leygardagur 12. juni 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 110 - 12. juni 2004
21
EB/Streymur skal
skipa seg av nýggjum,
tá ið teir í kvøld verða
annar parturin av
stevnudystinum í
Runavík, har pílurin
hjá heimaliðnum
peikar rætta vegin
NSÍ-EB/STREYMUR
Jóannes Hansen
Stevnudysturin í Runavík
verður longu í kvøld. EB/
Streymur vitjar, og gestirnir
hava alla orsøk til stórt
sjálvsálit. Síðsta sunnudag
vunnu teir stórsigur á
heimavølli ímóti ÍF. NSÍ
hevur eisini havt undanvind
síðstu vikurnar, og tað kann
væl vera, at tað liðið, sum
megnar at fáa fulla úrtøku í
kvøld, fer at blanda seg upp
í toppstríðið.
Teir í EB/Streymi eru
ikki so væl fyri hesa ferð,
sum teir vóru fyri einari
viku síðani. Miðverjarnir
báðir eru rættuliga ivasam-
ir. Fróði Clementsen, sum
skoraði eitt av teimum sjey
málunum ímóti ÍF, hevur
verið seingjarliggjandi alla
vikuna. Í gjár var rættuliga
ivasamt, um hann verður
førur fyri at spæla í kvøld.
Pacek varð skaddur ímóti
ÍF. Hann hevur ikki vant
síðani, og alt bendi í gjár á,
at hann ikki verður førur
fyri at spæla í kvøld.
Hallur Jacobsen fór út
ímóti ÍF, tí hann var skadd-
ur. Hann verður við í kvøld.
Sannlíkt er tað, at Marni
Djurhuus, sum ikki hevur
verið fastur maður seinastu
ferðirnar, verður annar
miðverjin, og at Gert Han-
sen verður í hinum plássin-
um.
Messias invalid
NSÍ hevur seinast fýra
ferðirnar fingið stig. Tvær
ferðir hava teir spælt javnt á
útivølli, og tvær ferðir hava
teir vunnið á heimavølli.
Allir teir spælararnir, sum
hava verið við tær seinastu
ferðirnar, eru tøkir hesa
ferð.
Í fjør varð brasiliumað-
urin Messias Perreira kosin
ársins spælari í NSÍ. Í ár
hevur hann spælt millum
lítið og einki, og nú er
greitt, at hann ikki fer at
spæla
meiri
við
NSÍ.
Messias er plágaður av
knæskaða, sum tað tykist
vónleyst at sleppa av við.
Nú er Messias vorðin fót-
bóltsinvalid, og hann fer til
hús um mánaðarskiftið.
Messias kom fyrstu ferð
til Føroya í 1999. Tá spældi
hann við B68, og tað gjørdi
hann eisini í 2001 og í
2002. Í fjør skifti hann til
NSÍ.
Talan verður um
lyklauppgerð bæði
hjá ÍF og B68, tá ið tey
bresta saman í Fugla-
firði í morgin
ÍF-B68
Jóannes Hansen
Tað stendur nógv upp á
spæl, tá ið B68 í morgin fer
um Varmakeldueið at vitja
ÍF og fuglfirðingar. Fyri
fyrstu ferð í øll tey árini,
síðani toftamenn í 1981
fyrstu ferð royndu seg í
bestu deildini, hava teir
einki stig fingið, eftir at
fyrsti triðingurin av kapp-
ingini er lagdur afturum.
ÍF fekk trý stig í fyrsta
heimadystinum, sum var
ímóti NSÍ. Síðani hava teir
verið púra sørir, og nú hava
teir fingið sær styrk aðra
staðni frá. Jan Guttesen,
sum undanfarnu árini hevur
verið álit á B36 miðvøllin-
um, og sum nú er undir út-
búgving í Keypmannahavn,
skal hjálpa ÍF. Tað fer hann
fyrstu ferð at gera í morgin.
Í Fuglafirði vóna teir, at Jan
skal fáa skil á fótbóltsspæl-
ið á miðvøllinum, sum teir
halda ikki hevur verið nóg
stinnur seinastu ferðirnar
Eiðisferðin síðsta viku-
skifti kostaði nógv hjá ÍF.
Umframt stórtapið so mistu
teir Bartal Eliasen og Frit-
leif í Lambanum, sum báðir
sóu reytt. Bartal er leik-
bannaður í morgin. Tað er
Fritleif ikki. Hann av-
greiddi leikbannið, tá ið ÍF
unglingarnir spældu miku-
kvøldið.
Rúni Elttør fekk gult kort
á Eiði, og so fall hamarin.
Hetta var triðja gula kortið,
og Rúni er tískil leikbann-
aður í morgin.
John Heri afturkomin
Hjá B68 verður miðverjin
Herbert í Lon Jacobsen ikki
við í morgin. Hann fekk
triðja gula kortið ímóti VB
og er tískil leikbannaður.
