Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-13, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. november 2014síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Fríggjadagur 14. november 2014 · Nr. 130 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Niclas Johannesen Í gjárkvøldið stóð so ein eldri maður brádliga í dur­ in­um: “Vil tú keypa ein jóla­kalendara? 100 krónur. Peng­arnir fara til at stuðla teimum, ið ikki hava so nógv, nú jólini nærkast. Tey eru mong, skal eg siga tær.” Ok, hvør verður ríkari tá? Spyr tín innari protestsangari. Men tú tegir og sigur so. “Ja, sjálvandi!” Hetta eru Føroyar og hvør vildi ikki, at okkara ríkidømi so væl varð býtt? Javnt millum føroyingar Før­ oyar. Ger so væl. Í luftini kenst kuldarák og eldri maðurin spákar víðari í grannalagnum. Sum tann góði samaritanurin á ferð millum brot og vandasker. 1984 Tíðin er. Og tíðin fer. Hvørt ættarlið syngur sín sang. Men góða ikki siga, at tað longu eru 30 ár liðin síðani hitt harrans árið 1984? Ræðslu­ árið 1984 sambært heitinum á klassisku framtíðarsøguni hjá George Orwell (skrivað í 1949), har maktgirnd og Big Brother samfelagið er al­ valdandi. Tað er ov ræðandi at hugsa tann tankan lidnan. So lat tað fara. Ja, hví ikki heldur velja at gleða seg yvir, at “1984” eis­ ini var heitið á Van Halen útgávuni við kenda lag­num “Jump”. Ja, leyp! Ameri­ kansk­ur, sorgleysur, væl­ ferð­ar rokkur, ið vildi fram her í verðini. Og tað vildi tú eisini í 1984. Leypa burtur úr hasi lorta fedranna eplaveltu og æviga køksprátinum um fiskaprísir. Tú vilt hava guitar fuzz og bankandi puls, ið kann fáa teg at gloyma alt um egningarskúrar, svart­ kjaftamaskinur á Bakkafrost og turra neytakjøtið við perlu­leyki sunnudagar á Sjó­ mans­heiminum í Runavík. Saman við tær Og so var 1984 forrestin eisini árið, tá fyrsta útgávan “Saman við tær” hjá einum klaksvíksbólki, ið kallaði seg Frændur, kom út. Satt at siga elvdi hetta ikki til tær stóru innaru ristingarnar hjá einum 18 ára gomlum glyvra­ drongi. Kanska tí her ljóðaði dekan ov nógv av legubáli og forferdiligum felagssangi, ið hótti við at toga teg niður aftur í hasa lorta eplaveltuna. Men samtíðin tekur kvørkra­ tak um teg og minnir á, at tú kanst ýla so galið tú vilt. Men tú, mín kæri vinur, ert bert ein finna í stórum talvi. Og fá eru tey, ið kenna næsta leik. Og soleiðis situr hundurin brúni brádliga eitt kvøldið og goyr eymliga í túni. Og tú? Vælsignaður sig ikki, at tú situr so fjálgt í hitanum og etur rækjur, laks og aðrar feitar sakir. Vinstra-høgra Vinstra-høgra, vinstra-høgra. Tað var rætta lagið í 80’unum. Tú vart antin vinstrumegin ella høgrumegin. Var tú ikki kapitalistur ella tað, sum verri var; so var tú ið hvussu er sosialistur ella tað, sum verri var. Frændur duldu ikki fyri, at teir sótu – líka sum teirra hjørtu – vinstrumegin borðið, meðan tú – líka sum mappan í reyvalummanum – sat høgrumegin. Íklæddir partisanturriklæði og frið­ ar­merki spældu teir til mót­mælis­tiltøk, sungu um Baby Reagan, men tagdu um Monster Mao meðan teir gingu kravgongu móti NATO og USA. Hetta merkti við øðrum orðum, at minst 50% av før­ oyingunum kendu seg ikki aftur í vinstrasinnaða hug­ sjónar­liga kjølfestinum hjá klak­s­víkingunum. Men, so løgið tað ljóðar, so kendu meira ella minni øll seg aftur í tónleikinum. Tónleikur gerst hendinga ferð so stórur, at hann slepp­ ur gjøgnum sjálvt tær minstu og mest erkvisnu meskarnar. Og júst hetta megnaðu Frænd­ur. Og júst her skær­ aðu Frændur framúr. Og júst soleiðis gjørdist hesin bólkurin føroysk fólkaogn. Teirra sangir Hvussu bar tað til? Svarið er líka so stutt, sum tað er einfalt. Teirra sangir. Frændur skrivaðu sangir, ið vóru slitsterkari enn atom­ bumburnar, øll óttaðust, fóru at leggja heimin í oyði. Við Steintór Rasmussen og brøðrunum Eyðun og Rana Nolsøe hevði tú tríggjar sang­skrivarar, sum allir á hvør sín hátt góvu sítt serliga íkast til ein av dyggastu før­ oysku sangskattunum í nýggj­ari tíð. Steintór við síni vísukendu tilgongd og sterka poetiska tevi. Eyðun, sum tann náttúr­ ligi melodimakarin. Og Rani sum tann pro­gressivi sangskrivarin og guitar­ isturin við løgum, ið ofta elvdu til mest tær spennandi pro­duktiónirnar á teirra útgávum. Tað vísti seg eisini skjótt, at Baby Reagan var bert ein evarska lítil