hósdagur 13. november 2014síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 14. november 2014 · Nr. 130
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
G
óði Eirikur
Lindenskov.
Í tínari oddagrein í Sosialinum
nr. 123 ”Útbúgving í evstu leiðslu”
setur tú spurningin, um ”vit eiga
at seta landsstýrisfólki krøv um
útbúgving.” Tú sigur, at tað er ”ná
túrligt at seta hægri krøv til fólka
umboðandi politikarar,” og at ”í
Danmark kemur tað ikki fyri, at
ein ráðharri ikki hevur hægri út
búgving.”
Hetta seinra er ikki heilt satt, tí
síðan 1942, tá ið Stauning legði frá
sær, hava 6 statsministarar verið í
Danmark uttan ”hægri útbúgving.”
Ein var goymslumaður, ein var
typografur os.fr.
Tú sigur, ”at tað er ein suksé [?],
at øll í Føroyum kunnu gerast ting
limir ella landsstýrisfólk.”
Álvaratos, nær gjørdist tað ein
succes, at vit kunnu gerast løg
tingslimir ella fáa landsstýrissess?
Var tað 1. apríl 1948?
Men so sigur tú, at ”okkum tørv
ar vælútbúgvið fólk í hægstu polit
isku størvum, meðan fólk við lægru
útbúgving eisini skulu hava ein
møguleika.”
Hvussu høga prioritering skal
vanligt vit og skil fáa?
Í einum demokratii má tað altíð
vera fólk við vanligum viti og skili
og við góðum menniskjaligum egin
leikum, sum verða vald til ta polit
isku brápannuna, meðan hon eigur
at verða fyrisitin av dugnaligum,
væl lærdum við hægstu embætis
útbúgving, loyalum embætisfólki
uttan mun til kyn og politiskan lit.
Í so máta er fólkaræðið í Danmark
væl fyri við embætisstætti á høgum
støði.
Tíverri er tað so, at toppembætini
í landsfyrisitingini í ávísan mun
verða sett av óroyndum fólki við
beint loknari universitetsútbúgving.
Tað er ikki nóg gott.
Vit áttu at lært av tí danska
embætisverkinum og ”sett við”
ungar cand. jurar og cand.politar,
ið ætla sær embætisvegin, í eina
eitt- til tveyára starvstíð á donsk
um ráðharrastovum, meðan sessir
bíða eftir teimum í okkara lands
fyrisiting. Ummæli frá avvarðandi
ráðharrastovum er sjálvsagt krav.
Minnist meg rætt, høvdu tveir jurist
ar í tí nýklakta heimastýrinumi
verið fulltrúar á ráðharrastovum í
Keypmannahavn, áðrenn teir komu
í hægstu embætini í Tinganesi.
Landsstýrið átti at fingið skipaða
avtalu við ta donsku stjórnina um
eitt slíkt samstarv.
S
um kunnugt kom heimastýris
lógin í gildi 1. apríl 1948. Tað
fyrsta landsstýrið varð mannað við
tveimum royndum sýslumonnum,
einum royndum verkfrøðingi og
einum skilamanni av Sandi. (Sam
bandsflokkurin, Sjálvstýrisflokk
urin og Javnaðarflokkurin.)
Tænastu-
og
skrivstovufólk
við drúgvum royndum á amts
kontórinum,
fútakontórinum,
dómarakontórinum og aðrastaðni
frá mannaðu ta nýggju landsfyri
sitingina. Tey vóru øll føroyingar.
Heimastýrislógin gav okkum ein
nýggjan politiskan identitet. Lóg
gevandi løgting og eitt landsstýri.
Frá fyrsta degi varð farið undir at
menna eina politiska, fíggjarliga,
mentanarliga og sosiala fyrisiting.
Sera stórar avbjóðingar lógu framm
an fyri stavn.
Hóast sera vánaligar tíðir í
50-árunum við stórum arbeiðis
loysi, og fólk í túsundatali rýmdu
av landinum, ber til at siga, at tey
fyrstu 20 árini við ”sveinastykk
inum heimastýrið” var ein epoka
við politiskum tryggleika í Før
oyum. Í fyrsta lagi tí í hesum tíðar
skeiði kom tann sosiali tryggleikin
– politiskt og fíggjarliga – í góða
legu. Í øðrum lagi er tað eingin
loyna, at okkara samfelag var
niðurundirkomið og kravdi stórar
íløgur til endurnýggjan av fiski
skipaflotanum og til landsvegir,
havnir, berghol, flogvøll, SEV o.a.m.
Løgtingið gjørdi nógvar lógir til
menning av skipaflotanum og út
vegaði fígging til SEV.
