hósdagur 13. november 2014síða 21
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Fríggjadagur 14. november 2014 · Nr. 130
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað er tú, sum tekur endaliga avgerð um tína útbúgving,
men nú kanst tú fáa svar upp á spurningar um lestur her
í Sosialinum. Holger Arnbjerg, sum starvast á Altjóða
Skrivstovuni við Fróðskaparsetur Føroya, og Bjørg Róin, lærari
á Føroya Studentaskúla í Hoydølum, vegleiða teg um tínar
møguleikar innan útbúgving og um tey fíggjarligu viðurskiftini.
Holger og Bjørg arbeiða dagliga við at vegleiða fólki, sum ætla
sær undir útbúgving í Føroyum ella uttanlands, antin tað er
styttri ella longri útbúgving, verklig ella ástøðilig.
Tú kanst senda spurningar um útbúgvingar til post@sosialurin.
fo, og so svara Holger og Bjørg tær her í Sosialinum.
SPURNARSÍÐAN
Spyr og fá svar um útbúgvingar. Allar. Allastaðni.
SPURNINGAR OG SVAR
Spurningur 1
Hvussu er vorðið við ÚSUN-studninginum, sum mann fær
til at gjalda skúlagjøld/tuition fees á hægri útbúgvingum
uttanfyri Norðurlond? Kjak hevur verið um, at mann skal
gjalda ein part av studninginum aftur, um mann ikki kemur
aftur til Føroya eftir eitt ávíst áramál. Er tað enn uppá tal?
Tann ferðahugaða
Til tí ferðahugaðu
ÚSUN-skipanin verður ikki broytt kortini. Tað vil siga,
ÚSUN verður ikki lagt um til lán.
Í 2013 var talan um at leggja ein part ÚSUN um til lán,
um móttakarin av studninginum ikki kom heim aftur til
Føroya eftir eitt ávíst áramál.
Nú hevur Mentamálaráðið viðgjørt spurningin, og
niðurstøðan er, at ongar ætlanir eru í løtuni (2013) um at
broyta ÚSUN-skipanina.
Vinarliga Bjørg og Holger
Spurningur 2
Góðan dag,
Komandi summar verði eg liðugur sum elektrikari. Eg
hugsi oftari og oftari um, at eg kundi hugsað mær at
lært til politist aftaná. Men eg haldi meg vita, at fyri at
sleppa á politiskúla, skal mann hava eina gymnasiala
miðnámsútbúgving, og tað havi eg ikki.
Hvat eg kann gera fyri at sleppa inn á politiskúla
kortini?
Takk fyri Elektrikarin
Svar til elektrikaran
Góðan dag,
Inni á heimasíðuni ug.dk finnur tú ymiskt um
útbúgvingina. (ug = uddannelsesguiden). Skriva í leititeigin:
”politiets grunduddannelse,” so kemur nógv fram.
Har stendur m.a., at um mann ikki hevur eina
gymnasiala miðnámsútbúgving, kann mann søkja inn
við eini vinnuútbúgving (erhvervsuddannelse), og tað
fært tú komandi summar. Tó skal mann eisini hava trý
fak á gymnasialum støði. Tey eru: danskt A, enskt B og
samfelagsfak C. Les meiri á: http://politiskolen.dk/ansoeg/
krav
Til ber at vera sjálvlesandi í hesum í t.d. Hoydølum.
Tilmelding fer fram á innskriving.fo
Tú kanst til dømis seta teg í samband við ein
lestrarvegleiðara á einum av miðnámsskúlunum.
Vinarliga Holger og Bjørg
UMSÓKNARFREISTIR Á HÆGRI ÚTBÚGVINGUM
Umsóknarfreistirnar at søkja um
upp tøku á hægri útbúgvingum eru
rættiliga ymiskar frá landi til lands
og viðhvørt eisini í landinum frá
einum útbúgvingarstovni til ein
annan. Set teg í sam band við læru-
stovnarnar og fá meiri kunn ing
um freistir og um sókn armanna-
gongdir. Minst al tíð til at kanna
freistir nar í góð ari tíð, t.v.s. eitt ár
fyri lestr ar byrj an, og gloym ikki at
kanna upptøkukrøvini samstundis.
Føroyar
Freistin fyri kvotu 2 á Fróð skap ar-
setri Føroya er 15. apríl á midnátt.
