Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-13, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. november 2014síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 14. november 2014 · Nr. 130 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stopp Skatt Takk 2 Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, býráðslimur Jógvan Skorheim borgar­ stjóri segði á seinasta bý­ráðs­ fundi, at ketan hjá honum leyp av, tí undirritaða var ímóti at hækka skattin, nú so nógvur peningur kom inn í kommunukassan. Til hetta vil eg bara siga, at tað eisini verður torført hjá øllum øðrum at halda ket­uni uppiá tá tey síggja hvørj­ar ætlanir hann hevur. Fyri stuttum atkvøddi hann sum løg­tings­ limur nevniliga fyri skatta­ lætta til at føroya fólk, men nú er hann sum borgarstjóri farin at kempa fyri at hækka skattin hjá borgarum í Klaks­ víkar kommunu. Kommunu­skatta­ procentið er ríkiliga høgt ! Skattaprosentið hjá Klaks­ víkar kommunu er ivaleysa nóg høgt sum er. Tað er 21,50 prosent. Verður tað sum samgongan í býráðnum ynskir, so verður tað hækkað upp til 22,00 prosent longu á nýggj­árinum. Tað er longu um ca. 6 vikur. Samgongan førir fram, at tað er í góðum tíðum, at skattaprosentið skal hækk­ ast. Heilt erligt, er tað ikki gingið upp fyri sam­gongu­ limum, at vit í Klaksvíkar kommunu hava ivaleysa nóg høgt skattaprosent sum er ? 21,50 % halda tit veruliga ikki, at hetta er nóg nógv fyri vanliga arbeiðsmannin at gjalda. Hví hækka eitt skattaprosent sum framm­ anundan er ivaleysa høgt ?? í so máta livir kommunan longu fult upp til at hava høgt skattaprosent í góðum tíðum. Til dømis er skatta­pro­ sentið í Fugloyar kommunu 16%, Hvannasunds kommunu 20,5%, Kunoyar kommunu 19,5%, Húsa kommunu 18%, Eysturkommuna 21 %, Nes kommuna 20,5 % og Tórshavnar kommuna 20,25%. Onkrar av hesum komm­ unum kunnu vit saktans javnmeta okkum við. Hetta vísir, at Klaksvíkar Kommuna er ikki kappingarfør, tá tað kemur til kommunuskatt. Hægri enn miðal­ skattaprocentið fyri landið Kann nevna, at miðal skatta­ procentið fyri alt land­ið 2014 er 21,14, so hækk­aða skattaprocenti hjá Klaks­ vík­ar kommunu uppá 22 % er hægri enn tað. Við 21,5 % liggja vit longu sum er hægri enn miðalskattaprocentið fyri alt landið. Føra seg fram við "øllum" sum skal gerast Veit, at núverandi sam­gonga førir seg fram uppá "ALT" , sum skal gerast, Skúlin á Ziska­trø, spillivatnsætlanin, gjalda skuld niður o.s.v. Í so máta er onki nýtt undir sólini síðani fólkaflokkurin sat við ræði saman við sjálv­ stýrisflokkinum sein­astu setu. Vit komu framat í sera svárum tíðum fíggjarliga. Ja so ringum tíðum, at vit vóru undir umsiting. Men vit brutu upp um armar og settu ting í gongd fyri at skapa mót hjá okkara borgarum og fyri at skapa arbeiðspláss. Og tað eydnaðist okkum at fáa kommununa uppá beint aftur. Her skulu vit ikki gloyma okkara dugnaligu vinnulívsfólk, sum saman við øðrum góðum fólkum fingu hetta at eydnast. Seinasta samgonga legði lunnar undir fleiri verk­ ætlanir og førdi tær út í lívið. Tað mest aktuella í løtuni er miðbýarætlanin. Vit samtyktu at fara undir spillivatnsætlanina, og settu 8 mió av í 2012 til enda­málið, UTTAN at hækka skatta­ prosentið. Vit samtyktu og settu pen­ing av til at gera bryggj­ una við sleipstøðina