hósdagur 13. november 2014síða 36
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
7 • 14. november 2014
Spælir sær
við yrkið
at lýsa
menniskju
Býtt at hava
kynsuppbýttar leikur
Bláa og reyða partisanturriklæðið hjá foreldrunum
brúktu Sofía og vinmaðurin til at spæla Superman
og Batman við. Sofía spældi ofta við dreingir, nógv
syskinabørn eru dreingir, og eisini hava vinfólkini
hjá foreldrunum átt dreingjabørn. Sofía fekk bæði
Nintendo, og eina “Super- sucker” vatnbyrsu. Tey
spældu dreingjaspøl og ymisk bóltspøl.
“Men eg havi ikki spælt kríggj,” sigur Sofía “mest
tí at eg ikki dugdi at gera ljóðini av vápnunum, men
nú tá eg hugsi aftur á tað, er tað púra ørt, at børn
spæla kríggj, men tey spegla jú sjálvandi bara tann
heimin, vit búgva í.” Ikki fyri tað, Sofía hevur eisini
spælt við sokallaðar gentuleikur og hevur bæði átt
eina babyborn dukku, barbiedukkur og brúðarkjóla,
sum hon bæði spældi við og svav í, í eina heila viku.
Og einaferð ynskti hon sær ein dustsúgvara og kúlur.
“Pillbýtt at fáa dustsúgvara og kúlur……so skal man
ganga har og dustsúgva kúlurnar”. Sofía heldur, at
tað at kynsuppbýta leikur er nakað fjas, og eisini tað
at býta upp í litir, dreingjalitir og gentulitir. “Og hví
kunnu dreingir t.d. ikki tað sama sum gentur sleppa
at hava neglalakk? – Sum genta kann man vera
prinsessan ella tann neyðstadda, sum kann verða
bjargað av tí stóru og sterku superhetjuni ella av
prinsinum, sum aldrin kann gráta og vísa kenslur. Eg
sakni kvinnuligu superhetjuna, og her meini eg ikki
wonderwoman við stóru bróstunum og lítlu miðjuni,
ella catwoman í strømmum leðri, hvørs superkreftir
tykjast at vera at forføra menn. Og eg sakni eisini
mannligu superhetjuna, sum kann annað enn at
skrappa sær. Sofía heldur, at í staðin fyri at uppdraga
børnini við patriarkalskum stereotýpum, so hevði tað
verið gott at latið børnini velja sjálvi.
At veksa upp
nær náttúruni ger
nakað serligt við fólk
“Tað var mega feitt at flyta heim” sigur Sofía um
hendingina, tá hon 9 ára gomul flutti til Føroyar
og byrjaði í 4. flokki. “Tað er deiligt at vaksa upp í
Føroyum. Í Danmark hevði eg ein bakgarð at spæla í
og í Føroyum slapp man at renna úti á bønum til langt
út á náttina, og vit kundu ganga túrar í fjøllunum og
vitja ommur og abbar á Skála og í Klaksvík”. Sofía
fekk sera góðar vinir beinanvegin og treivst væl.
“Tað at vaksa upp so nær at náttúruni ger nakað
serligt við fólk. Um vit t.d. tosa um list, so haldi eg
meg síggja nakað serstakt í føroyskum listafólki.
Vit eru eitt so lítið land og hava so ótrúliga nógv
dugnalig listafólk. Eg føli sjálv, at hvørja ferð eg havi
verið og vitjað í Føroyum, komi eg niðir aftur full av
listarligum íblástri”.
Sjálv veit Sofía ikki, um tað er umskiftiliga veðrið
ella tað at man alla tíðina sær sjónaringin. Tað at
man er so avbyrgdur, ella kanska okkurt annað, í
øllum førum er okkurt við føroyska landslagnum,
sum setir lívið og deyðan í perspektiv. “Tað er hendan
inspiratiónin, sum er so fantastisk!” sigur hon við eini
rødd, sum er full av eldhuga.
Til drama
saman við mammu
Sum 10 ára gomul byrjaði Sofía at ganga til drama,
hon spældi eisini fótbólt, badminton, kurvabólt og
gekk til klaver. Men sjónleikur fór so við og við at fylla
meir, so hini áhugamálini vórðu spakuliga vald frá.
Frá hon var 11-16 ár gekk hon á Dramaverkstaðnum
hjá Hjørdis Johansen. Eitt árið gingu mamman og
hon á sama holdi. ”Fantastiskt at uppliva mammu
sína soleiðis, dramavenjingar lata upp fyri eini síðu
av fólki, sum man ikki er vanur við. Tað hendir
okkurt, tá vaksin fara at spæla krógvi blunda og pikk.
Tað er lívsjáttandi, og man flennir nógv og sleppur
fasadunum, tá man spælir saman. Dramavenjingar
eru stuttligar og hjálpsamar fyri nógv ymiskt í
lívinum,” sigur Sofía smílandi.
Eitt syskinabarn hjá Sofíu helt, at hon skuldi
fara til auditon í Sjónleikarhúsinum, og soleiðis
vildi tað til, at hon kom at spæla við í tveimum
Fyrikomandi, spent og væluppløgd trínur Sofía
Nolsøe Mikkelsen fram á skype-skíggjanum, sminkan
er løgd, tí um eina løtu fer hon á pallin við síni
grundútbúgving í at vera menniskja. hesuferð spælir
hon hárfríðkari í yrki sínum sum sjónleikari
Vár Berghamar Jacobsen