leygardagur 12. juni 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Sosialurin Nr. 110 - 12. juni 2004
FERÐAVINNA
Orð: Edvard Joensen
Myndir: Álvur Haraldsen
Spakuliga glíður 33 fót glas-
trevjabáturin Skarvur úr Sørvági
inn í Seyðaskorargjógv, ella
Seyðskorargjógv, sum teir lokalu
siga. Einki ljóð er at hoyra uttan
fossurin úr erva, ið uttanvert
okkum smellur í havið, sum
stendur við klettin. Gjøgnum ein
náttúrugjørdan glugga legst grønt
ljós eftir sjónum í bakborð.
Ljósið afturút er sterkt og blátt,
og kolamyrkur er forút. Til
eyguni hava vant seg við tað.
So er kenslan aftur. Hendan
undranin og virðingin fyri hesum
velduga skapanarverki. Ikki gjørt
av mannaávum. Men virðingin er
nógv djúpari enn fyri katedral-
um, bygdum av mannahondum,
sum vitjaðir eru úti í heimi.
Tú mást rópa hana út til allan
heimin. Hesa heilsanina til
meistaran, her hevur verið við
síni hond. Og til tað, tú upplivir.
– HALLÓó, óóó, óóó, óóó,
óó, ó.
Rópið melur í klingur. Kemur
aftur einar tvær ferðir, meðan tað
spakuliga fjarar burtur, minkar
og gerst so lítið, at tað at enda
sleppur út gjøgnum gjáarmunnan
og hvørvur vestur í hav onkun-
staðni, har vindurin er farin og í
dag liggur og hvílir seg, til hann
ein annan dag fer at koma aftur
og gera, at ikki verður farandi
inn á gjónna her.
Her verður steðgað á. Tað er
mestsum halgibrot at fara útaftur.
Men sjálvandi ber heldur ikki til
at verða liggjandi her allan dag,
hóast ein væl kundi hugsað sær
at notið hesa løtuna eitt sindur
afturat.
Grindin til uppliving
Blue-Gate eitur felagið, sum
sendir Skarv avstað á hesar for-
vitnisligu ferðir fram við Vága-
landinum fyri sunnan, eins og
eisini farið verður kring hólm-
arnar og Mykines fyri vestan.
Triði túrurin, gjørdur verður, er
norður á Barðið og Víkar.
Hesir tríggir túrarnir verða,
sum vera man, ikki gjørdir allir í
einum, men býttir sundur so-
leiðis, sum veðurlíkindi nú eru
til. Eisini ber til at leiga bátin ein
túr við snellu ella tráðu, alt eftir,
hvat hugur og tíð eru til.
Hevur tú góða tíð og hug at
fara eitt sindur frá landi við
snelluni, ber tað til. Er hugurin
heldur til ein stuttan túr út í
fjarðarmunnan ella norður undir
Gásadal við tráðuni, ber tað eis-
ini til. Birgir Hansen, sum er
kendur á útróðrarleiðunum vest-
anfyri, man fara at finna eitt-
hvørt pláss, har okkurt livandi er
undir.
Hendan dagin, Sosialurin var
við Skarvi, var fiskiskapurin tó
ikki tann stóri. Norðuri á Víkum
fekst einki livandi, og í fjarðar-
munnanum var fongurin ein
brosmukálvur og einir tveir smá-
fiskar.
O minniligu bjørg
Stórbært er at sigla undir Sør-
vágsbjørgunum sunnanfyri. Bratt
meitilberg summastaðni skiftir
við síðar, gørnar skorar aðra-
staðni, og inn í hetta velduga
lendið skera seg gjáirnar, sum
goyma ymiskt loyndarfult, ið
kortini um eina løtu verður
avdúkað, tá vit fara inn.
Vit fara út um Sundið. Tað sita
nakrar ritur í Dranginum, og á
helluni eru onkrir hellufuglar eis-
ini at síggja. Uppi í berginum er
líkt til, at lomvigin, sum har er,
hevur vorpið. Tað tykist, sum
minst líka nógvir fuglar venda
bakið út, sum teir eru hvítir at
síggja. Lundin heldur seg á sjó-
num. Bæði her undir Dranginum
og heldur meira út móti Tind-
hólmi.
So fara vit suður við Filpusar-
drangi. Fáa onkra søgu frá
Høgna soleiðis alla tíðina, með-
an siglt verður. Um menn, sum í
gomlum døgum gingu av eggini
niður í hálvt bergið eftir nøkrum
lundum ella havhestaeggum. Tað
sigur ikki so lítið um støðuna, og
viðhvørt eisini neyðina, ið tá
hevur verið, tá so nógv hevur
verið lagt fyri til tess at fáa hesa
bitarnar.
Vit síggja upp í Kvívíksskor
og undrast enn einaferð á, at
nakar seyður skal vera komin
livandi niður haðar. Men soleiðis
gekk, og við egnari sjónvarps-
sending gjørdist hornaseyðurin í
Kvívíksskor eisini landskendur.
Tá vit so seinni síggja ein
annan einsamallan hornaseyð í
einum keka longri suðuri í berg-
inum, sæst eitt smíl um andlitið
á skiparanum. Hann tekur kikar-
an og staðfestir, at hatta er hans-
ara egni brundseyður, sum ikki
kom aftur í vár. Teir hildu hann
vera farnan fyri bakka, men nú
gongur jassurin her einsamallur.
Tað birtist ein vón um, at hann
kanska kann takast aftur í heyst.