Í 1964 játtaði fólkatingið milli
ónir í stórum tali yvir fleiri fylgj
andi ár til ein nýggjan grunn:
Investeringsfonden
for
Færø
erne/Íleggingargrunnurin
fyri
Føroyar. Hetta skilagóða tiltakið
varð veruleiki, meðan sjálvstýris
landsstýrið (Fólkaflokkurin, Tjóð
veldisflokkurin
og
Sjálvstýris
flokkurin) ráddi fyri borgum í
1963-1966. Seinasta stóríløga úr
hesum grunni var, tá ið fólkatingið
fyri nøkrum árum síðani broytti
lógina til grunnin soleiðis, at hann
kundi fíggja neyðugan studning
[annars veitti grunnurin lán og ikki
studning, soleiðis gjørdist hann
við rentutilskrivingum milliarda
sterkur] til leingjan av flogvøllinum
og dagføring av terminalinum til
flogvøllin.
Her kunnu vit av sonnum siga,
at heimastýrislógin og umrøddi
grunnur var stór succes.
T
ú sigur, at tað er ”nátúrligt
at seta hægri krøv til fólka
umboðandi politikarar.” Her hugs
ar tú ætlandi um løgtings- og bý
ráðslimir. Júmen, Eirikur, hvussu
skulu slík krøv formulerast og
setast í gildi?
Í
norðanlondum tosa tey við stúr
an um ”akademiskt proletariat”
orsakað av, at fleiri akademikarar
verða framleiddir, enn arbeiðs
marknaðurin hevur brúk fyri.
Til hetta er fyrst at siga, at nakað
proletariat í vanligum týdningi
hava vit ongantíð havt í Føroyum.
Okkara forfedrar vóru fátøk fólk,
men proletarar vóru tey als ikki.
Sum tú veitst, uppstóð fyribrigdið
proletariat í tí gamla Romaríkinum
og so aftur við industrialiseringini
í Europa (Onglandi) fyri eini 200
árum síðani.
Okkara politikarar mugu sjálv
andi ansa væl eftir, at akademiskt
proletariat ikki uppstendir í Føroy
um.
E
g havi í skrift og talu áhaldandi
roynt at greiða frá, hvussu
landsstýrið 1998-2001 (Tjóðveldis
flokkurin, Fólkaflokkurin og Sjálv
stýrisflokkurin) við ósannindum,
ørvitistosi, indoktrineringum billaði
fólki inn, at ríkiskassablokkurin
als ikki varð brúktur til lógbundin
málsøki. Ja, tað gekk so langt, at
landsstýrið
við
propagandariti
segði Føroya fólki, at vit als ikki
høvdu brúk fyri blokkinum. Upp
aftur verri var tað kanska, at tey,
ið løgdu navn til hetta, trúðu upp á
tað, tí, sum tú veitst, tveittu tey 366
milliónir av blokkinum á bláman í
2001.
N
økur av hesum somu fólka
valdu frá 2001 rópa seg hás
í dag frá tingsins røðarapalli um
politikarar, ið lúgva!
Í einum brævi úr Italia skrivaði
Georg Brandes um kvinnurnar har
suðuri við teirra vøkru eygum o.s.fr.
Í brævinum spyr hann: ”Er der
kvinder af sådant malm andensteds
end her?”
Vit kunnu ósmæðið svara: jú, í
Føroyum, í løgtinginum. Men tíverri
kemur tað fyri, at vakurleikin fær
sprungur, meðan tær eru á pallinum
ein heitan dag í løgtinginum.
S
tutt síðani fekk Granskingar
stovnurin eina stóra millióna
upphædd
frá
løgtinginum.
Upphæddin var fíggjað av ríkis
kassablokkinum
upprunaliga
oyramerkt til sjúkrakassagrunn
in, sum var 100% fíggjaður av
ríkiskassablokkinum + limagjøld.
Tað hevði ikki verið meira enn
sjálvsagt, at fjølmiðlarnir greiddu
Í einum demokratii má tað altíð vera fólk við vanligum viti og
skili og við góðum menniskjaligum eginleikum, sum verða vald
til ta politisku brápannuna, meðan hon eigur at verða fyrisitin av
dugnaligum, væl lærdum við hægstu embætisútbúgving, loyalum
embætisfólki uttan mun til kyn og politiskan lit, skrivar Heri Mohr
í viðmerking til eina oddagrein í Sosialinum um krøv til politikarar
Heri Mohr
Viðmerking til eina oddagrein:
Hvussu høga prioritering
skal vanligt vit og skil fáa?
tíðargrein
Eg havi í skrift og talu áhald
andi roynt at greiða frá,
hvussu landsstýrið 1998-
2001 (Tjóðveldisflokkurin,
Fólkaflokkurin og Sjálvstýris
flokkurin) við ósannindum,
ørvitistosi, indoktrineringum
billaði fólki inn, at ríkis
kassablokkurin als ikki varð
brúktur til lógbundin málsøki
Heri Mohr