Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-13, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. november 2014síða 41

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 7 • 14. november 2014 hann sang sjálvur, og tá Petur sang. Petur spældi onki, uttan tað at hann spældi eitt sindur upp á okkum, sum lýddu á. Eitt er, at hann dugir nokkso væl at krydda við skemti millum sangirnar. Tað kann treingja til, tí at teir ofta stuttligu sangirnir eru evnistungir. Onkuntíð er tað í samanspælinum millum tekst og tónleik, og so er tað eisini í sjálvum orðunum – viðhvørt í orðaspæli. Vit fingu eina premieru. Ein regla segði “Sum líkið nemur mold,” men lagið var ikki so dapurt, sum tað ljóðar. Dugir ikki bara væl at spæla Avekonsertin var inni hjá frammistovubóndahjúnunum, Báru og Janusi. Tað var gott at fáa til matna í øllum hús­unum. Inni í bóndakøkinum stóðu føt við rugbreyði við við­skera frá garðinum á. Skerpikjøt av tjónum av ein­um tvæveturveðri umframt rullupylsu og kjøtpylsu. Hes­ir bitarnir millum konsertirnar afturvið práti og onkr­um drekkandi eru týðandi partur av tiltakinum. Hetta saman við máltíðunum yviri í Syðrugøtu, uppiá í Val­høll, har sum tey borðreiða við morgunmati, kaffi, súp­an og nátturða. Tá ið konsertirnar eru lidnar, er til­tak í Tøting við tónleiki og mati. Tað var nakað av regni, men yvirhøvur var hetta ein fínur heystardagur til veður. G!festivalur, Grót og Hoyma hava gjørt lítið við klass­iskan tónleik. Ólavur Jacobsen var inni hjá Lindu og Poul Sørensen og spældi klassiskan gittara. Eg fekk seinnu helvt við, og tað var fantastiska gott. Hann dugir ikki bara væl at spæla, men eisini at práta. Hann dugir at fortelja og at vera nærverandi, bæði meðan hann spæl­ir og millum løgini. Tað skuldi verið løgið, um hann ikki kom norðuraftur einaferð skjótt. Stórt smíl í fleiri dagar Veit ikki, hvat var best og ikki, men áðrenn var man spent­ur at hoyra Kára P. Hann havi eg ikki hoyrt fyrr, og framførslan var so góð, sum man tordi at vóna. Fólk syngja við – fyrr var illa – men ikki so nógv, at tað bilar. Rødd­in er betri nú, enn tá hann í fyrstani fór at syngja aft­ur alment. Sangirnir eru so ótrúliga góðir, og tað var dei­ligt at sleppa at hoyra hann framføra teir. Tíð uppá. Nú er onki sagt um hinar konsertirnar, men vit gev­ ast her. Øll, sum man hevur tosað við, lata væl at. Allar kon­sertirnar vóru góðar, og sama hvønn man tosar við, so vóru øll eitt stórt smíl í fleiri dagar eftir tiltakið. Nú er tað onki at gleða seg til, at eitt summar endar, og heyst­ið við, men tað ger onki, um vit gleða okkum til Hoyma, tí at Hoyma er eitt ógvuliga serligt tiltak. Myndir: Kristfríð Tyril / MOMO