hósdagur 13. november 2014síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
7 • 14. november 2014
10
Rakul Thomsen
Jean
Genet
Franski rithøvundin Jean Genet (1910-89) er kendur
sum ein ”enfant terrible” (eitt ræðuligt barn) í
franskari mentanarsøgu. Mamma Genet var skøkja,
og gav sonin hjá sær til eina familiu, tá Genet var 6
mánaðir gamal. Her hevði hann eitt gott og trygt lív,
men Genet rýmdi oftani heimanifrá, stjól og at enda
kom hann í fongsul. Sum 18 ára gamal kom Jean
Genet í herin, men bleiv blakaður út, tí hann hevði
eitt homoseksuelt samband við ein annan. Síðan
fjakkaði hann runt í Europa sum brotsmaður, biddari
og skøkja.
Í 1937 kom hann aftur inn at sita, og tað var
í fongsulklivanum, at hansara listarliga arbeiði
spretti. Genet skrivaði millum annað yrkingar,
skaldsøgur og leikrit. Skaldsøgur hansara taka
altíð støðu í hansara lívssøgu. Í skaldsøguni og
onkusvegna endurminningunum "Tyvens Dagbog"
(1955), hálovar Genet tann útlagaða av samfelagnum,
hin friðleysa, brotsmannin, sum stendur uttanfyri
allar samfelagsins normar. Leikverk hansara spegla
somuleiðis eisini lív hansara og innihalda evni, sum
lógarbrot, seksuellan identitet og kúgan og makt.
Genet bleiv altjóða kendur fyri leikverk hansara
”Les Bonnes” (Stovugenturnar), sum bleiv framført
á einum undangongusjónleikahúsi í Paris. Leikurin
er um tær báðar stovugenturnar, systranar Claire og
Solange, ið gera uppreitsur móti harðræði og kúgan
frá Madame.
Jean Genet varð nú kult, hann var hin friðleysi
listamaðurin og tjóvurin, sum hóast stóra listarliga
viðurkenning enn ferðaðist sum útlagin á landaveg
um í Fraklandi, Spania, Týsklandi. Jean Genet var
hámettur av listarligu elituni í París, harímillum
eksistentialist-heimspekinginum Jean Paul Sartre,
sum m.a. skrivaði eitt høvuðsverk um Jean Genet,
nevnt "Jean - Le Saint" – Halgimennið Jean. Genet
varð dømdur lívslanga fongsulsrevsing, men eftir
at listafólk – so sum Jean Paul Sartre, Jean Cocteau,
Simone de Beauvoir og onnur – kærdu dómin og
kravdu hann leyslatnan, varð hann frígivin.
Í 1960´unum varð Jean Genet aktivur innanfyri
politik. Hann stríddist fyri rættindini hjá innflytarum
í Frankaríki, stuðlaði Huey Newton, leiðarin hjá
”De Sorte Pantere” og í 1970 var hann 6 mánaðir í
eini palestinskari flóttalegu, har hann møtti Yasser
Arafat. Eftir hesa ferð skrivaði Gener sína síðstu
skaldsøgu, ”Den forelskede fange”, sum varð útgivin
beint aftan á at hann doyði í 1986.
Leikbólkurin
TVAZZ spælir
leikin Stovu
genturnar
eftir Jean
Genet í Komm
andørhúsinum
í Havn.
Hetta verður
fyrstu ferð, at
almenningurin
sleppur
inn í hetta
forkunnuga
og vakra hús.
Sýningar
verða í tíðar
skeiðnum
22. nov. til
7. des. 2014.
TVAZZ er ein
yrkissjónleik
arabólkur,
sum setur
samtíðar leikir
upp á høgum
listarligum
stigi.
Leikir hjá
TVAZZ nema
altíð við ávís
samfelags
viðurskifti,
umframt at
kaga verður
inn í sosial,
sálarlig, intim
menniskjalig
viðurskifti.
Leygardagin
22. nov.
kl. 20.00 (útselt)
Sunnudagin
23. nov.
kl. 18.00
Týsdagin
25. nov. kl. 20.00
Mikudagin
26. nov.
kl. 20.00
Hósdagin
27. nov.
kl. 20.00
Fríggjadagin 28. nov.
kl. 20.00
Leygardagin
29. nov.
kl. 18.00
Sunnudagin
30. nov.
kl. 18.00
Týsdagin
02. des. kl. 20.00
Mikudagin
03. des.
kl. 20.00
Hósdagin
04. des. kl. 20.00
Fríggjadagin 05. des. kl. 20.00
Leygardagin
06. des. kl. 18.00
Sunnudagin
07. des. kl. 18.00
(seinasta sýning)
Sýningar verða: