hósdagur 13. november 2014síða 38
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
7 • 14. november 2014
6
mentanarsíðan
Barna
Beinta Johannessen
Bøkurnar hjá Helle eru spennandi at
lesa, samstundis sum tær taka upp
álvarsom evni. Og triðja bókin er onki
undantak í so máta, hvørs serliga evni
er um trongskygni og um sálarligar
trupulleikar, ið børn kunnu dragast
við.
Vit fylgja høvuðspersónunum
Barbaru og Bergi og vinfólkum teirra,
meðan tey royna at loysa gátuna
um, hvør tað er, sum hevur verið í
smáttuni á Ternuryggi. Tey kenna
ongan, sum roykir, og kortini finna
tey eina skál við sigarettstubbum
á borðinum í smáttuni, og tá hetta
endurtekur seg, mugu tey fáa greiði á,
hvat hetta er.
Samstundis fáa børnini ein hvøkk,
tá Jóhanna ein dagin svímar, meðan
tey svimja. Hon verður innløgd fyri
etingarólag, og onkur má hjálpa
teimum at skilja, hvat hetta er, og
hvussu tey kunnu hjálpa Jóhannu.
EIN UPPLIVING
Sjálv sigur Helle, at endamálið við
bókunum fyrst og fremst er at geva
lesarunum eina uppliving, eina
spennandi og stuttliga løtu, meðan
lisið verður, men eisini okkurt at
hugsa um.
– Lokaða landið leggur upp til kjak
um støðuna hjá teimum sálarveiku,
um etingarólag, og sum heild um fólk,
sum ‘vit’ halda eru øðrvísi. Alt er ikki
altíð, soleiðis sum vit halda. Við at
seta okkum inn í støðuna, kunnu vit
gerast klókari og kanska eisini broyta
hugburð og atburð, sigur Helle.
SÁLARSJÚK
OG ZOMBIES
Helle sigur, at tað stundum kann
vera ringt at lata sínar persónar
gera nakað, sum hon sjálv heldur er
ómoralskt og uttan fyri mark.
– Men eg royni tilvitað, meira og
meira at bróta míni egnu mørk, tá ið
eg skrivi. Ein persónur, sum bara er
fittur, er ikki menniskjaligur og gevur
ikki lesaranum nakað at hugsa um,
sigur Helle.
Helle heldur, at vit øll hava okkurt
í okkum, sum vit royna at dylja og
viðgongur, at hon sjálv mangan hevur
gjørt ella sagt okkurt, sum hevur
fingið hana at krympa tærnar aftaná.
– Ein vinkona, sum var tann
fyrsta, ið las handritið, spurdi meg,
um eg ikki var bangin fyri, hvat fólk
fóru at siga ella halda um meg? Eg
spurdi hana, hvat hon meinti við, og
hon svaraði: Jú, tá ið tú skrivar um
tey sálarsjúku og umtalar tey sum
dreygar (zombies). So mátti eg greiða
henni frá, at børnini ikki siga tað, sum
eg meini, men at eg royni at skriva
tað, sum summi børn – og vaksin –
siga og hugsa. Persónarnir í bókunum
eru ikki Helle. Teir liva sítt egna lív,
við tí góða og við tí illa.
ÍSPUNNAR SØGUR
Hóast søgurnar um tey í 5.B eru real
istiskar samtíðarsøgur, so eru tær
íspunnar.
– Um nakar kennir seg aftur
í søgunum, er tað rein tilvild.
Harafturímóti er tað ikki tilvildarligt,
at eg gjarna vil hava bæði spenning,
álvara og humor við, sigur Helle.
BÓKAÚTGÁVA
OG SKATTAVEIÐA
Samstundis sum triðja bókin hjá Helle
kemur út, er ein skattaveiða farin í
gongd, har børn kunnu leita eftir GPS-
skattum ella sokallaðum Geocaches.
– Fyrsta bókin, Vikarurin, viðger
evnið Geocaching, og tí helt eg tað
vera stuttligt at brúka hetta til okkurt
serligt, nú nýggja bókin kom út, sigur
Helle.
Skattaveiðan, sum byrjaði 3.
november og endar fríggjadagin 21.
november, er fyri øll, men hon er
eisini ein kapping fyri tey 8-12 ára
gomlu. Vinnararnir verða avdúkaðir
á Bókadøgunum 2014, sum verða
í Norðurlandahúsinum vikuskiftið
22.-23. november – men hvat kunnu
børnini vinna?
– Bøkurnar sjálvandi! Men høv
uðsvinningurin er, umframt bøk
urnar, eisini ein handhildin GPS og
møguleikan fyri at koma við íblástri
til fjórðu bókina um Tey í 5.B, svarar
Helle.
Lokaða landið
Helle Thede Johansen fór í 2010 undir at skriva um børnini í
5. B, og nú er triðja bókin, Lokaða landið, júst komin
Helle Thede Johansen, sum hevur skrivað bøkurnar “Tey í 5.B”, hevur
krógvað tilsamans fimm skattir á støðum, har hendingar í bókunum
fara fram.
ØLL KUNNU VERA VIÐ
Hóast skattaveiðan er í Hoyvík og í Havn, stendur tað øllum børnum í
Føroyum í boði at fara á skattaveiðu. Hetta er kanska gott høvi at fara
ein stuttleikatúr til Havnar við foreldrunum ella ommum og abbum.
Skattaveiðan er samstundis ein kapping fyri tey 8-12 ára gomlu.
Leinkja til skattakort og vegðleiging eru at finna á heimasíðuni hjá
bæði Bókadeild Føroya Lærarafelags (bfl.fo) og STROK (strok.fo).
Helle Thede
Johansen er í
hesum døgum
aktuell við
bókini Lokaða
landið, sum er
triðja bókin í
røðini um tey
í 5.B.
Higartil eru tríggjar bøkur
komnar út í røðini um Tey
í 5.B: Vikarurin, Vinurin og
Lokaða landið.
Á skattaveiðu við teimum í 5.B
Hevur tú hug at fara á skattaveiðu í slóðini
hjá Bergi, Barbaru og hinum í 5.B?