í Klaks­ vík, UTTAN at hækka skatta­ prosentið. Vit samtyktu og settu pening av til at gera Smæruna og Ven og Virka, UTTAN at hækka skattaprosentið. Vit samtyktu og settu pen­ ing av til at umvæla og inn­ rætta gamla Tekniska skúlan í Klaksvík til frítíðarskúlan Snjallabjallla. Hetta bleiv eisini gjørt UTTAN at hækka skattaprosentið. Eitt tað allarfyrsta vit avgjørdu, tá vit komu til var, at Ósáskúlin skuldi ger­ast liðugur. Hetta hóast tíð­irnar fíggjarliga vóru ringar. Men vit hækkaðu IKKI skatta­ prosentið. Systkinafrádrátturin blev hækk­aður við 20 %, men vit hækkaðu IKKI skatta­pro­ sentið. Sálarfrøðingur til socialu deild bleiv settur, og vit hækk­aðu IKKI skatta­pro­ sentið . Nýggjur græslíkisvøllur við umfatandi umvælingum, men hækkaðu IKKI skatta­ pro­sentið. Nýbygging av skúlanum á Ziskastrø, var eisini samtykt av undanfarnu samgonguni. Tað vilja vit framvegis, og tað skal ikki rørast. Her ætlaðu vit sjálvsagt heldur IKKI at hækka skattaprocentið. Vit rindaðu so at siga somu avdráttir Og tá tað kemur til at gjalda skuld niður, er heldur ikki tann stóri munurin. Hetta hóast vit í dag hava tað nógv meir rúmsátt fíggjarliga enn tá. Klaksvíkar kommuna fær í dag methøgar inntøkur , sum ongantíð fyrr. Umframt hesar methøgu inntøkurnar fær kommunan inntøkur fyri sølu av føstum ognum. Vit rindaðu eisini skuld niður. Her er heldur ikki tann heilt stóri munurin. Í 2009 rindaðu vit kr 7,7 mill. Í 2010 5,8 mill., í 2011 8.8 mill. Til samanberingar bleiv goldið í ár kr. 7. mill og er ætlanin fyri 2015 8 mill. Stóri munurin er, at vit valdu IKKI at hækka skattaprosentið. Kundi nevnt fleiri onnur ting. Men okkara motto var, at vit ikki skuldu hækka skatta­prosentið, um vit upp á nakran annan máta kundu klára okkum, og hetta eydnaðist. Tað var hart og krevjandi, men tað eydnaðist við góðum vilja og við at kempa. Óneyðugt við hægri skattaprocenti. Vóni at ketan hjá borgar­ stjóranum kemur uppá aft­ur í øllum góðum, tá eg kann minna hann á, at skatta­prosentiðí løtuni er heili 21,5 prosent. Hetta er iva­leysa høgt hjá borg­arum í Klaksvíkar komm­ unu at gjalda. Í so máta nýtist Klaksvíkar kommuna ikki at føla seg noydda at fara eftir Palliba og Mar­sannu eftir meir pengum við tí grundgeving, at tað er í góðum tíðum at skatta­procentið skal hækk­ast. Poengið er, at tað eigur ikki at vera neyðugt at fara út til borgarnar eftir meir pengum, nú vit frammanundan allíka­ væl fáa methøgar skatta­ inntøkur. Kempaði fyri skattalætta, nú fyri skattahækking. Borgarstjórin var eitt stutt tíðarskeið inni í løgtinginum fyri Kára P. Højggard, sum var farin í landsstýrið. Hesa løtuna atkvøddi hann fyri, at alt føroya fólk skuldi hava skattalætta. Nú løtu seinni hevur borgarstjórin í Klaksvík totalt vent og berjist fyri at hækka skattin hjá borgarum í Klaksvíkar kommunu. Hendan skattahækkingin hjá Javnaðarflokkinum, Tjóð­ veldisflokkinum og Sjálv­ stýrisflokkinum við Jógv­ an Skorheim á odda rakar harðast vanliga arbeiðs­fólki. Júst somu fólk sum Javn­ aðar­flokkurin og Tjóðveldis­ flokkurin siga seg umboða. Tí kommunuskattur er reinur flatskattur. Veljarin fingið greiða ábending Við hesum hava vit fingið eina greiða ábending um, hvat vit kunnu væntað okk­um, um somu flokkar sleppa framat aftur eftir kom­andi