Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-13, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. november 2014síða 40

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 7 • 14. november 2014 U m nátturðatíð allahalgannadag komu Petur Pólson og Benjamin Pet­ er­sen inn á gólvið. Teir høvdu eina løtu millum venjingarnar og fyrstu kon­sert­ ir­nar. Teir skuldu spæla beint oman­fyri hjá okkum. Hetta var akkurát fyri, at teir vóru her áðrenn show-time, tí at tað und­ir­ strik­aði tað heim­liga ella grannalagsliga við kon­sert­un­um. Her vakna gamla húsagongdin og royk­ stovu­framførslurnar í nýggjum líki. Tað var ikki gamalt, at tað var konsert í Norðragøtu. Minnist einaferð, at Feslie spældu á hondbóltsplenini, niðri í oyruni, beint norðan fyri fiskavirkið. Tá æt tað Har­enga og var bara ein lon. Undir norðurvegginum lógu tunn­ur frá sildartíðini stáplaðar og høvdu fing­ið nýggja funktión sum áskoðarapláss hjá hond-bólts­ plen­ini. Hvat ið ellars hevur verið av liveframførslum her í bygd­ini, veit onkur annar betur enn eg, men nógv hev­ ur tað ikki verið. Tónleikur hevur altíð verið í bygd­ini, og Føroya elsta sálmavers er helst yrkt í gomlu Norðra- gøtu. Annars var tað kirkjan og stovurnar. Eg veit ikki, nær fyrstu ljóðførini eru komin til bygd­ ina, men fleiri hús høvdu radio tíðliga í tíðini; langt áðrenn føroyingar fóru at senda radio, og eisini áðr­ enn bygdirnar fingu elektrisitet. Omma segði ofta frá einari hending mitt undir krígnum, tá hon undir myrka­ leggingini – tað var mánalýsi – stóð í stovuni og streyk og hevði eingilskmannin frá. Vindeygað var á gloppi, og tað stóð ein hermaður undir húsavegginum og roykti og hugdi at mánanum og lurtaði eftir tónleiki. Í fjør var hoymakonsert heima hjá ommu, har franska konsu­lát­ ið nú heldur til. Intensur, men avslappaður Heimakonsertir verða hildnar úti í verð, men Hoyma­ kon­septið sum grannalagsfestivalur er nýhugsan. Í ár vóru tað tíggju bólkar og tíggju hús. Allir bólkarnir spældu tvær konsertir, eina í hvørjari bygd. Fimm hús í Norðragøtu og fimm í Syðrugøtu. Húsini í Syðrugøtu standa øll niðri í bygdini, og tey í Norðragøtu eru á næst­ovasta vegi, sum kallast Sjúrðargøta. Tað munnu hava verið 40-80 til hvørja framførslu. Í summum hús­ um er rúmligari enn aðrastaðni. Ein segði, at tað hevði onk­ur fremmandur sitið á knænum hjá sær eina heila kon­sert í Syðrugøtu. Tá Høgni og Benjamin fóru inn í útsynningskrókin í stov­uni hjá Kristbjørg og Sunvardi at spæla, hvarv tað ger­andisliga. Tað eitur Hoyma, og tað er heima hjá fólki, og man gongur millum húsa, og blíðskapurin er sum til rundar føðingardagar og brúdleyp. Heimligt, ja, men ikki gerandisligt. Huglagið er serligt og kann illa sam­an­berast við nakað. Tónleikararnir eru nær, og tað er eingin tøkni. Skráin skuldi haldast, og tí var man bangin fyri, at Høgni og Benjamin fóru at forpurra tað, tá teir vóru nakr­ar minuttir ov seinir, men Høgni segði bara, at tað mundi fara at ganga. Og so vóru vit ikki bangin. Hann er in­tens­ur, men avslappaður. Okkurt kendi man frá fyrr, men hann hevur nýtt úti, og fleiri av hansara nýggju sang­um eru millum hansara bestu. Høgni er lorvíkingur, men er, nú hann er farin um fyrsta ungdómin, blivin norðra­gøtumaður, og tað dugdi hann væl at flætta inn í fram­førsluna: tiltakið eitur Hoyma, og nú hann býr á Sjúrð­ar­gøtu, var konsertin so gott sum heima við hús. Hann hevur nakað av tí sama sum Petur; góðar sangir, sum fara beint inn, samstundis sum teir krevja sítt. Tað eru nógvar nuansur, og hann ger nógv ymisk ting í einum sangi. Forsangarar hava ofta gott av at hava onkran hjá sær, sum strammar tingini upp og leggur ein góðan botn og bindur tingini saman og gevur mótspæl og mótvekt. Benjamin er ein av teimum í Føroyum – og tað er Høgni eisini – sum bæði ganga í front og standa, ella sita, á baksetrinum. Benjamin riggar væl saman við bæði Høgna og Peturi. Hetta kvøldið spældi hann el­ektr­iskan gittara hjá Høgna, meðan Høgni spældi kassa­gittara, og Benjamin spældi banju í Ave, bæði tá Ársins Hoyma Meinhard Jensen (við denti á konsertirnar við Høgna, Ave, Ólavi Jacobsen og Kára P. í syðra parti av Sjúrðargøtu í Norðragøtu)