Søkir tú gjøgnum kvotu 2, er tað
sam stundis ein umsókn gjøgnum
kvotu 1. Freistin fyri kvotu 1 á Setri-
num er 1. juli á midnátt. Les meiri á
setur.fo
Tekniski skúlin í Havn tekur í
2015 inn til sína 2 ára stuttu hægri
út búgvingar, Byggitøkningur og
Fram leiðslu tøkningur, og freistin
at søkja er 15. mars.
Handilsskúlin í Havn tek ur
inn til part tíðar út búgv ing ar nar
“Diplom út búgv ing í leiðslu” og
“Aka demi út búgv ing”
summar
og vetur. “HD - handils vísinda lig
diplom roynd” byrjar aftur á sumri
í 2016.
Danmark
Freistin fyri kvotu 2 er 15. mars kl.
12.00. Søkir tú gjøgnum kvotu 2, er
tað samstundis ein umsókn gjøg-
num kvotu 1. Umsóknarbløðini eru
tøk umleið 1. Februar á optagelse.
dk. Um tú ikki hevur NemID, skalt
tú prenta og undirskriva váttanir,
sum verða sendar við postinum til
hvønn einasta stovn/útbúgving,
ið tú søkir inn á. Váttanin er tøk,
tá tú endaliga hevur góðkent tíni
útbúgv ingarval. Váttanirnar skulu
vera frammi á ymsu læru stovn-
unum í seinasta lagi 15. mars innan
klokk an 12.00, fyri at tín umsókn
skal verða viðgjørd.
Freistin fyri kvotu 1 er 5. juli kl.
12.00. Umsóknarblaðið kann út fyll-
ast online á optagelse.dk. Í sam ban-
di við kvotu 1 skulu váttanir eisini
send ast lærustovnunum, um tú
ikki hevur NemID.
Noregi
Vanliga er freistin 15. apríl. Les
meiri á samordnaopptak.no
Svøriki
Vanliga er freistin 15. apríl. Les
meiri á antagning.se
Ísland
Tað er eingin felags upptøka til
ís lendsku lærustovnarnar. Freist-
ir nar eru ymiskar frá stovni til
stovns og umsóknarbløð fáast
frá lærustovnunum. Til dømis er
freist in 5. juni fyri norðurlendingar,
ið søkja inn á Háskóla Íslands.
Finnland
Umsóknarfreistirnar eru ymiskar
frá stovni til stovns. Vanliga
eru
umsóknarfreistirnar
til
lægru
(hægru)
útbúgvingarnar
(kandidaatti/kandidat)
millum
janu ar og mai.
Stóra Bretland
Føroyingar verða roknaðir sum
EU-íbúgvar í Stóra Bretlandi. Til
ber at søkja gjøgnum UCAS. Tað
er møguligt at søkja frá 1. sep-
tem ber árið fyri lestrarbyrjan og
mann søkir sum einstakur les-
andi. Vanliga umsóknarfreistin
fyri hægri lesnað í Stóra Bret-
landi er 15. januar, men fleiri
læru stovnar velja at umhugsa
um sókn ir
fram
til
30.juni.
MINST TIL, at umsóknarfreistirnar
til Oxford og Cambridge umframt
læk na, djóralækna og einstakar
aðr ar útbúgvingar eru 15. oktober
árið fyri, sum tú ætlar tær at byrja.
Har afturat krevja fleiri læru stovn-
ar innan læknavísindi í Stóra Bret-
landi, at nýggj lesandi hava meldað
seg til eina roynd (BMAT ella
UKAT) ella at lesandi hava søkt og
fingið dispensatión fyri eina tílíka
roynd í sein asta lagi í september
árið fyri lestrar byrjan.
Onnur lond
Ofta verður umsóknin send bein-
leiðis til útbúgvingarstovnin og
oftani kann tað vera eitt hálvt
ár fyri lestrarbyrjan, men tað
kunnu vera tøk pláss heilt fram
til lestrarbyrjan. Einstøk uni versi-
tet, millum annað tey heilt kendu
og virdu í USA hava um sókn-
ar freist eitt heilt ár fyri lestrar-
byrjan. Set teg í samband við
lestrarvegleiðararnar ella Ad mis-
sions Service á staðnum, har sum
tú ætlar tær at søkja.
Tú kanst eisini seta teg
í samband við Altjóða
Skriv stovuna, so kunnu
vit vegleiða teg, um
tú ivast í onkrum.