Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-13, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. november 2014síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 14. november 2014 · Nr. 130 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 av knóranum . Petur Mohr Dam kundi nú koma framat við AT. Hann varð hjálptur av Stauning, sum vildi vísa sínum kammeratum á Tvøroyri, at javnaðarstjórnin í Danmark nú skuldi skapa eitt skúladømi um, at kúgaðu arbeiðararnir í Føroyum skuldu hjálpast til makt og æru. Tað var fyri eina lítla peningaupphædd, at arbeiðararnir og fiskagenturnar kundi yvirtaka ta stóru Mortensen fyritøkuna, og Petur Mohr Dam kundi fáa sess sum tann skilagóði leiðarin. Einføld umsiting Lærarin Johan Mortensen var einasti starvs­ maður hjá kommununi, og hesum tókst hann við hvønn dag eftir skúlatíð. Komm­unu­ skrivstovan var tá bert opin tríggjar seinna­ partar um vikuna. Men tað vóru kortini nógv­ar sakir, sum kravdu skrivligt arbeiði. Jo­han var meira av tí gamla skúlanum, men eg kundi kortini hjálpa honum við mínum roynd­um. Tá ið seinni verður hugsað um tíðina havi eg størstu virðing fyri tí arbeiði, sum hann gjørdi fyri kommununa. Lønin var heldur ikki tann stóra. Johan Mortensen hevði ikki nakra lær­ara­ útbúgving. Hann var byrjaður at lesa gud­ frøði, men hesum gavst hann við. Fyrstu árini gekk tað væl við samstarvinum mill­um kommunustýrislimirnar. Bert Rich­ ard Thomsen var ikki nýggjur í hesum starvi. Hann var ein íðin og framsøkin vinnu­lívs­ maður. Hann var tann fyrsti við ætlan um eitt stórreiðarí av trolarum, men tíverri var eydn­an ikki við honum. Tíðirnar vóru ikki góð­ar, og hann fekk ikki nóg mikið av stuðli, tá ið á stóð. Beiggi hansara Tummas og hann drógu ikki eina línu, og amtmaðurin Olrik var í parti við Tummas. Tá ið tað gjørdist tørvur á tøk­um peningi, fór alt. Trolararnir vórðu lagdir fyri teym á fjørð­ in­um og blivu seldir bíliga til bretskar keyp­ ar­ar. Tað var ein tungur dagur, tá ið hesir tveir trolararnir seinastu ferð fóru út av Trong­is­ vágs­firði. Her sum í mongum øðrum førum var tað øv­und­sjúka og vána­ligt sam­starv, og kanska eisini ov lítið fíggj­ar­ligt skil, sum end­ aði hesi trol­ara­æt­lan, sum kundi ver­ið bjarg­ að, um vilj­in var til tess. Richard hevði upp­runa­liga ver­ið í felag sam­an við brøðr­un­um Tumm­as og Herluf, og hann var tann drívandi meg­in í fyritøkuni, men har kom skilnaður í. Tann upprunaliga Thomsen fyritøkan sigldi leingi í tungum sjógvi. Men so kom seinni heimsbardagi, og ísfiskasiglingin til Bret­lands bjargaði fyritøkuni. Kolagoymslan bjargað Okkara kommunustýri yvirtók eina rættiliga stóra uppgávu frá teimum, sum sótu undan okk­um. Tað var bygging av tí nýggja skúl­an­ um. Hetta skuldi veruliga vera ein uppí­bygg­ ing til tann gamla skúlan, sum fyri langari tíð síð­ani var blivin alt ov lítil. Tað hevði verið neyð­ugt at leiga høli til skúlan. Undanfarna kommunustýrið hevði fingið gjørt tekningar og aðra fyrireiking, men vit komu at standa fyri fíggingini. Eg tingaðist við sparikassan og fekk fígging, tá kundi arb­ eið­ið byrja. Arkitekturin Hofgaard hevði gjørt