hósdagur 13. november 2014síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 14. november 2014 · Nr. 130
18
Sosialurin Siðsøga
við Óla Jacobsen
Byrjaði
í kommunu-
politikki
Kristian Djurhuus gjørdist ein av okkara kendastu landspolitikkarum. Men hann
byrjaði í kommunupolitikki á Tvøroyri sama ár, sum sonurin Ejler varð føddur
Í
1926 varð Margretha aftur við barn, og
hesa ferð hugsaðu vit, at tað kanska fór
at gerast ein genta. Mamma, sum plagdi
at vera hjálparfólk hjá jarðarmóðrini í
Havn, bjóðaði Margrethu, at hon kundi
koma til Tvøroyrar at hjálpa til, tá tíðin kom.
Tað var Margretha takksom fyri. Hon fekk at
vita, nær Margretha var sett at eiga, og hon
kom nakrar dagar frammanundan.
Her vísti mamma ein góðan vilja, tí hon
var bangin fyri at sigla, og hon var eisini
ógvuliga ring av sjóverki.
Tá ið tað vóru gingnir tveir dagar yvir tíð
ina, helt mamma, at Margretha hevði mistik
ið seg, og at kanska einki fór at henda fyrr
enn mánaðin eftir. So leingi kundi hon ikki
lata pápa vera einsamallan heima. Men skil
hevur kortini verið í Margrethu, tí triðja dag
in vórðu boð send eftir jarðarmóðrini. Dagin
eftir kom barnið í verðina. Eg var á skriv
stovuni, tá kom mamma kom niður til mín
og segði, at nú hevði eg fingið fjórða sonin,
og so legði hon afturat: “Nú kunnu tit líka so
gott halda uppat, tí hvussu nógv børn tit fáa,
so blíva tað bara dreingir!”
Eg fór beinanvegin upp at ynskja Mar
grethu tillukku og at síggja mín lítla son.
Hann hugdi so gløggur at mær, sum um
hann var ársgamal. Hann var ikki so stórur
sum Erling, vigaði “bert” 9 pund. Erling var
tá í Porkeri hjá Lars, mammubeiggja. Honum
longdist illa at sleppa heim, men Lars hevði
“mutrað” hann við einum 25 oyra. Hetta man
vera fallið í góða jørð. Tá hann seinni var
spurdur, hvat hann hevði fingið, svaraði hann
“eitt 25 oyra”.
Beskytteren lá tá á fjørðinum. Skiparin og
nakrir yvirmenn koma á vitjan, og teir vildu
fegnir heilsa uppá Margrethu. Hetta var nóg
so tíðliga, men Margretha helt tað kortini
vera í lagi.
Ein champagnufløska varð opnað, men
mammu dámdi sera illa, at eg hevði útsett
Margrethu fyri slíkt. Mamma fór aftur til
Havnar tveir dagar eftir føðingina.
Vit bæði fóru nú at tosa um, hvat drong
urin skuldi eita. Ommurnar og abbarnir vóru
longu uppkallað, so nú stóðu vit meira frítt.
Vit hildu Ejler
vera eitt fitt
navn.
Vit gjørdu
av at hava
b a r n a d ó p
seinast í nov
ember.
Vit
bóðu umframt
æ t t a r f ó l k
næstovasta á
Beskytteren,
Wodschow,
og Benned
sen, læraran,
og Paula Dahl,
lækna, um at
vera gubbar.
Barnadóp
urin var sett
ur at vera ein
leygardag. Eg
hevði avtalað við prestin, Gulak Jacobsen, at
øll ljós í kirkjuni skuldu vera tendrað. Tað
skuldi eisini vera orgulspæl. Presturin skuldi
búgva hjá organistinum Matildu Mortensen.
Hann avtalaði orgulspælið við hana.
Tá ið vit komu í kirkjuna, gjørdust vit bilsin
av at síggja marinarar standa uppstillaðir undir
leiðslu av einum yvirmanni í forkirkjuni. Vit
vistu einki um tað frammanundan, men hetta
var ein vælvild, sum sjefurin á Beskytteren
vildi sýna okkum. Men hetta fall ikki í góða
jørð hjá Matildu, sum helt hetta vera “sikke
nakað forbannað snobbarí”, og hon noktaði
í fyrsta umfari at spæla. Men Gulak, prestur,
fekk kortini tosað hana uppí lag.
Ejler varð doyptur í øllum góðum, og aft
aná høvdu vit døgurða fyri so mongum gest
um, sum pláss var fyri.
Uppí kommunupolitikk
Í 1926 kom eg eisini upp í kommunupolitikk.
Lærarin Bennedsen, hevði fleiri ferðir sagt,
at hann helt, at tað kundi vera tiltrongt við
nýggjum kreftum í kommunustýrinum. Hann
spurdi, um eg vildi lata meg stilla upp.
