hósdagur 13. november 2014síða 31
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Fríggjadagur 14. november 2014 · Nr. 130
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
fótbóltur
eru har. Sjálvt um tað ikki er
fult av áskoðarum, so gera
teir stóran mun og fáa lív í,
sigur Fróði Benjaminsen.
Tenninar hjá Gallas
Fróði er ikki serliga góður
til at minnast dystir. Málini
eru blivin seks í tali, men tað
knípir at minnast øll.
–
Eg
hevði
onkuntíð
ynskt, at eg mintist betri
dystirnar eg havi spælt.
Beint nú minnist eg ikki øll
málini, sjálvt um tey ikki eru
so nógv í tali. Men hugsi eg
meg um eina løtu, so minnist
eg øll, sigur Fróði, meðan
eyguni leita í allar ættir sum
hann hugsar.
– Eg veit ikki um tað
hevur verið nakar serligur
dystir, men teir dystirnar tá
vit hava fingið stig minist eg
best. Kanska minnist eg best
tveir teir fystur dystirnar
eg var við, men ikki slapp
inn. Tað vóru tveir javnleikir
móti Skotlandi og Bosnia-
Hersogovina á Toftum, sigur
Fróði Benjaminsen.
Hóast Fróði ikki er so
sinnaður at tosa um tað, so
verður hann av øðrum mang
an mettur sum ein harður
spælari, ið ikki er bangin
fyri at seta seg ígjøgnum við
taklingum og onkrum ein
stakum alboga. Sjáldan er ein
spælari blivin óðari av Fróða
Benjaminsen enn franski
miðverjin, William Gallas.
– Vit fóru eftir einum
bólti og eg kom so til geva
honum ein alboga. Ein tonn
hjá honum stóð eftir í arm
inum hjá mær. Tað var ikki
við vilja, men hann var ikki
blíður aftaná, greiðir Fróði
Benjaminsen frá, sum sjálvur
mátti seymast í arminum av
hendingini.
84?
Heldur Fróði Benjaminsen
fram at spæla, so er sannlíkt
at hann eisini spælir lands
dyst nummar 84, tá føroyska
landsliðið spælir í Rumenia í
mars mánaði. Hesa støðuna
hevur toftamaðurin tó ikki
tikið støðu til enn.
– Nú fari eg fyrst at spæla
hendan dystin. Eg havi ikki
tikið avgerð til komandi
kappingarár, men Lars Olsen
og Jóannes Jakobsen hava
dugað væl at yvirtalað meg
til at halda fram higartil,
sigur Fróði.
Árini eru blivin 36 og
avgerðin um at halda fram
blívur torførari fyri hvørt ár.
Hóast Fróði ikki vil siga tað
sjálvur, so tykist tað sum um,
at hann hevur kroppin og
evnini at halda fram sum fót
bóltsspælari í eina tíð aftuat.
Hann hevur eisini tann
eginleikan, at hann kann
flyta aftur í miðverjuna at
spæla, eins og hann gjørdi
í einasta dystinum í hesum
kappingarárinum fyri HB.
Her verður hann ikki eins
nógv útsettur, sum hann er
á miðjuni.
Fróði Benjaminsen verður
aftaná dystin móti Grikka
landi 36 ár, sáttmálaleysur
og met-maður í føroyskum
landsliðshøpi – men okkurt
bendir á, at liðskiparin ikki
spælir sín seinasta dyst í
kvøld.
