hósdagur 13. november 2014síða 30
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 14. november 2014 · Nr. 130
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
fótbóltur
Fróði í søgubøkurnar:
Tróndur Arge – Athen
Hann sigur ikki altíð so nógv.
Hann er siðiligur tá hann
svarar og heldur seg innan
fyri øll mørk. Á vøllinum
sigur hann heldur ikki altíð
so nógv, men hann gongur
á odda, tá tað skal stríðast.
Hann er ikki bangin fyri at
fara um mark og seta seg í
respekt, sum tað verður rópt
á fótbóltsmáli.
Hann er 36 ára gamal
og hevur spælt á føroyska
landsliðnum síðani aldar
skiftið. Hann er føddi liðskip
arin og svongdin at vinna
fótbóltdystir mettast ikki.
Fróði Benjaminsen spælir
í dag landsdyst nummar 83
fyri Føroyar, og tað er met
saman við Óla Johannesen.
Hevði ikki trú tí
Í samfull 15 ár hevur Fróði
Benjaminsen verið fastur
maður í landsliðshópinum.
Hóast úttøkurnar eru farnar
væl upp um tey áttati, so
er heiðurin framvegis tann
sami.
– Tað er líka mikið um
tað er landsdystur nummar
fimm ella 83. Tað hevur altíð
verið ein heiður at verið á
føroyska landsliðnum. Tað
skal eisini vera ein heiður,
at blíva úttikin til føroyska
landsliðið,
sigur
Fróði
Benjaminsen á sínum altíð
róliga máli, tá hann tosar við
fjølmiðlarnar.
Tað stóð ikki skrivað sum
yngri, at Fróði Benjaminsen
sum 36 ára gamal skuldi
koma upp á 83 landsdystir.
Hann hevur fyrr luftað
tankan um at gevast, men
aftur hesa ferð er Fróði
Benjaminsen fyrsta navnið
á taktikktalvuni hjá einum
føroyskum landsliðsvenjara.
– Hevði tú spurt meg
fyri nøkrum árum síðani, so
hevði eg ikki trú at eg fór at
spæla landsdyst nummar
83, sigur Fróði Benjaminsen,
sum á fyrsta sinni var úttikin
til landsliðið í 1999.
Kritikkur og
fantastiskir áskoðarar
Mangan
hevur
føroyska
landsliðið verið fyri kritikki
frá bæði fjlømiðlum og van
liga fólkinum. Hesi seinastu
15 árini heldur Fróði, at
kritikkurin til tíðir hevur
verið ov harður mótvegis
føroyska landsliðnum.
– Eg haldi at kritikkurin er
blivin harðari við tíðini. Fólk
eru blivin vand og vilja hava
meiri. Tað hava tey eisini
sín rætt til, men vit fara á
vøllin hvørja ferð fyri at gera
okkara besta. Tað eydnast
bara ikki altíð, men soleiðis
er tá tú ert ein lítil tjóð móti
teimum stóru, greiðir Fróði
frá, sum onkuntíð hevur
ivast í um hann skal blíva við
at brúka so nógva tíð upp á
fótbóltin.
– Tað hava verið dagar,
har kritikkurin hevur verið
nógvur og tað ikki hevur
verið so stuttligt, at eg havi
hugsa um, um eg tími hetta,
sigur Fróði Benjaminsen.
Eitt, sum av álvara hevur
givið Fróða hugin at halda
fram at spæla landsdystir, er
»hardcore« fjepparnir, sum
hava fingið gott lív í Tórsvøll
seinastu dystirnar.
– Tað er fantastiskt, at teir
Lands
dystur
nummar 83
Fróði Benjaminsen
í dysti móti Nicolas
Anelka og Fraklandi
á Tórsvølli
Mynd: Álvur Haraldsen
Fróði Benjaminsen spælir fríggjakvøldið sín landsdyst nummar 83 fyri føroyska
landsliðið. Sostatt er hann nú ájavnur við Óla Johannesen, sum hevur metið. – Tað hevur
altíð verið ein heiður at verið á landsliðnum, sigur liðskiparin á landsliðnum
Mynd: Álvur Haraldsen