Sum sýslumaður hevði eg eisini eitt ávíst
eftirlit við komm
unustýrini í sýsluni.
Eg hevði eisini rætt
at vera hjástaddur á
fundunum. Tað hevði
eg eisini gjørt nakrar
ferðir, tí hevði eg inn
lit í kommunustýrið á
Tvøroyri. Tey fyrstu
tvey árini hjá mær á
Tvøroyri sótu stór
keypmenninir Petur og
Niels Juel Mortensen
í kommunustýrinum.
Har var eisini post
avgreiðslumaðurin
Nolsøe, politisturin
Martin Christiansen
og Johanna Mortensen,
sum fyrr er umrødd í
greinini um kvinnur í
kommunupolitikki.
Petur Mortensen var formaður og leiddi
kommununa alfaðirliga. Av limunum vóru
tað bara tveir, sum tordu at vera í andstøðu,
og tey vóru Martin og Johanna.
Eg hevði ta fatan, at kommunustýrið eins
og alt annað í sóknini var roknað fyri at vera
ein privat fyritøka hjá keypmonnunum. Við
árligu skattaálíkningini býttu teir eftir egnu
meting skattabyrðuna millum skattaborgar
arnar og eisini til sín sjálvar. Víst var fíggjar
ætlanin lítil, men tað tyktist mær, at her var
ov nógv av tilvild uppi í. Hetta var heldur ikki
ókent í øðrum kommunum.
Í 1922 var kommunuval, og onkur nýggj
fólk komu inn, sum H.C. Hansen, Hans hjá
Karolinu. Hann kom við nakað av nýhugsan,
men hetta munaði bara ov lítið.
Í 1926 var aftur val, og eg lat meg stilla
upp. Tað var Bennedsen sum saman við
monnum í Froðba sum skipaði uppstillingina
av listanum, eg var á. Ein av stillarunum var
politisturin Martin Christiansen.
Tað hevði altíð verið lítil undirtøka til
kommunuval. Orsøkin var serliga tann, at
vóru fólk í skattaeftirstøðu, mistu tey val
rættin.
Serstakt kommunuval
At hetta var eitt serligt kommunuval sást í
Føroyatíðindi, sum skrivaði:
Sjældent eller aldrig har vistnok her paa
Trangisvaag et Forstanderskabsvalg i den
Grad sat Sindene i Bevægelse, som Tilfældet
var med Valget i Onsdags. At Kampen vilde
blive usædvanlig livlig, var allerede flere
Dage i forvejen klart, og selve Dagen var
Afholdshuset – hvor Valget fandt Sted – og
hvad der var at finde af Stakit i Nærheden,
prydet med et utal Plakater, hvorpaa de for
skellige Listers Tilhængere – i Vers og paa
Prosa – talte ildnende til Borgerne; det var
næsten som et af de store politiske Valgslag!
I ivrigt diskuterende Klynger saas Grupper af
Borgere overalt paa Gader og Stræder, men
henad Aften, da Valget var vel overstaaet, gik
naturligvis Medgang som Modgang op i den
højere Enhed som en – solidt underbygget –
Feststemning alene er i Stand til at skabe.
Tað vóru 248 atkvøður givnar á valinum.
Listi C fekk 68 atkvøður, valdir vóru Richard
B. Thomsen og Daniel J. Enni. Listi B fekk 62
atkvøður, valdir vóru Hans Jacob Lindberg
og Peter M. Dam. Listi B fekk 60 atkvøður,
valdir vóru Kristian Djurhuus og Daniel Joh.
Lava. Listi E fekk 32 atkvøður og Johan Mort
ensen, keypmann, valdan. Listi D fekk 26 at
kvøður og ongan valdan, sjálvt um sjálvur
Gudmundur Mortensen var stillari.
Gjørdist formaður
Á fyrsta fundi varð eg valdur til formann,
og Johan Mortensen gjørdist næstformaður.
Eg hevði annars skotið upp fyri Petur
Mohr Dam, at listarnir hjá okkum báðum
skuldu skipa ein bólk. Men hesum var hann
ikki hugaður fyri, um hann ikki sjálvur gjørd
ist formaður.
Eg hevði frammanundan boðað frá, at
eg vildi leiða kommunustýrið sakliga og
uttan at fara í part við stríðandi partarnar
á arbeiðsmarknaðinum. Men her var Petur
Mohr Dam einsíðugt í parti við arbeiðararnar.
Her vóru eisini flestar atkvøður at heinta.
Petur Mohr Dam fekk seinni sín stóra
møguleika, tá ið Mortensen fyritøkan fór
Kristian Djurhuus 33. partur
Ejler, yngsti sonur Margrethu og Kristian Djurhuus