løgtingsval. Fólka­ flokkurin er einasti flokkur í býráðnum sum er ímóti skattahækking. kjak Nú var politiski botnurin náddur Frank Davidsen Kanska ein tann størsta polit­iska gøla, har løg­tings­ pallurin varð drigin niður í eitt politiskt runudíki, með­ an løgtingsformaðurin »sat og svav í tímanum« gjørdist veru­leiki, tá misálitið á lands­ stýrismannin í vinnumálum var viðgjørt. Má viðurkenna, at eg gjørdist ikki sørt skakkur, tá tann so siðiligi og sera skila­góði formaðurin í lands­stýrismannanevndini, legðist eftir navngivnum pe­ rsóni undir orðaskiftinum. Aftaná vísti tað seg, at lands­ stýrismaðurin, sum orða­ skiftið snúði seg um, hevði tutlað Jóan Magnus Ras­mus­ sen nakað í oyra, júst sum hann skuldi upp á røðara­ pallin, sum formaður í lands­ stýris­mannanevndini. Sostatt gav lands­stýris­ maðurin í vinnumálum með­ an orðaskiftið fór fram J. M. R eina sokallaða politiska håndgranat í mussaskøðið, beint áðrenn hann fór upp á røðarapallin. Sum formaður í landsstýrismannanevndini kundi hann gerast tann av­ gerandi faktorurin, um sami landsstýrismaður fekk eitt misálit í móti sær ella ei. Aftaná at hann hevði tikið saman um, og hildið eina verjurøðu yvir fyri lands­ stýrismanninum i vinnu­ málum, so kundi hann ikki bara sær, men tveitti hond­ gra­nat­ina ið hann hevði fingið frá J. D. út til øll húski í land­inum, og tað er púra óhoyrt. Eitt er at landsstýris­mað­ urin í vinnumálum dregur J. M. R. niður í politiska runu­ díkið. Ikki minni tespiligt er tað, at tann persónur sum av røttum kendi seg mis­nýttan í hesum politiska sjón­leik­ inum, samstundis sat á áhoyr­araplássunum. Men sum ikki einferð, so var størsta skommin løg­ maður, ið aftaná trein upp á løgtingsins røðara­pall. Ístaðin fyri ein stjórnar­leið­ ara, ið siðiligur og við tign legði síni sjónarmið fram, so­leiðis sum tað sømir seg einum stjórnarleiðara, so varð leiklutur løgmans á løg­ tingspallinum alt annað en hugaligur. Tí maka til ósømiliheit eins og niðrandi persónliga við­merkingar, eru neyvan hoyrdar av løgtingsins røð­ ara­palli fyrr. Har stóð hann á tingsins røðarapallið yvur fyri lóggevandi valdinum, eins og øllum føroya fólki rópandi sum ein óður tarvur, meðan hann sum ein annar óargaligur óvitið las upp úr »bestilta« handritinum frá J. D. Eingin annar stjórnarleið­ ari kundi funnið uppá at hongt ein persón alment út á røðarapallinum í einum parla­menti. Og ein er noydd­ ur at ásanna, at sitandi løg­ maður er sum hamskiftur, bæði í sinum kroppsmáli eins og í sínum politiska reto­ rikki, síðan hann tók við sum løgmaður. Meðan øll løgtings- og landsstýrisumboð siðiliga bera fram teirra politisku sjón­armið av løgtingsins røðara­palli, so stendur okk­ ara stjórnarleiðari og rópar og geylar síni sjónarmið niður í mikrofonina. Kemur tónalagið onkuntíð niður á eitt normalt støði, so er tað ístaðin fyri arrogansan, sum ístaðin fyri kemur í hásætið. Undir øllum umstøðum, so er tað ótilgeviligt eins og stór etandi skomm, at løg­ tingsumboð eins og løg­mað­ ur draga ein ósekan persón niður í teirra politiska runu­ díkið. So kann løgmaður hon­ um líkt biðja um umbering tá skaðin er hendur, aftaná at hann einaferð enn hevur gjørt sær sjálvum fyri skomm­um, eins og tignin fyri løg­manns­embætinum er lækka mun­andi.