tekn­ingina og stóð fyri arbeiðinum. Sam­starv­ið her var tað best møguliga. Undir undanfarna komm­ unu­stýri var havna­byggingin lið­ug. Danska sjóverjan hevði støð á Tvøroyri. Her hevði sjó­verjan eina kolagoymslu, sum fyritøkan T.F. Thomsen hevði umsjón við. Men sjó­verju­mynd­ug­leik­ar­nir kravdu, at tað skuldi gerast ein bygningur til kola­ goymslu niðri við havn­ar­lag­ið. Annars vildu teir flyta støðina inn á Skála­fjørð­in, har Valdemar Lüt­zen hevði teir bygningar, sum tørvur kundi vera á. Men hesum hevði Tumm­as Thom­sen ongan áhuga fyri. Fyri ikki at missa hetta virksemið av Tvør­ oyri legði eg uppskot fyri kommunustýrið um, at havnin lat byggja eina slíka kolagoymslu, og hetta var samtykt. Tá ið bygningurin var liðugur skuldi setast ein umsjónarmaður, og starvið varð lýst leyst. Mill­um umsøkjararnar var eisini fulltrúin hjá mær, Kis Larsen. Hetta var nú bert eitt “bein”, sum ikki skuldi taka nógva tíð. Eg helt hann vera best skikkaðan, og hann fekk starvið. Men arbeiðið gjørdist meira krevjandi, enn mett var, og Kis var ofta burtur frá. Tá mátti eg átaka mær skrivstovuarbeiði, sum ikki kundi bíða. Seinni gjørdist hann sýslumaður í Vágum. Jarðarskatturin avtikin Tað vísti seg, at fleiri sýslumenn høvdu trup­ ul­leikar við at innkrevja jarðarskatt. Skipanin var tung at umsita, og ofta gjørdu “gamlar synd­ir” tað enn meira trupult at koma upp und­an. Gunnar Dahl Olsen var tá formaður fyri sýslumansfelagið, og felagið samdist um at heita á løgtingið um at avtaka jarðarskattin. Løgtingið var ivasamt, men tað endaði, at hetta varð samtykt. Hetta var ein stórur lætti hjá sýslumonnunum. Kommunurnar kravdi eis­ini inn ein annan jarðarskatt, men hetta varð avtikið í 1963. Liðugt á hesum sinni Hetta verður so Kristian Djurhuus á hesum sinni. Í hesum 33 pørtum er eisini søgan hjá Ejl­er, son Kristian, og hjá konu hansara, Mar­ grethu, og hennara ætt inni í Heiðunum. Til­ sam­ans vildi hetta tilfar fylt eina fitta bók. Í røðini um Effersøeættina varð eisini greitt frá, tá ið Kristian avloysti Oliver Effersøe sum sam­bandstingmann fyri Suðuroynna í 1932. Sam­bandsmenn í Suðuroy hildu, at tíðin var far­in frá Oliver. Hann var kanska meira kon­ serva­tivur enn gott var. Men hann búði í Dan­ mark, og tað hava teir í Suðuroy ikki hildið vera nóg gott. Teir fingu so Kristian at stilla upp, og tað munnu teir hava hildið vera eitt hepp­ið val. Tað, sum hevur verið við í hesi røð, er ein lítil partur av tí, sum Kristian Djurhuus hevur skrivað. Her er ivaleyst av tilfari til at skriva eitt rætti­ligt verk um mannin, sum hevur fylt so nógv í føroyska samfelagnum. Verður lív og heilsa er hugsandi at tað seinni koma fleiri partar. Hetta er ein spenn­ andi og áhugaverd søga, sum okkara lesarum hev­ur dámt væl. Komandi partur: Lærarin, Johan Mortensen, var skriv­ari hjá komm­ un­uni á Tvøroyri Í komandi parti er persónlig frásøgn frá Eysturtýskland, áðrenn múrurin fall fyri júst 25 árum síðani. Goymslan hjá Marinens Kuldepot, sum tryggjaði hetta virksemið á Tvøroyri. Maðurin er Símun á Skarvanesi. Myndin er úr bókini “Fylking”. Nýpan var ein av trolarunum hjá Richard B. Thomsen.