur i
einhvørjum atlasi, er ein rúgva av
øðrum kortum um Føroyar, eitt nú
við sjóvarfallinum, ístíðarlands
lagnum, fuglabjørgum, áseyðatali,
avfalli og vatnorku og plantusløg
um. Tað er eisini ein ørgrynna av
áhugaverdum evniskortum um
viðurskifti i Føroyum og úti í heimi.
Serliga tey føroysku evniskortini
heftu vit okkum við. Her er t.d. kort
við íbúgvahagtølum, sum fólkatali
og fólkasamanseting yvir tíð. Hetta
er sera gott tilfar til skúlanæmingar
at arbeiða við. Tey eru næstan av
vand at brúka bøkur, men hendan
vænti eg fer at fanga tey, fáa tey
høvi at nýta hana.
Málsliga linjan er greið
Í fororðinum ger útgevarin vart
við, at Staðarnavnanevndin hevur
góðkent føroysku staðarnøvnini og
at Málráðið hevur vegleitt og givið
ráð í mun til landanøvn og landa
frøðilig fyribrigdi. Hetta er ein greið
og skilagóð linja eftir mínum tykki.
Tað ber ikki til, at hvør almennur
stovnur og hvør Hanus og Janus
hevur egnar meiningar í sambandi
við slíkar útgávur, tí má tað haldast
til eina almenna linju. Hetta forðar
vónandi fyri, at nýggja atlasið verð
ur fyri somu vanlagnu, sum tað
20 ára gamla atlasið, sum nærum
druknaði í málkjaki.
Eg vænti, at vit eisini fara at
kjakast um mangt í nýggja atlas
inum, eitt nú hvørt tað er rætt, at
Ístanbul stavast við Í heldur enn
I, sum flestu okkara eru von at
brúka, at Nicosia kann stavast við
c, tá Kanada má stavast við K og
at Svalbarð skal hava ð og ikki d,
sum tað hevur á Svalbardsvegnum
í Havn. Men spurningurin eigur tá
at vendast Málráðnum og Staða
navnanevndini og nýtist ikki at
verða størri partur av umrøðuni av
hesum Atlasinum. Við tíðini fara
vit vónandi at nærkast eini tjóðar
semju um starvseting, sum flestu
kunnu góðtaka og venja seg við.
Okkurt kundi verið betri
Samlað er talan um eina sera snøgga
og væl frágingna útgávu. Tað er tó
altíð okkurt, sum kundi verið betri.
Fyri meg eru í øllum førum tvey
týdningarmikil viðurskifti, sum eg
vildi ynskt vóru øðrvísi. Annað er
støddin á stavunum í navnaskránni.
Teir eru alt ov smáir. Eg klári ikki
at lesa teir við vanligu brillum mín
um. Við lesibrillum og góðum ljósi
klári eg so dánt, men tað fari eg
neyvan at tíma at fáast við, hvørja
ferð eg skal sláa okkurt upp. Eg eri
fullgreið um, at størri stavir merkja
fleiri síður, 4-8 síður kanska, men
tað hevði verið prísin vert í mun
til manglandi nyttuvirðið nú. Hitt
er keypsprísurin, 475 kr. Tað er í
so nógvir pengar, hóast útgávan er
framúr. Eg havi skilt, at av tí at talan
er um eitt atlas, sum í vøruskráum
verður roknað sum eitt amboð, sum
er mvg-skyldugt, og ikki ein bók,
sum er mvg-undantikin, so skal
landskassin hava nærum 100 kr. í
mvg av hvørjari bók. Spell, at tað
ikki bar til at sleppa undan slíkari
formalistiskari bólking.
Útgáva til øll
Alt í alt haldi eg, at hendan útgávan
er ein sannur fongur fyri bæði heim
og skúla. Nýggja atlasið eigur eftir
mínum tykki at liggja undir hvørjum
jólatræi jólaaftan, og allir skúlar
áttu at bílagt fleiri eintøk, gjarna
heil flokkssett, alt fyri eitt. Eitt
gott ráð er at fara til bókadagarnar
í Norðurlandahúsinum 22. og 23.
november, tí har fæst Atlas til heim
og skúla fyri serprís.
Hjá okkum fer nýggja atlasið at
standa á heiðursplássi saman við
bókunum hjá Símun – altso Tey
Byggja Land hjá J. Símun Hansen
– um ikki tað fer at liggja frammi
mesta av tíðini, og tað fellur ikki
hvørjari útgávu í lut.
Mánadagin 17. november gevur Nám
út nýtt føroyskt heimsatlas. Útgávan,
sum hevur verið ávegis í fleiri ár, kallast
Atlas til heim og skúla. Hon fer at
avloysa 20 ára gamla Heimsatlasið, sum
helst er kendast fyri málsligu linjuna,
sum fekk so ilt í mangan føroying.
Annika Sølvará
Atlas til heim og
skúla hvessir vitið
ummæli
Tað er eisini ein
ørgrynna av
áhugaverdum
evniskortum
um viðurskifti i
Føroyum og úti í
heimi. Serliga tey
føroysku evnis
kortini heftu vit
okkum við. Her
er t.d. kort við
íbúgvahagtølum,
sum fólkatali
og fólkasaman
seting yvir tíð
Annika Sølvará