Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-13, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. november 2014síða 28

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 14. november 2014 · Nr. 130 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Tróndur Arge – Athen Alt er róligt í góðveðrinum í Athen í Grikkalandi. Allir 21 spælararnir í hópiunum eru uttan skaða og tað er einki ivamál undan dystinum. Lands­liðsvenjarin hevur boðað frá, at spælararnir, ið spældu móti Ungarn, fáa møgu­leikan aftur. – Eg taki útgangsstøði í tí liðnum, sum spældi móti Ungarn. Avrikið var somikið gott, at teir hava uppiborið at byrja inni aftur, sigur Lars Olsen, men leggur afturat. – Tað er kanska á einum plássið, har eg umhugsi at gera broyting, men eg vil ikki koma nærri inn á hvar tað er, sigur Lars Olsen. Føroyska landsliðið spældi ein góðan dyst móti Ungarn á Tórsvølli í farna mán­aði. Hóast vit taptu 1-0, so høvdu vit bóltin meiri enn mót­ støðuliðið. Tað er ikki oftari enn so, at tað er til­feldið. Hinvegin, so høvdu vit ilt við at skapa mál­møgu­leikar, og tað er helst her at Lars Olsen hugsar um at blanda kortini. Møguleikarnir hjá Lars Lars Olsen hevur fyrr havt gott eyga á Gilla Sørensen, sum kann geva liðnum eitt sindur av ferð, ið manglaði móti Ungarn. Her er ein møguleiki, at Lars Olsen velur at blanda kortini, so at Sølvi Vatnhamar endar uttan­fyri, men hann spældi somikið væl móti Ungarn, at tað verður torført at rætt­vís­ gera. Tá kundi eitt nú Christian L. Holst enda á høgra vongi í mun til á vinstra vongi móti Ungarn, meðan Gilli Søren­ sen kemur á vinstra vongin, har uppgávan verður at renna aftur um verjuni hjá grikk­ um. Í fótbólti verður mang­an sagt, at ein verja, sum ræðist ferðina hjá einum spælara á mótstøðuliðnum dett­ur nakrar metrar longur aftur á vøllin. Umframt tað, so hevur Gilli Sørensen eitt langt innkast, ið kann skapa vanda­støður í brotsteiginum hjá Grikkalandi. Við at senda eitt nú Sonna Ragnar Natte­stad við í álop, so kunnu okk­ara skapa órógv og hvør veit – mál. Tað er ongin ivi um, at Gilli Sørensen hevur egin­ leik­arnar, sum ein føroyskur vongur skal hava. Við tíðini, um hann heldur fram við at menna seg, so verður hann ein natúrligur partur av lands­liðnum. Tíverri tykist hann ikki verða mentur nak­ að seinastu árini. Hann fekk lítið burturúr árið hann var í B36, meðan hann ikki tykist verða í tonkunum hjá Kent Nielsen í AaB. Skað­ar hava eisini gjørt sítt, men vón­andi finnur skjóti tvøra­maðurin fótafesti sum yrkis­spælari, tí hann kann blíva grundin undir einum meiri vanda­ mikl­um føroyskum álopi. Hinir møguleikarnir Í verjuni hevur Lars Olsen inn­kallað Odmar Færø aftur. Lands­liðsvenjarin tykist hava gott eyga á mið­verj­ anum hjá B36, men eisini her verð­ur torført at rættvísgera at koyra Atla Gregersen á bonkin. Liðskiparin hjá Víkingi hevur verið ein kærkom­in rødd í aftastu rekkju. Spælarar hava víst á, at tað í onkrum av hinum dystunum hevur manglað ein rødd í aftastu rekkju, sum kann stýra liðnum. Tann parturin er komin upp á pláss við Atla Gregersen, men við liðskiparanum hjá Víkingi ber ikki til at flyta liðið longur fram á vøllin, sum Lars Olsen ann­ars tykist hava eitt ynski um. Í dyst­ inum móti Norður­írlandi í Belfast hevði Sonni Ragnar ov góðan hug at reika í mið­ verjuni og tað ber ikki til, tá hann skal spæla saman við Atla. Hetta riggaði betri móti Ungarn og vónandi hava teir báðir funnið stevið til dystin móti Grikkalandi. Tveir aðrir, sum hava byrj­ að inni fyrr í hesi EM undan­ kappingini, eru Róaldur Jakobsen og Pól Jóhannus Justinussen. Róaldur hevur evn­ini at stýra einum dysti við sínum neyvu av­ lever­ingum og góða yvir­ blikki, meðan Pól Jóhannus Justinussen hevur krops­ styrk­ina til at vinna nógvar tvídystir. Felags fyri báðar er tó, at teir ikki hava tikið av møgu­leikanum í dystunum har teir byrjaðu inni. Róaldur Jakobsen mundi helst gera eina fimm feil­ avlevering, áðrenn hann fann ein føroyskan við­spæl­ ara. Hann tóktist fjáltur­ stung­in fyrstu minuttir Spæl væl og tú fær kjansin aftur Tað eru boðini frá Lars Olsen undan landsdystinum í kvøld móti Grikkalandi. Helst verða tað teir somu ellivu, sum spældu móti Ungarn, ið fáa møguleikan aftur í kvøld