leygardagur 12. juni 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 110 - 12. juni 2004
Lagt er upp til tættar
og spennandi kapp-
ingar, tá ið bestu
bátarnir frá Norð-
oyastevnuni fara at
liggja borð um borð á
Skálafjørðinum
FM RÓÐUR Á
EYSTANSTEVNU
Jóannes Hansen
Tað slitnar ikki sundur í
hesum róðrarárinum. Tað
verður kappast seks viku-
skifti á rað, áðrenn tað
verður stuttur steðgur und-
an Ólavsøkuni. Í dag er
annar
FM
róðurin
á
skránni, og hesa ferð fara
teir bátarnir, sum stóðu seg
best í Klaksvík, at liggja
borð um borð og mitt í felt-
inum.
Eftir
Norðoyastevnu-
róðurin hevur tað ikki verið
frítt, at tað enn eina ferð
hevur verið uppi og vent, at
tað er óheppið, at startrøðin
í fyrsta róðrinum verður av-
gjørd við lutakasti. Møgu-
leikin er tá størri fyri, at
umstøðurnar ikki eru tær
somu hjá øllum. Sum so
mangan áður hevur verið
nevnt at t. d. bygdarstevnan
á Skála átti at verið kvali-
fikatión til plaseringarnar á
Norðoyastevnu.
Hetta er ein spurningur,
sum bara feløgini eiga rætt-
in at taka støðu til, og tað
kunnu tey bara gera á aðal-
fundinum. Í dag eru teir
bestu í miðjuni, og so fæst
at síggja, hvussu tað fer at
tørna út, og um úrslitini
fara at verða øðrvísi, enn
tey vóru fyri einari viku
síðani.
Stórur áhugi og gott
mál
Á Norðoyastevnu var áhug-
in fyri róðrinum ógvuliga
stórur. Áskoðarafjøldin var
væl størri, enn hon ofta
hevur verið í Klaksvík. Á
heimasíðuni hjá Klaksvíkar
Róðrarfelag, krf.fo, vita tey
at siga, at tað leygardagin
vitjaðu eitt sindur fleiri enn
tvey túsund á heimasíðuni.
Úrslitini í fyrstu FM
kappingini leggja upp til, at
áhugin ikki verður minni
hesa ferð. Eitt nú í kapp-
ingini millum 10-manna-
førini, har tað hesa ferð
verður kappast á 2000
metrum. Í Klaksvík var
longsti teinurin 1500 metr-
ar.
Tá ið tað verður róð á
Skálafjørðinum eru um-
støðurnar góðar at fylgja
við
hjá
áskoðarunum.
Endamálið er, tá ið tvær
stengur eru yvir eitt. Onnur
er á bryggjukantinum, og
hin er á húsunum hjá
Skipafelagnum. 2000 metra
málið er inni á Langanesi.
1500 metra málið er á
Bakka, og 1000 metra mál-
ið er uttanfyri gomlu stønna
á Glyvrum, sum er niðan
fyri Støkkhøllina.
Vertirnir ein sigur
Kappróðrarfelagið
NSÍ
telist millum tey stóru, og
teir hava ofta vunnið nógv.
Á Norðoyastevnu luttóku
teir við sjey manningum,
og teir vunnu ein sigur. Tað
vóru dreingirnir umborð á
nýggja 5-mannafarinum,
Spógvanum, sum vunnu.
Tað er FM kappróður í
Runavík annað hvørt ár.
Tvær tær seinastu ferðirnar
hava teir í Kappróðrar-
felagnum NSÍ vunnið eina
ferð. Í 2002 vann Eystur-
oyingurin, og í 2000 vann
Tjaldrið við dreingjum.
Á fyrra partinum av róð-
rarteininum í Klaksvík
tóktist Eysturoyingurin at
ætla sær at vera við í kapp-
ingini, men so steðgaði
heilt upp hjá teimum. Í dag
hava teir møguleikan í
heimasjógvi at vísa, hvør
dugur er í teimum.
Nú liggja teir bestu borð um borð
Meðan lutakast avgjørdi, hvar bátsmanningarnar lógu í fyrsta FM-róðurinum í ár, fara bestu bátarnar frá Norðoyastevnu at
liggja borð um borð á Skálafjørðinum
Havnarbáturin vann 10-mannaførini á Norðoyastevnu.