John Heri Dam hevur
undanfarnu árini spælt á
Toftum. Í vár hevur hann
verið í Danmark. Hann
hevur vant við Fremad
Amager, har hann eisini
hevur spælt við næstbesta
liðnum, tá ið hann ikki
hevur verið skaddur. Nú er
John Heri aftur á klettun-
um, og hann verður í B68
hópinum í morgin.
Sambært skipanini skuldi
dysturin millum ÍF og B68
verið spældur mánakvøld-
ið. Men hann er fluttur til
seinnapartin sunnudagin.
Upprunaliga skuldi dyst-
urin í Runavík millum NSÍ
og EB/Streym verið spæld-
ur sunnudagin. Men hann
er fluttur til leygarkvøldið.
Tá ið tað var greitt, bóðu
toftamenn ÍF um at flyta
dystin teirra millum til
sunnudagin. Tað høvdu
fuglfirðingar einki ímóti.
Báðir partar sigast dáma
væl, at tað verður spælt í
vikuskiftinum
og
ikki
aftaná, at spælararnir hava
verið til arbeiðis allan dyst-
ardagin.
Miðverjan er burtur
Jan verður á ÍF miðvøllinum
21
20
Nr. 110 - 12. juni 2004
1. deild menn
v
t
d
v -
j - t
mál
mál
+/-
stig
1 Skála
6
4 - 2 - 0
14
5
9
14
2 HB
6
4 - 1 - 1
17
7
10
13
3 VB
6
3 - 2 - 1
10
5
5
11
4 NSÍ
6
2 - 3 - 1
11
10
1
9
5 EB/Streymur 6
2 - 2 - 2
12
9
3
8
6 B36
6
2 - 2 - 2
12
10
2
8
7 GÍ
6
2 - 2 - 2
8
10
-2
8
8 KÍ
6
1 - 4 - 1
8
9
-1
7
9 ÍF
6
1 - 0 - 5
10
21
-11
3
10 B68
6
0 - 0 - 6
4
20
-16
0
2. deild menn
v
t
d
v -
j - t
mál
mál
+/-
stig
1 TB
6
5 - 0 - 1
20
9
11
15
2 Royn
6
4 - 0 - 2
17
12
5
12
3 B71
6
4 - 0 - 2
16
16
0
12
4 AB
6
3 - 2 - 1
11
8
3
11
5 FSV
6
3 - 1 - 2
19
10
9
10
6 Sumba
6
3 - 1 - 2
11
10
1
10
7 B36
6
2 - 1 - 3
9
14
-5
7
8 KÍ
6
1 - 1 - 4
9
14
-5
4
9 LÍF
6
1 - 1 - 4
8
16
-8
4
10 VB
6
0 - 1 - 5
5
16
-11
1
Skal metast eftir hagtølun-
um, so er lítið, sum bendir
á, at KÍ skal steðga góðu
gongdini, sum HB er
komið í eftir fyrstu laku
umførini. Av seinastu tíggju
dystunum móti KÍ í Havn
hevur HB vunnið teir sjey.
Seinasti KÍ sigurin skal
finnast í 2001, tá KÍ vann
eina spennandi uppgerð við
2-1.
Hitt oddaliðið, Skála,
hevur ongantíð fyrr fingið
stig móti GÍ, tá liðini hava
hitst í bestu deildini. Men
tað er tó mangt, sum plagdi
at venda niður, sum vendir
upp á Skála í hesum
døgum.
Runavíkingar taka móti
EB/Streymi, og her hevur
NSÍ hvørja ferð fingið fult,
og so er spurningurin, hvørt
tað eisini fer at henda hesa-
ferð.
Seinastu tveir dystirnir
tykjast rættiliga javnir, um
metast skal eftir hagtølun-
um. Í Vági stendur mest
sum á jøvnum millum VB
og B36, sum bæði hava
vunnið tríggjar dystir í part
seinastu tíggju árini. Vert er
tó at leggja til merkis, at
seinasti B36 sigurin er
afturi í 1997, og at teir
tríggir VB-sigrarnir eru
fingnir til vega seinastu
fýra árini.
Og eisini í Fuglafirði
benda hagtølini á ein javn-
an dyst. Her er seinastu
dysturin millum liðini tó
afturi í ’99, men hóast
hetta, so bendir eisini ver-
andi stigatalvan á, at talan
verður um javna uppgerð.
Sum
vant,
so
sýnir
talvan, hvussu tað hevur
tørnað út, tá mótstøðuliðini
um vikuskiftið hava hitst í
tilsvarandi dystunum sein-
astu tíggju árini.
-jm
HB heldur fram
HB-KÍ:
100 ára gamlir unglingar
Klassikarin ímillum
HB og KÍ hevur eyka
dám yvir sær, nú bæði
fylla 100
UPPTAKT
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Eru tað tvey feløg, sum
hava
uppiborið
serliga
nógva umrøðu í ár, so eru
tað ivaleyst tey bæði føð-
ingardagsbørnini, HB og
KÍ.
