hósdagur 13. november 2014síða 29
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Fríggjadagur 14. november 2014 · Nr. 130
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
fótbóltur
móti Finnlandi og í seinna
hálvleiki mátti hann út við
skaða. Róaldur verður lands
liðsspælari í fleiri ár afturat,
men enn er ov tíðliga at
tveita hann fyri leyvurnar.
Pól Jóhannus Justinussen
var eitt vónbrot í dystinum
móti
Grikkalandi.
Hann
tykist ikki hava somu megi
og styrki, ið hann hevði tá
hann spældi við AaB og Valur
í Íslandi. Eitt vánaligt hálvt
ár í EB/Streymi hevur heldur
ikki givið honum nógv. Pól
Jóhannus er annars ein
góður spælari at seta inn til
dystirnar, tá vit spæla nógv
um á kropsstyrkina og hann
kann órógva í brotsteiginum
hjá hinum – hóast hann
sjáldan er vandamikil.
Eru ikki vandamiklir
Størsti trupulleikin í hesi
undankappingini
hevur
verið, at okkara eru ikki
vandamiklir í álopsstøðu.
Tað er ikki nógv, sum bend
ir á hetta verður loyst á
Georgios Karaiskakis leik
vøllinum í Piraeus í Grikka
landi.
Í tíggju dystum í HM 2014
undankappingini fingu vit
fýra mál. Bara eitt av teimum
kom á útivølli. Tað var móti
Kasakstan. Hesa ferð hava
vit fingið eitt mál í trimum
dystum og tað kom á heima
vølli.
Sostatt hevur Lars Olsen
bara fingið eitt mál í seks
dystum á útivølli, sum lands
liðsvenjari hjá Føroyum. Til
samanberingar
fingu
vit
seks mál í EM 2012 undan
kappingini, har av trý av
teimum komu á útivølli.
Málúrtøkan hjá Brian Kerr
var eisini fimm mál betri,
meðan mótstøðan hjá Lars
Olsen var sterkari. Hetta er
ein trupuleliki, sum vit mugu
finna eina loysn upp á skjótt.
Sigfríður
Clementsen,
venjari hjá Víkingi, hevur
verið ein av kritikkarinum
av núverandi landsliði. Í Sjá
sendingini hjá Kringvarp
inum setti hann millum
annað spurningin – hví eru
miðverjarnir afturi í verjuni,
tá vit hava innkast og kunnu
tveita tey langt inn í brots
steigin?
Tað var ein tíð, tá okkara
vóru sterkir upp á deyð
bóltar, men av málunum
undir Lars Olsen, so er bara
tað eina komið upp á deyð
bóltar. Tað var málið hjá
Rógva
Baldvinsson
móti
Svøríki, sum kom eftir langt
innkast.
Við samansetingini av
Fróða Benjaminsen, Halli
Hansson og Brandi H. Olsen
á miðjuni, hava vit tríggjar
miðvallarar, sum allir kunnu
skjóta mál. Vónandi finna vit
eina loysn, har teir sleppa at
royna seg við skoti upp á
mál.
Mugu enda væl
Hetta er seinasti dysturin í
hesum árinum. Tann fjórði
í hesi undankappingini og
higartil manglar úrslitið. Vit
taptu greitt 3-1 fyri Finnlandi
á Tórsvølli í fyrsta dystinum,
men avrikið bleiv gloymt
burtur, tí vit vóru á odda so
leingi í dystinum.
Bæði venjarar og spælarar
hava roynt at rættvístgjørt
tapið í Belfast, sum kundi
verið nógv størri enn 2-0,
tí okkara fáa brotsspark
og spæla ein góða seinna
hálvleik – tó uttan at verða
vandamikilir.
Besti dysturin er uttan iva
heimadysturin móti Ungarn,
sum vit tó taptu 1-0. Spæl
arar og venjarar siga eitt fan
tastiskt avrik, meðan meiri
kritiskar røddir siga, at talan
var um eitt vánaligt landslið,
sum var á vitjan og tí skuldu
okkara havt skapt meira í
dystinum.
Hetta er so seinasti dyst
urin í ár, áðrenn ein langan
vetrar steðg, sum skal brúk
ast til at fyrireika menn til
landsdystin móti Rumenia í
mars mánaði.
Bæði spælarar og venj
arar lovaðu, at avrikið niðri
í Eysturríki fyri tveimum
árum síðani aldrin skuldi
henda aftur. Tá tapu vit 6-0
í mars mánaði og fyrireik
ingarnar til dystin vóru ikki
nóg góðar. Vónandi kann
eitt gott úrslit í Grikkalandi
trygga góðan arbeiðshug til
ein harðan vetur.
trondur@sosialurin.fo
Føroyar
Málverjar:
Gunnar Nielsen, Motherwell (SCO)
Teitur M. Gestsson, HB Tórshavn
Tórður Thomsen, B36 Tórshavn
Verjuleikarar:
Jónas Tór Næs, EB/Streymur
Viljormur Davidsen, Vejle BK (DEN)
Atli Gregersen, Víkingur
Sonni Ragnar Nattestad, AC Horsens (DEN)
Odmar Færø, B36 Tórshavn
Hanus Jacobsen, Víkingur
Miðvallarar:
Fróði Benjaminsen, HB Tórshavn
Gilli Sørensen, AaB Ålborg (DEN)
Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ Runavík
Róaldur Jakobsen, B36 Tórshavn
Kaj Leo í Bartalsstovu, Levanger FK (NOR)
Christian Lamhauge Holst, Fremad Amager (DEN)
Hallur Hansson, Víkingur
Brandur H. Olsen, FC København (DEN)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Framherjar:
Klæmint A. Olsen, NSÍ Runavík
Arnbjørn Hansen, EB/Streymur
Jóan Símun Edmundsson, HB Tórshavn
Venjari: Lars Olsen
grikkaland
Málverjar:
Orestis Karnezis (Udinese, ITA), Panagiotis Glykos (Paok,
GRI), Stefanos Kapino (Mainz, TÝS)
Verjuspælarar:
Vasilis Torosidis (AS Roma, ITA), Sokratis Papastahopoulos
(Dortmund, TÝS), Avraam Papadopoulos (Trabzonspor,
TUR), José Holebas (AS Roma, ITA), Vangelis Moras
(Verona, ITA), Kostas Manolas (AS Roma, ITA), Nikos
Karabelas (Levante, SPA), Michalis Bakakis (AEK, GRI)
Miðvallarar:
Alexandros Tziolis (PAOK, GRI), Giannis Maniatis
(Olympiakos, GRI), Lazaris Christodoupolous (Verona,
ITA), Panagiotis Kone (Udinese, ITA), Kostas Fortounis
(Olympiakos, GRI), Andreas Samaris (Benfica, POR), Charis
Mavrias (Sunderland, ENG), Petros Mantalos (AEK, GRI)
Áleyparar:
Dimtris Salpingidis (PAOK, GRI), Theofanis Gekas
(Belediyespor, TUR), Stefanos Athanasiadis (PAOK, GRI),
Nikos Karelis (Panathinaikos, GRI)
Venjari: Claudio Ranieri
Myndir: Hans Erik Dnielsen/FSF
Landsliðsleikararnir
venja í Grikkalandi