Spennandi verður um hann kann endurtaka bragdið á
Eystanstevnu um vikuskiftið.
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
22
Nr. 110 • leygardagur • 12. juni 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Politikkur sum
lærugrein
í fólkaskúlanum
Tinghellan á s. 4–5
TILTAK
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Fólk við arm ella beinbreki hitt-
ust í Kvívík seinasta vikuskifti.
Tað var felagið arm og beinbrek,
sum stóð fyri hesum, og var
endamálið fyrst og fremst at gera
vart við, at felagið er til.
– Hetta er tann fyrsta upp-
gávan hjá nevndini í felagnum,
sum varð koyrd av bakkastokki,
sigur Martin Karl Olsen, næst-
formaður í felagnum.
Hann sigur, at hetta tiltakið var
bara fyri at fáa eina byrjan og
letur hann væl at.
– Øll hugnaðu sær, og tað var
eisini ætlanin.
Felagið hevur eisini givið út
eitt blað til sínar limir, har
ymiskt tilfar um arm og beinbrek
er í. Ætlanin er, at hetta blaðið
skal koma út tvær ferðir um árið,
og verður tað bert givið limum,
sum nú er.
Gloymdur bólkur
Martin Karl heldur, at tey, ið
hava arm og beinbrek, eru ein
gloymdur bólkur í samfelagnum.
Hann vísir á, at nógvastaðni eru
umstøðurnar hjá fólki við breki
serstakliga vánaligar, tá hugsað
verður um atkomu møguleik-
arnir.
– Nógvir almennir stovnar
kunnu vit als ikki koma inn í, og
tað er ov galið, slær hann fast.
Og tað var nevniliga atkomu-
viðurskiftini, sum gjørdu, at
tiltakið varð lagt júst í Kvívík.
Martin Karl sigur, at atkomu-
møguleikarnir í Kvívíkar skúla
eru heilt góðir, og tað at fim-
leikarhøll og svimjihøll eisini eru
á staðnum, gjørdi tað bara enn
betur.
– Á tann hátt var okkurt til øll,
sigur Martin Karl.
Vegleiðing
Men tað er ikki bert til stuttleika,
at felagið arm og beinbrek skipar
fyri slíkum tiltøkum. Martin Karl
sigur, at tað eru nógvir ósvaraðir
spurningar hjá fólki við breki, og
vónar hann, at felagið kann
verða við til at vegleiða og ráð-
geva hesum viðvíkjandi.
Leygardagin greiddi hann frá
ymsum venjingum, og eisini vísti
hann nakrar venjingar, sum fólk
kunnu gera.
– Tað eru mong, sum eiga
protesur, men til dømis sita tey í
koyristóli, tí tey ikki duga at nýta
tær, og tað er spell, heldur Mart-
in Karl, sum sjálvur bert hevur
eitt bein. Tað sást tó næstan ikki
á honum, og tað er tí, at hann fór
til Danmarkar at venja seg upp-
aftur eftir óhappið, sum gjørdi, at
hann misti annað beinið.
– Eg lærdi nógv í Danmark, og
haldi eg eisini, at eg havi okkurt,
sum eg kann føra víðari frá tí,
sum eg lærdi, sigur hann.
Martin Karl sigur, at hetta
helst verður eitt afturvendandi
tiltak hjá felagnum, men um tað
verður aftur í Kvívík ella ikki,
dugir hann ikki at siga nakað
um.
– Felagið vil millum annað
arbeiða fyri, at okkara limir fáa
eina góða uppliving, og at tey fáa
ráðgeving og vegleiðing. Eisini
vilja vit verða við til at menna
Føroyar so líðandi til eitt
samfelag til øll, og at glæman
verður vend móti teimum
føroyingum, sum onkursvegna
hava sitið í skugganum, sigur
Martin Karl Olsen at enda.
Gloymdi bólkurin hugnaði sær
Seinasta vikuskiftið skipaði Felagið arm og beinbrek fyri einum tiltaki í Kvívík. Børn og
vaksin, limir og stuðulslimir, øll hugnaðu og stuttleikaðu sær saman leygar og sunnu-
dagin. Eitt av endamálum felagsins er at varpa ljós á tann bólkin í samfelagnum, sum tey
lýsa sum tann gloymda
Tiltakið hjá felagnum arm og beinbrek eydnaðist heilt væl, og øll lótu væl at
Mynd: Jens K. Vang
23