Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-13, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. november 2014síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Fríggjadagur 14. november 2014 · Nr. 130 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 fólki frá, hvaðani millóna­upp­ hædd­in upprunaliga var kom­in: úr blokkinum. Til alla lukku fyri granskingarstovnin vórðu hes­ ar kærkomnu milliónirnar ikki tveittar á bláman í 2001. Í ríkis­kassa­ blokkinum sum eftir er, eru einar 17 milliónir árliga oyramerktar til sjúkrakassar. Hetta verður kanska eitt trygt fíggingarstøði hjá gransk­ ingarstovninum treytað av, at einki landsstýri fer at tveita upphæddina á bláman. F yri 2400 árum síðani segði Sokrates, at hann, ið rópar: velj­ið meg, veljið meg, eigur ikki at sleppa inn á ting. Í dag hevði hann ætl­andi sagt: menn og kvinnur, ið rópa: velj­ið meg, veljið meg, eiga ikki at sleppa inn á ting. Hann varð deyðadømdur, tí hann segði slíkt, og tí hann við dialogi á torginum í Athen greiddi fólki frá sannleikanum. U ttan sammeting annars: Eg fekk ongantíð nakran dialog (ella deyða­dóm) við mínari skriving; fjálg herða­klapp havi eg fingið frá kend­um og ókendum. Tær takki eg fyri, at tú í mong ár hevur veitt mær pláss í Sosial­ inum. E g havi skrivað um mangt og hvat. Í seinastuni havi eg blandað meg í kommunupolitikk her í Havn. Við grundgevingum havi eg skotið upp, at saltsiloin úti á Rundingi fær navnið Rundingur við neyðugari broyting av gøtunavninum vestan fyri Tórshavnar Skipasmiðju. Sum at sláa í dýnuna. Við grundgevingum havi eg víst á, hví eitt sjónleikarhús undir ongum umstøðum má byggjast á Skálatrøð. Vit hava jú okkara gamla, tradi­ tións­bundna Sjónleikarhús, sum krev­ur stórar og kostnaðarmiklar ábøtur, og vit hava tvey stór par­ keringsøki i býnum: á Kongabrúnni og á Skálatrøðni. Um annað verð­ ur brúk til sjónleikarhús [sum ein onnur turistattraktión við sjóvarmálan a la operahúsið í Sid­ ney], fara vit tíverri at sanna, at ”her bor de tossede.” Vit mugu ikki gloyma, at um nøkur ár eru undir­ sjóvartunnlar millum Havnina og Skálafjørð og Havnina og Skop­ unar­fjørð veruleiki! Tá verður mang­an trongligt í Havn, hóast vit í løtuni eiga góð parkeringslíkindi á havna­økjunum bæði vestanfyri og eystanfyri. Vísdómsorð: Tann sum ongantíð livir nú, livir ongantíð. Hvat gert tú? (Piet Hein 1905-1996) tíðargrein Góði Heri! Takk fyri tína altíð áhugaverdu skriving. Eg má tó siga, at eg havi gjørt ein feil í hasi oddagrein, tú sipar til. Tá tað stendur »at í Danmark kemur tað ikki fyri, at ein ráðharri ikki hevur hægri útbúgving«, skuldi standa, at tað ikki kemur fyri, at ein fíggjarmálaráðharri ikki hevur hægri útbúgving. Tí tað eru so at siga altíð onkrir ráðharrar uttan hægri útbúgving. Í sitandi stjórn hjá Helle Thorning-Schmit eru teir fýra. Víst verður annars til greinarøð um evnið í Vinnuni í Sosialinum 27. oktober 2014. Omanfyri prenta vit yvirlit yvir útbúgv­ing­ar hjá norðurlendsku stjórnarlimunum. Men eg takki tær kortini fyri tíni altíð vælvaldu vísdómsorð! Vinaliga Eirikur Lindenskov blaðstjóri Nøkur av hesum somu fólka­valdu frá 2001 rópa seg hás í dag frá tingsins røðarapalli um politikarar, ið lúgva! Heri Mohr Tað fyrsta landsstýrið varð mannað við tveim­ um royndum sýslumonnum, einum royndum verkfrøðingi og einum skilamanni av Sandi Heri Mohr Stjórnirnar kring okkum Í Danmark Av teimum 20 donsku ráðharrunum, hava 16 teirra longri útbúgving (frá bachelor, og upp til Ph.D.), harav heili seks eru cand.scient.pol. Tvey hava miðallanga útbúgving (miðnám ella samsvarandi) og tvey hava stutta útbúgving (fólkaskúla). (Kelda: http://www.stm.dk/) Í Noregi 12 av teimum 16 norsku ráðharrunum hava í minstalagi útbúgving á bachelorstigi, tey restandi fýra hava bæði eina miðal langa útbúgving (Kelda: http://www.regjeringen.no/) Í Íslandi Allir teir níggju ráðharrarnir hava útbúgving á minst bachelorstigi (Kelda: http://www.stjornarrad.is/) Í Svøríki 21 av teimum í alt 24 ráðharrunum hava í minstalagi útbúgving á bachelorstigi. Tey restandi trý hava minst eina miðnámsútbúgving (Kelda: http://www.regeringen.se/) Í Grønlandi Millum tey – í løtuni – fáu landsstýrisfólkini í Grønlandi, er eitt við longri, tvey við miðal langari og eitt við styttri útbúgving. (Kelda: http://naalakkersuisut.gl/) Í Føroyum Í Føroyum, millum tey sjey landsstýrisfólkini, er einans Annika Olsen við longri útbúgving, meðan hini seks hava nomið sær útbúgvingar uttanfyri universiteti. (Kelda: http://tinganes.fo/) Føroysku landsstýrisfólkini Løgmaður: Kaj Leo Holm Johannesen, skipsførari Almannamálaráðharri: Annika Olsen, cand.mag. í donskum og religión. exam art. í føroyskum Fíggjarmálaráðharri: Jørgen Niclasen, studentsprógv Heilsumálaráðharri: Karsten Hansen, løgreglumaður Mentamálaráðharri: Bjørn Kalsø, studentsprógv, húsasmiður, lærari og stakgrein á hægri handilsskúla í roknskapi og virkisbúskapi Vinnumálaráðharri: Johan Dahl, bankaútbúgving og ávís prógv innan merconomútbúgving Fiskimálaráðharri: Jacob Vestergaard, løgreglumaður