Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-13, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. november 2014síða 37

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 7 • 14. november 2014 leikum, bæði sum Pena Lena í leikinum “Kúlla Knút” og seinri  sum leyva í leikinum “Fólk og dólgar í Kardamummubýnum”, sum Elin á Rógvi leikstjórnaði. Og um sama mundið spældi Sofía við í Leikhúsjólum í Sjónleikarhúsinum. Nervapirrandi at hoyra postboðið koma upp gjøgnum trappurnar Upprunaliga kom tað ikki Sofíu til hugs at gerast yrkissjónleikari. Tó hevði hon stóran áhuga fyri at arbeiða við menniskjum, fyri sálarfrøði og antropologi og samstundis eisini fyri jura og økonomi. Men sum 20 ára gomul avgjørdi Sofía, at hon vildi søkja inn á sjónleikarskúla. “Tað var ein hørð process. Eg brúkti alla mína tíð og pengar upp á at venja ein tekst, sum skuldi vara í tríggjar minuttir til upptøkuroyndina. Men eg vildi inn.”  Og í 2007 kom Sofía inn á Statens teaterskole í Keypmannahavn.  “Tað var fantastiskt og ekstremt mennandi.” Her fekk Sofía eina grundútbúgving í at vera til. Hon fekk sangundirvísing, taluundirvísing, fysioterapi, og dramatímar við fantastiskum undirvísarum. Ein tann mest sermerkti unvirvísarin var ein russi, sum lærdi tey um arbeiðsháttin hjá Stanislavskij (Stanislavskij metoduna), sum snýr seg um at innliva seg í leiklutin. Í hesum tíðarskeiðnum vóru næmingarnir uniformeraði í svørtum klæðum uttan smúkkur og annað prýði. Øll vóru eins ílatin og kundu sammetast við veggir, har ymiskt kundi heingast á.  Tey arbeiddu sera nógv og leingi hvønn dag hetta tíðarskeiðið. Tey fingu til uppgávu at velja eina síðu úr skaldsøguni hjá Dostojevskij,  sum eitur “Forbrydelse og straf”. Burturúr hesi einu síðuni skuldu tey so gera hvør sín leik. Fyrstu ferð Sofía framførdi sín leik, vardi hann í 5 minuttir. Men við at brúka arbeiðsháttin hjá Stanislavskij gjørdist leikbrotið 40 minuttir til longdar.  Hesin undirvísarin fekk Sofíu at fara nágreiniliga inn í allar kenslur og rørslur.  Tí hvussu andar man, um man hevur fepur, og hvussu kennist húðin, hvussu ristist man av fepuri, og hvussu tosar man. Soleiðis kundi Sofía nú fara niðir í minstu smálutir fyri at lýsa hetta menniskjað, sum hevði fepur, til fulnar.  “Vit skuldu eisini føra eina dagbók, har vit lívvirkisligt (fysiologiskt) skrivaðu niður, hvussu alt møguligt ymiskt kendist, sum t.d., hvussu kennist tað at ganga upp gjøgnum trappurnar við tungum innkeypsposum, hvat hendir, um tú verður bangin, hvat hendir við andadráttinum, og hvar í búkinum situr andadrátturin, tá tú verður bangin. Hvat hendir við hondunum, tá tú ert bangin, verða tær vátar í sveitta? Ella t.d. hvat hendir, tá tú bustar tenn?” Hetta er ein háttur, sum verður nógv brúktur í filmum og eisini á sjónleikarhúsum á okkara leiðum. Hervið lærir man sum sjónleikari ein hóp um tað at vera menniskja og hvussu man kann lýsa ymisk menniskju, ymsar kenslur og ymsar lagnur. Millum fyrsta og annað árið fóru sjón­leikara­næm­ ingarnir til Italia á skeið og hittu har næmingar frá øðrum evropiskum sjónleikaraskúlum: Italienarar, týskarar, danskarar og fólk úr Bretlandi. Tað var sera spennandi at hitta hesi fólkini og síggja, hvussu ymisk tey vóru, og hvussu ymiskir sjónleikaraskúlarnir í teim ymsu londunum vóru. Á skúlanum fekk man avbjóðingar við stórum leiklutum, m.a minnist Sofía aftur á, tá hon  spældi leiklutin sum Fedra í eini Jon Fosse útgávu  og Violu í Shakespeare leikinum um trettanda kvøldið jóla.   Leiklutir til kvinnur Siðani Sofia varð liðug við útbúgvingina sum sjón­ leikari í 2011, hevur hon havt eitt ávíst tilknýti til Folketeatret, og stjórin hevur nýliga ringt aftur til Sofíu fyri at bjóða henni leiklutin sum Ester í leikinum “Indenfor murene”. Longu nú eru plakatir at síggja runt um í býnum við hesum teksti: “Stjernebesætning: Ghita Nørby, Preben Kristensen, Waage Sandø, Nikolaj Kopernikus, Sofía Nolsøe. “Øll hini eru mega kend, men eingin kennir meg,” sigur Sofía flennandi, nú hennara navn telist millum hesi sera vælkendu sjónleikaranøvnini í Danmark. Myndir: Álvur Haraldsen