Og vit hoyra søgur úr fornu
tíð, meðan vit sigla suður við
landinum. Fara inn á Seyða-
skorargjógv og halda so fram
suðureftir. Fara inn um Dunnes-
drangar, sum er næstan líka stórt
upplivilsi sum at liggja inni á
fyrru gjónni. Niðurdottið grót,
steyrrætt berg, og fugl, sum
byggir allastaðni. Jú, lætt er at
ímynda sær levnaðin, her verður,
tá alt er útkomið, og fuglurin fer
at veiða og ferðast aftur og fram
við føði til ungarnar.
Kópurin undir oynni liggur
Vit halda vestur við bjørgunum.
Skarvslop inn í ferðavinnuna
Nýtt ferðavinnufelag í Sørvági er farið undir at skipa fyri túrum fram
við landi undir Vágum og Mykinesi. Nýggjar leiðir eru at vitja hjá
teimum, sum dáma at flóta fram við landi
Sosialurin Nr. 110 - 12. juni 2004
3
Uttanvert Tindhólm, har tveir
fremmandir ferðamenn sita á
helluni og veittra til okkara. Fara
gjøgnum Gáshólmsund og runda
Gásholm. Heilsa upp á veðrar-
nar, sørvingar hava gangandi har
úti, og einar tveir navnafelagar
hjá bátinum, vit eru í, sum sita á
helluni. Annar vaksin og næstan
grønligur á liti, og hin mestsum
morreyður. Man ungin longu
vera komin út hjá skarvinum?
Í Mykinesfirði er heilt fitt av
lunda. Allir flúgva suðureftir. Tað
hevur okkurt við rákið at gera,
greiðir Birgir frá.
Hann hevur sett kós eftir
Borgargjógv. Har fara vit inn,
sigur hann, og so sigla vit
mestum innanskers vestur við
oynni.
Tað er smeðið inni á gjónni,
men ljóst, tí loft er ikki yvir.
Steindeytt til rák, men beint
uttanfyri rekur bókstaviliga sum
eftir ánni.
Tað forðar okkum tó ikki í at
koma vesturum. Fara innan fyri
Grønskorardrang fram við
landinum. Her er Birgir kendur
og veit nógvar søgur at siga frá.
Vit fara at lata tær liggja til
komandi ferðafólk at eiga til
góðar.
At kalla á hvørjari gjógv vóru
vit inni vestureftir. Eisini fyri
lendingini í Mykinesi.
Hildu so út móti Hólminum.
Vit vóru ikki einastu ferðafólkini
har hendan dagin, hóast onnur
vóru á landi. Einar sjey ungar
kvinnur vóru ávegis til gongu
oman móti brúnni, tá vit koma
skúmandi framvið.
Vit runda drangarnar og
sanna, at enn er í Mykinesi sum
á døgum Jóanesar Niklassonar,
tá kópurin undir oynni lá, og
lundin fleyg í ring. Og hóast
súlurnar í dag eru hvítar heldur
enn gráar, munnu tær eisini duga
sítt.
Tað var heilt fitt av kópi á
flesjunum norðantil. Onkur
rættiliga stórur var imillum.
Flestu stoyttu teir seg útav, men
onkur hendingur varð liggjandi
eftir. Mundi hava so frægt álit á
okkum, at hann helt hetta vera
rímilig ófarligt, sum her kom
brestandi framvið.
So kom mjørkin
Vit halda so leiðini víðari um
oynna norður. Sigla enn fram við
landi og skoða súlurøkurnar í
erva.
Kvinnurnar, vit sóu í áðni, eru
farnar um brúnna út í Hólmin,
sum nú stendur tóm og gleivar
tvørtur um sundið.
Tosa um, hvussu brattar
skorarnar norðan fyri eru. Her
man neyvan verða nógv fólk, ið
gongur, semjast vit um.
Tað síður niður yvir í erva.
Mjørkin legst niður á hálva
oynna, og vit skunda okkum at
seta kós móti Barðinum. Ætla
okkum norður á Víkar.
Tað rekur í Mykinesfirði, men
Birgir veit, hvussu siglast skal
fyri at fáa nyttu úr tí eisini. So
tað gongur skjótt.
Men mjørkin er skjótari, og tá
vit eru á Barðinum er tjúkt, og tá
vit koma fyri gomlu bygdina á
Víkum, er kjaftsvart.
Vit hóma tó húsini í einum
glotta eina løtu, og eysturi fyri
sandinum hoyra vit Reipsáfoss
so hulisligan í mjørkanum.
Eitt sindur lættir, so vit síggja
tann niðasta fossin. Eina rúgvu
av reka síggja vit eisini, umframt
einar fimm veðrar, teir hava
gangandi her.
Men so er lítið meira at síggja.
Flyta okkum eitt sindur út frá og
kasta við tráðuni. Men einki ber
til.
Fara heim við aftur landinum.
Nú er klárnað so mikið, at vit
síggja upp í hálvt Barðið. Sæ-
urðina og Sæurðardrang síggja
vit í mjørkanum.
Heimanvert Gásadal verður
aftur kastað, men heldur ikki har
ber til. Ikki fyrr enn fyri opnum
Gáshólmssundi bar til, hóast
fongurin var lítil. Ein brosma,
tveir smáfiskar og ein træls-
rassur. Tað var alt.
Men túrurin var óførur. Eitt
upplivilsi av teimum góðu. Og
eitt, sum telur heilt nógv er, at
hann var gjørdur heima hjá
okkum sjálvum.
C
M
Y
K
25
24