trondur@sosialurin.fo
Eg hevði onkuntíð
ynskt, at eg mintist betri
dystirnar eg havi spælt
Fakta:
Navn: Fróði Benjaminsen
Føddur: 14. desember 1977 (36 ár)
Landsdystir: 82
Debut: Føroyar - Ísland 18. aug. 1999
Landsliðsmálini: 6
1: Føroyar - Likinstein 3-1 (21. august 2002)
2: Føroyar - Malta 3-2 (18. august 2004)
3: Ísland - Føroyar 1-2 (22. mars 2009)
4: Føroyar - Estland 2-0 (7. juni 2011)
5: Serbia - Føroyar 3-1 (6. september 2011)
6: Kasakstan - Føroyar 1-2 (6. september 2013)
Fríggjadagin 14. november, kl. 19.45
Undankappingardystur - Stadio Georgios Karaiskakis, Piraeus
grikkaland
vs føroyar
– Nú fari eg fyrst at spæla hendan dystin. Eg havi ikki tikið
avgerð til komandi kappingarár, men Lars Olsen og Jóannes
Jakobsen hava dugað væl at yvirtalað meg til at halda fram
higartil, sigur landsliðs liðskiparin, Fróði Benjaminsen
Ein tonn hjá franska
William Gallas stóð eftir
í arminum hjá Fróða
Savnsmynd
ein fyrimynd
Jónas Tór Næs:
– Fróði er heilt ótrúliga
raskur. Hann er týdningar
mikil fyri landsliðið og fyri
HB. Líka síðani eg kom
á landsliðið hevur hann
verið ein fyrimynd og ein
spælari, sum tú hevur sæð
upp til. Hann er stillur
sum persónur, men hann
kann eisini langa nevan
í borðið og siga nøkur
álvarsorð við menn. Ella
koma við eini harratakling
bæði í dysti og til venjing,
sigur høgri bakkurin á
landsliðnum og leggur afturat.
– Eg minnist væl, tá Fróði trekti tenninar úr
Willam Gallas. Eg haldi hann gav honum albogan og
fert tú at leita í alboganum hjá Fróða, so finnur tú
eina tonn onkustaðni har. Willam Gallas bleiv púra
svakur, men Fróði fekk eisini mein av hendingini.
Soleiðis er Fróði, hann gevur og tekur, greiðir Jónas
Tór Næs frá.
Atli Gregersen:
– Fróði hevur verið ein fantastiskur umboðamaður
fyri føroyskan fótbólt. Eg havi tí størstu virðingina
fyri honum. Hann umboðar eisini tað DNA’ið, sum vit
seta í samband við føroyskan fótbólt. Hann stríðist
altíð og var eg súrur tí vit tapu í venjing, so er hann
dupult so súrur. Hann er somuleiðis ein fantastiska
deiligur persónur at vera saman við. Hann gevur altíð
tað, sum hann hevur. Tú kanst kjakast um hann er
tann besti fótbóltsspælarin vit hava havt, men hann
er tann, ið hevur leverað mest javnt yvir øll árini. Tú
veist hvat tú fær frá honum hvørja ferð. Tað er ein
fantastiskur eginleiki, at kunna levera tá tú skal, sigur
Atli Gregersen um liðskiparan, sum ikki smæðist
millum stóru stjørnurnar.
– Eg minnist tá vit spældu móti Serbia í Beograd.
Dejan Stankovic, sum tá spældi við Inter Milan,
spældi sín landsdyst nummar hundrað. Teir máttu
skifta hann út í hálvleikinum, tí tá hann hevði hann
sparkað eftir Fróða tríggjar ferðir, tí Fróði hevði
provokera hann og var omaná í kropsligu tvídyst
unum. Soleiðis bleiv jubleum dysturin hjá honum
oyðulagdur av hesum fitta toftamanninum, greiðir
Atli Gregersen skemtiliga frá og leggur afturat, at
Fróði faktist skoraði eitt flott mál í tí dystinum.
Lars Olsen:
– Hann er ímyndin av DNA-inum av føroyskum
fótbólti. Hann er ein sannur kempari, sum aldrin
gevur upp. Hann rennur og stríðist allan dystin.
Hóast hann er blivin 36 ára gamal, so er hann kanska
tann, ið rennur mest. Hann er ein vinnari, sum altíð
gongur á odda, sigur Lars Olsen og leggur afturat.
– Vit ynskja sjálvandi, at Fróði Benjaminsen
heldur fram at spæla. Nú skulu vit hava eitt prát við
hann á túrinum, tí sáttmálin hjá honum við HB er
útgingin. Hann er ikki bara týdningarmikil á vøll
inum. Uttanfyri vøllin hevur hann stóran týdning og
serliga er tað hugburðurin hjá honum, sum smittar
av. Eg ynski, at hann heldur fram við at spæla fótbólt
komandi ár. Harvið ikki sagt, at hann er sjálvskriv
aður á liðnum, men hann er kropsliga í stand til at
halda fram við at spæla, sigur Lars Olsen at enda.
Mynd: Hans Erik Dnielsen/FSF
Mynd: Hans Erik Dnielsen/FSF
Mynd: Hans Erik Dnielsen/FSF