krókur í teirra alsamt vaksandi tónlistarúmi. Her vóru føroyskir sangir um kærleika, erotik, ungdóm, tey veiku í samfelagum, evropa, fosturlandið. Føroyska samtíðin hungr­ aði eftir einum tónlistarligum samleika. Fólkið fann tað í Frænd­ um. Tríggir varðar Men svarið liggur ikki bara í sanginum. Tað liggur eisini í treytaleysu strembanini eftir góðsku. Útgávurnar “Saman við tær”, “Frændur II” og “80’ini” kunnu allar av røttum kallast varðar í føroysku tónleikasøguni og tær vóru allar útgivnar tíðarskeiðið 84- 88. “Saman við tær” (84) osar av trúgv upp á egnan mátt við treytaleysaðari framdrift, sum (næstan) bara ungfólk, ið júst traðka inn á pallin kunnu leggja fyri dagin. “Hundurin brúni”, “Minnist tú gildið”, “Kuffert” og “Lívs­ mynd” eru alt føroyskir klassi­karar skrivaðir av Stein­tór Rasmussen. Á aðru fløguni “Frændur II” (86) var stór tónlistarlig menning at hoyra – serliga á framleiðslusíðuni og sjálvari innspælingini. Frændur tókt­ ust at skilja, at skal tú skapa tað besta, so mást tú arbeiða við teimum bestu. Bólkurin var sostatt í samstarvi við rúgvu av tónleikarum; sum myndaðu føroyska tón­leik­ in um hetta mundið. Teirra millum framleiðaran Jó­ hannus á Rógvu Joensen og partvís eisini Óla Poulsen, sum settu síni fingramerkið á hesa útgávuna. Lagið “Før­ oyar” gjørdist tann stóra landaplágan saman við “Eros” (ið Terji Rasmussen hevði skrivað og eisini sang). Útgávan gav eisini rúmd fyri sangskrivara evnunum hjá Eyðuni Nolsøe, har serliga lagið “Hvítar Flykrur” (orð: Steintór, lag: Eyðun) skarar framúr. Meðan eitt lag sum “Zelot” hjá Rana Nolsøe, var tað, ið kitlaði allarmest for­ vitnu sansirnar hjá teim­um, ið vóru meira til tað pro­ gressiva. Triðja útgávan “80’ini” skuldi vísa seg at gerast út­ gávan, har bólkurin toygdi seg longri enn nakrantíð áður. Við Óla Poulsen, sum tá var við at staðfesta sítt navn sum produsari á altjóða støði, fekk henda útgávan ein serligan nútíðardám. Á hesi útgávun skrivaði Eyðun Nolsøe flestu løgini; teirra millum heitislagið “80’ini”, umframt tey bæði hittini “til tey stressaðu” og “millum mussarnar”, meðan Steintór gjørdi tekst til lagið hjá Eyðun “Dupultsong”, ið eisini gjørdist ein landaplága. Rani syrgdi framvegis fyri, at progressivi vongurin fekk sítt við íkøstum so sum “Satyagraha” og “Eg Visjón”. Endin Og meðan Baby Reagan for­seti í juni 1987 stóð við Brandenburg Gate og helt røðu við legendarisku orðun­ um “ Mr. Gorbachev tear down this wall” byrjaðu 80’ini so smátt at halla. Brátt var Berlin múrurin fallin (1989). Vinstra-høgra gjørdist ikki longur kumpassin, tú stýrdi eftir. Nú var stundin komin saman við vinum at skála eina heilsu um frið! Við stóra bankaskrædlin­ um í 1992, vóru síðstu rest­ irnar av 80’ara dustinum loksins jarðaðar við eini ikki sørt nakkalangari sjálv­rann­ sakan kring alt borðið, bæði vinstru- og høgrumegin. Sama árið góvu Frændir eisini sína fjórðu fløgu út “Mítt Land”. Við frálíkum sangum so sum heitislagnum sjálvum, “Vit Viltust”, “Uttanumtos” og “Evropasangurin” settu teir nú fleiri eksistensiellar spurningar, ið vóru meira reellir enn teir vóru retoriskir. Fløgan ber eisini boð um, at ballið er liðugt. Frændur eru tónlistarliga komnir allan sjónarringin runt. Útgávan er eitt dygdarverk, sum tó onkursvegna er tónlistarligt lop aftur til “Frændur II” heldur enn eitt lop inn í nýggj­an morgun. 30 ár seinni 1984 er søga. 30 ár saman við tær eru farin afturum. Og staðfestast kann, at Frændur og teirra tónleikur er føroysk fólkaogn. Tríggir unglingar úr Klaksvík skrivaðu søgu við at skriva sangir og at fara treystleysir eftir góðsku og ofraðu ár av teirr lívi til henda gerning. Tá ólavsøka er standa høgur sum lágur lið undir lið á sangløtu og spyrja: “Hvør verður ríkari tá Føroyar?” Tann spurningurin er líka viðkomandi nú, sum hann var tá. Og hvør veit; kanska tú finnur svarið undir einari lúku á jólakallendaranum, tú keypti í gjárkvøldið. Um ikki, kanst tú altíð spola aftur til 80’ini. Balla teg undir dýnuna. So veist tú, tað hjálpir at syngja eitt lag. So veitst tú tað hjálpir at syngja eitt lag Tú vaknar, men vilt bara balla teg inn henda sunnumorgunin í november. Tú gníggjar rustin úr eygunum, kagar upp í himmalin og sært eina likku sveima morgundølska yvir húsatekjum. Hvat sær hon? Føroyar? So eiggilig og gomul?