Bæði runda tey runda
dagin í ár, og umframt øll
tiltøkini, sum verða hildin í
hesum sambandi, so er
einki at ivast í, at eitt meist-
araheiti í bestu mansdeild-
ini hevði komið serstakliga
við hjá mongu og trúgvu
viðhaldsfólkunum
hjá
feløgunum báðum.
Í so máta er einki at taka
seg aftur í, at tað í løtuni
sær út til at liggja betri fyri
hjá HB, sum á heimavølli
noyðist at taka favorittleik-
lutin á seg, nú javnaldrin
vitjar.
Men í HB tykjast tey ikki
hava hug til at tosa stór-
vegis um, hvør er favorittur
og ikki til dystin.
Størsti trupulleikin her
tykist vera, at Vagnur Mohr
Mortensen hevur fingið
okkurt slag av bruna í knæ-
ið, og tí skal Heine Fernan-
dez gera av, hvør skal setast
í miðverjuna. Her kundu
Hans á Lag og Martin
Christensen verið uppløgdu
alternativini, men teir eru
báðir tveir úti við skaða, og
hóast tað hevur ljóðað, at
Jan Dam nú aftur fer at taka
tøk fyri HB, so er hann so
ikki komin enn.
Ungir mans standa tó
eisini til reiðar at taka við,
og ivaleyst verður tað so, at
tað verður antin Ramus
Nolsøe elle Eli Thorsteins-
son, sum taka sæti undir
liðini á Símuni Eliasen í
miðverjuni.
Í aðrar mátar er tó lítil ivi
um uppstillingina. Móti
B36 seinast riggaði mið-
vøllurin við Kára, Rúna,
Heðini og Jákup sera væl,
og við tveimum av bestu
málskjúttunum í kappingini
á toppinum, skuldi krútið í
álopspartinum eisini verið í
lagi.
Eisini í Klaksvík er tað
miðverjan,
sum
voldar
venjaranum størsta høvuð-
brýggið. Alexandar Djor-
djevic hevur drigist við
ryggskaða seinastu tíðina,
og hann er neyvan tøkur.
Hartil noyddist Ove Ny-
sted at gevast undir venj-
ingini hóskvøldið, og í
Klaksvík bóru tey ótta fyri,
at talan kann vera um fipur-
skaða.
Eisini í álopinum, er
nakað av fráveru, nú norski
Stig Edvin Aksnes er
skaddur, men her vóna tey í
Klaksvík so, at hinir álops-
menninir kunnu prógva, at
tað er størri dugur í teim-
um, enn stigatalvan higartil
hevur víst.
Enn er ikki veruligur
fótbóltsfepur komin í
vágbingar, men við
møguleikanum fyri
fjórða sigrinum á rað,
er oddurin av álvara
farin at hómast
UPPTAKT
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað er av álvara farið at
lukta av fótbólti aftur í
Vági. Síðani meistaraheitið
í 2000 hevur tað ikki hiln-
ast heilt so væl hjá liðnum,
og tó at glottar hava verið,
so hevur støðan sjáldan
verið so hugalig, sum hon
er nú.
Tríggir sigrar á rað hava
lyft liðið upp á triðja
plássið, og verður talan um
sigur sunnudagin, kann eitt
hol av álvara skapast niður
til næstu liðini.
Og
vágbingar
eru
hampuliga væl fyri, nú B36
kemur á vitjan. Einasta frá-
veran tykist vera Minda-
ugas, sum fekk reytt kort á
Toftum, og sum tískil er
leikbannaður. Dalius hevur
ikki verið við í seinastuni
vegna bruna í arminum,
men hann er nú tøkur aftur.
Eisini hevur ivamál verið
um Símun Samuelsen og
Anders Sørensen, sum báð-
ir hava havt smærri skaðar,
men roknað verður tó við,
at teir eru tøkir.
Týðandi ivamál
Hjá B36 hevur ikki hilnast
serliga væl seinastu umfør-
ini. Eftir triðja umfar vóru
teir annars ovastir á stiga-
talvuni við sjey stigum,
men í dag vísir talvan, at
bert eitt stig er fingið til
høldar síðani, og í Vági
hevur B36 havt tað alt ann-
að enn lætt seinnu árini.
Til sunnudagin tykist
eisini ivi vera um nøkur av
plássunum á B36-liðnum.
Bárður Mortansson hevur
havt trupulleikar við lær-
krikanum, og ivasamt er,
um hann verður tøkur. Tað
sama verður sagt um Arn-
bjørn Danielsen, suim hev-
ur fingið hald í ryggin.
Heldur ikki John Petersen
fekk fullført venjingina
hóskvøldið, men í B36
vóna tey tó ikki, at tann
snuddurin, sum hann tá
fekk, fer at halda liðskipar-
anum aftur sunnudagin.
VB-B36:
Vágbingar treingjast uppeftir
Vágbingar tykjast stevna beint uppeftir, meðan kósin hjá B36
hevur verið júst tann øvuta seinastu vikurnar
C
M
Y
K
20